Nær verður klárt at seta upp eftirlitsradaran?

Formaður Sambandsfloksins vil vita, nær formligu viðurskiftini kring radaran verða avgreidd

Forsmaður Sambandsfloksins, Bárður á Steig Nielsen, spyr nú Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í uttanríkis- og vinnumálum um radaran, sum setast skal upp í Føroyum.

Ítøkiliga spyr hann soleiðis:

1. Hvussu gongur við at fáa formligu viðurskiftini um uppsetan av eftirlitsradaranum avgreidd?

2. Hvussu verða tær 21 mió. kr. brúktar, sum eru játtaðar fyri 2025 í verjusemjuni?

3. Hví eru Føroyar ikki við í avtaluni um nýggja samskiftiskaðalin, sum verður gjørdur millum Danmark og Grønland?

Í viðmerking til fyrispurnigin vísir Bárður á Steig Nielsen á, at við nýggju geo-politisku støðuni verða støðugt gjørdar íløgur í trygd og verju um okkara leiðir, sum skulu skapa frið og tryggja okkum móti hybridum álopum av ymsum slagi.

–  Fyrst bleiv ein avtalað gjørd við donsku stjórnina um at seta ein eftirlitsradara upp í Føroyum, har kostnaðurin við uppsetan varð mettur til 400 mió. kr. herav ein rímiligur partur til klárgering og bygging á Sornfelli. Arbeitt hevur verið við at fáa formligu viðurskiftini um leigu, avseta økið við meira upp á pláss. Onki nýtt er komið frá landsstýrinum um hetta málið seinastu tíðina, sigur Bárður á Steig Nielsen.

27. januar í 2025 skrivaði Uttanríkis- og vinnumálaráðið m.a. soleiðis í tíðindaskrivi:

»Danmark setur til samans 50 mió. av komandi 8 árini til møguligar íløgur í felags ætlanir, ið tæna bæði hernaðarligum og sivilum endamálum. Hvørjar ætlanir, talan verður um, verður avrátt nærri, undir hesum eisini, um fíggingarleist, t.d. felags íløgur og rakstur.”

– 21 mió. kr. vórðu játtaðar til at brúka í 2025, men enn er einki ítøkiligt upplýst frá landsstýrinum um, hvat játtanin verður brúkt til, ella um hon verður brúkt, sigur hann.

– Ei heldur er nøkur útmelding komin um, hvat tær 50 mió kr. ítøkiliga skulu brúkast til.

– Nú er ein nýggj verjuavtala gjørd, sum samlað gevur eina íløgu í trygd og verju í ríkisfelagsskapinum uppá 88 milliardir. Í avtalutekstinum, sum semja fekst um tann 10. oktober 2025, stendur: 

»Aftaleparterne og Naalakkersuisut er derfor enige om at etablere et nordatlantisk søkabel, der forbinder Danmark og Grønland. Regeringen og Færøernes Landsstyre vil hurtigst muligt drøfte mulighederne for, at søkablet også knyttes op til teleinfrastrukturen i Færøerne.« 

– Sostatt er semja millum donsku og grønlendsku stjórnirnar um ein sjókaðal, men Føroya landsstýri er ikki komið til eina niðurstøðu hesum viðvíkjandi, sigur Bárður á Steig Nielsen.

– Ongin ivi er um, at Føroyar hava brúk fyri fleiri og betri samskiftismøguleikum við útheimin, bæði tí vit bert hava tveir kaðlar, og tí at tørvurin á kapasiteti veksur við risafetum hvørt ár, og hetta er ein sera kostnaðarmikil íløga, sigur Bárður á Steig Nielsen, sum fyri at fáa greiðu á, hví Føroyar ikki eru við í verjusemjuni, og hvussu longu játtaður peningur verður nýttur, setir uttanríkisráðfrúuni hesar spurningar.