fyrstu ellivu, í kvøld vera á beinkinum. Hjá KÍ verður liðformaðurin á landsliðnum Hallur Hansson á beinkinum. Hann er darvaður av skaða í knænum. Eisini verður Patrik Johannesen á beinkinum. Fyrr í summar [...] summar var hann sera væl upplagdur, og tá var hann á landsliðnum. Síðani hevur hann verið darvaður av skaða í fótinum. Viðhvørt hevur hann verið á beinkinum og onkra ferðina hevur hann als ikki verið í hópinum [...] Víkingi er miðvallarin Aron Jarnskor Ellingsgaard á beinkinum, meðan Ragnar Skála er sentralur miðvallari. Bergur Gregersen hevur seinastu ferðirnar ikki verið á listanum, og tað er hann heldur ikki í kvøld
Tað eru teir tríggir, Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins og Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, sum hava lagt fram uppskot til samtyktar [...] samtyktar um økt fiskidagatal í bólki 5 B Uppskotið er soljóðandi: Løgtingið heitir á landsstýrið um at kanna møguleikarnar fyri at luta fleiri fiskidagar til bólk 5 B og fyri at ásett verður eitt minsta mark [...] neyðug lógaruppskot í hesum sambandi. Í viðmerking til uppskotið siga teir tríggir, at tað er næstan á hvørjum ári, at fiskidagar mangla í bólki 5 B hjá útróðararbátum. – Hesin bólkur er ofta bátar, sum
Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum, í svari til ein grein 52 a fyrispurngin frá Bárði á Steig Nielsen, formanni Sambandsfloksins, sum hevur spurt hana tríggjar spurnignar um trygdar- og verjupolitikk [...] spurning 1 vísir Sirið Stenberg á, at samskifti er millum danskar og føroyskar myndugleikar um formligu viðurskiftini í sambandi við, at nýggjur lofteftirlitsradari skal setast upp á Sornfelli. Partarnir hava [...] ynski um at gerast partur av verkætlanini verður gingið á møti, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sum skal umrøða kaðalætlanina seinni í ár á fundi við danska verjumálaráðharran, Troels Lund Poulsen
silvurkrónurnar í landskappingini. HB vann 2-0 á útivølli ímóti Víkingi. Harvið hevur HB vunnið allar tríggjar landskappingardystirnar ímóti Víkingi, sum nú hevur fokus á steypafinaluni ímóti KÍ. Hon verður fr [...] sneiddi seg leysan, áðrenn hann við langskoti staðfesti 2-0 sigurin. Emil G. Pedersen endaði á triðja plássi á máltindinum. Í dag skoraði hann fyri 20. ferð, og tað er merkisvert, at hann hevur skorað í [...] hava víst áhuga fyri honum. Víkingur – HB 0-2 (0-1) 0-1: Emil G. Pedersen 0-2: Ási P. Dam Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ingi Arngrímsson, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson – Ari Olsen, Jákup Johansen, Sølvi
Tað verður eisini í 2026 sunnudagsfótbóltur á Dungasandi í Sørvági. Tað er staðfest, nú dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð, og máltalvan á Dungasandi vísir 3-3. Úrslitið ber við sær, at 07 Vestur [...] heimamonnunum kendist eyka tung, tá ið Kristian Svabo Eliasen legði EB/Streym á odda, og tá ið Búi Egilsson aftur legði gestirnar á odda eftir stórt mistak í heimaverjuni. Tað var stutt eftir, at heimavónin [...] miðverjin var aftur á fótum og spældi víðari sum um einki var hent. Tað varð av álvara fylgt við í, hvussu tað gekk hjá FC Suðuroy í Gundadali, og tá ið Casper Gedsted Hansen legði 07 Vestur á odda 3-2, sá tað
Nýggir á liðnum eru Ári Mohr Jónsson, Heini Sørensen og Jákup L. Thomsen, sum avloysa Lassana Faye, Dan í Soylu og Noah Mnenéy, sum er leikbannaður. Í dag er Atli Gregersen fyri síðstu ferð á besta liðnum [...] FC Suðuroy, í dag avloysir Ragnar Skála. Víkingur – HB kl. 14.30 Dómari: Rúni Gaardbo Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ingi Arngrímsson, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson – Ari Olsen, Jákup Johansen, Sølvi
hevur enn ikki tikið støðu til, hvat hann fer at gera, men tingfundur er í morgin klokkan 11. Tá Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins, og Jenis av Rana [...] siga, hvussu hon fer at atkvøða, um Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum fer at leggja misálitisuppskot á Jóhan Christian, landsstýrismann í fiskivinnumálum. Jacob Vestergaard tvíheldur framvegis um, at áv [...] Rana, formaður Miðfloksins, tann 24. oktober í fjør løgdu fram uppskot um misálitisváttan á Ingilín Didriksen Strøm, var tað samtykt. Orsøkin til tess var, at hóast flokkarnir í samgonguni høvdu tikið støðu
verður gestur í Sarpugerði, 44 stig. B36 er á fimta plássi við 39 stigum. Umfamt at spæla leygardagin á heimavølli ímóti HB, so eigur Víkingur steypafinaluna á. Hon verður annað fríggjakvøld ímóti KÍ. FC [...] Leo, Pætur Augustinussen, Alexander Holm Kilgour, Olivur Renéson Thomsen – Fríði Holm Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ingi Arngrímsson, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson – Ari Olsen, Sølvi Vatnhamar, Ragnar [...] Hóast FC Suðuroy í dag tapti 4-0 á heimavølli ímóti Víkingi, so er FC Suðuroy framvegis røttu megin niðurflytingarstrikuna. Tað vil kortini ikki siga, at FC Suðuroy hevur tryggjað sær plássið í bestu deildini
07 Vestur í dag var á Svangaskarði. Úrslitið ber við sær, at 07 Vestur framvegis er undir strikuni. 07 Vestur er á níggjunda plássi og hevur 14 stig og málmunin -20. FC Suðuroy er á áttanda plássi við 15 [...] at spæla ímóti B36, og tá fær 07 Vestur vitjan av EB/Streymi. Á Svangaskarði legði miðvallarin Sebastian Lau Nielsen beinanvegin heimaliðið á odda. Uppleggið átti Djóni Samuelsen, sum aftur í dag var millum [...] sær, at liðið nú er á sætta plássi. B68 og EB/Streymur hava 25 stig, men málmunurin hjá B68 er -26 og hjá EB/Streymi er málmunurin -28. Leygardagin fer B68 í síðsta umfari at spæla á útivølli ímóti TB,
in, sum verður gjørdur millum Danmark og Grønland? Í viðmerking til fyrispurnigin vísir Bárður á Steig Nielsen á, at við nýggju geo-politisku støðuni verða støðugt gjørdar íløgur í trygd og verju um okkara [...] viðvíkjandi, sigur Bárður á Steig Nielsen. – Ongin ivi er um, at Føroyar hava brúk fyri fleiri og betri samskiftismøguleikum við útheimin, bæði tí vit bert hava tveir kaðlar, og tí at tørvurin á kapasiteti veksur [...] veksur við risafetum hvørt ár, og hetta er ein sera kostnaðarmikil íløga, sigur Bárður á Steig Nielsen, sum fyri at fáa greiðu á, hví Føroyar ikki eru við í verjusemjuni, og hvussu longu játtaður peningur