Tilmæli viðvíkjandi stavraðnum

Til Bjørn Kalsø, mentamálaráðharra

Randi Meitil, Hjalmar P. Petersen og Eivind Weyhe
----------------


Vit, minnilutin í Málráðnum, mæla til at hetta verður tað løggilda føroyska stavraðið:
a, á, b, c, d, ð, e, f, g, h, i, í, j, k, l, m, n, o, ó, p, q, r, s, t, u, ú, v, w, x, y, ý, z, æ, ø

Eitt alfabet er ikki nøkur natúrlóg, men ein praktiskur listi við teimum bókstøvum, sum eru í brúki í einum máli. Taka vit Føroyska orða­bók (FO), so finna vit í leitorðunum 34 bókstavir brúktar. Tað er sostatt ikki samsvar millum veruleikan í sjálvari orðabókini, og tað sum stendur í rætt­skriv­ingar­reglunum í somu bók, nevniliga at “Í føroyskum skriftmáli verða 29 bókstavir nýttir.” Í leitorðunum í teirri prentaðu útgávuni eru bara 29 av bókstøvunum tal­merkt­ir, hvør eftir sínum stað í raðnum, t.e. frá 1 til 29, meðan fimm stavir einki nummar hava. Tað var í ásannanini av, at samsvar ikki er mill­um hetta og veruleikan í sjálv­ari orðabókini, at henda talmerking varð strikað, tá ið FO varð endurskoðað 2009-11 av einum arbeiðsbólki á Føroyamálsdeildini. Tað var í ásannanini av, at orðabókin í roynd og veru hevur 34 bókstavir, at talmerkingin varð strikað. Tað er hesin veruleiki í modernaðum før­oyskum, sum skal góð­tak­ast.
At V. U. Hammershaimb ikki tók stavirnar c, q , w og z við (x hevði hann við), var, tí at hansara skriftmál var skapt til at endurgeva sið­bundið føroyskt mál við sínum arvorðum. Men før­oyskt í dag er annað og meira enn arvorðini. Tað verð­ur í dag myndað av arvorð­um, tøkuorðum og fremm­anda­orð­um. Og í summum av hes­um verða stavirnir c, q, w, x og z brúktir. Tað er tann málsligi veruleikin í dag, sum vit eiga at viðurkenna. Reglur eiga at gerast fyri, nær stavirnir skulu nýtast, og nær ikki. T.d. nýta vit c í c-vitamin, c-moll, celsius, CO2 og cm. Vit nýta s fyri c í vanligum tøkuorðum sum sitrón, sitat, sement og sosialur. W nýta vit í watt og x í marxisma og sex. Stav­irnar ks nýta vit í taksa, maksi­malur og t.d. postboks. Sama prinsipp er galdandi fyri z og q, t.e. ortografisk purisma, sum longu er framd í verki í føroyskum orða­bókum. Tann komandi Rætt­skrivingarorðabókin fer at vísa, nær omanfyri nevndu stavir og aðrir verða nýttir.
Viðvíkjandi kjakinum, sum var fyri nøkrum árum síðani um stavraðið, kann verða víst til samrøðu í Degi og Viku við Jógvan í Lon Jacobsen, formann í táverandi Málnevnd, og til grein eftir Jeffrey Hen­rik­sen í bløðunum um sama mundið, har teir síggja tað sum eina sjálvfylgju, at hes­ir nevnir bókstavir verða viður­kendir sum partur av stav­raðnum (Jeffrey setti stavirnar upp sum eitt ørindi, ið kundi syngjast). Eisini er okkara tilmæli í samsvari við niðurstøðuna hjá einari samdari mentanarnevnd hjá løgtinginum í 2009.
Okkara uppskot er, at stav­raðið, sum er nevnt fyrst í hesum tilmælinum, verð­ur viðurkent og løggilt. Eisini er hetta eitt stavrað, sum allir føroyingar kenna seg aftur í. Hetta hevur als ongar negativar fylgjur fyri føroyskt sum mál, tí tað er longu praktiserað í orða­bókum, tekstum og málinum yvirhøvur.

Við heilsan

Randi Meitil, Hjalmar P. Petersen og Eivind Weyhe