var tað ikki talan um í hesum sambandi. Tó helt hann, at tað var umráðandi, at vit tryggjaðu okkum, at tann útlendski kapitalurin, sum kom í alivinnuna, var veruligur peningur, og at tað ikki bleiv so [...] útlendskum kapitali í føroysku alivinnuna, tí nú eru føroysku peningastovnarnir aftur sinnaðir at veita lán. Hann ivaðist eisini í um lógaverkið er nóg sterkt til at forða fyri, at útlendingar fáa fult [...] Nógvir tingmenn vístu eisini á, at útlendingar fóru ikki at koma higar tí at teir vildu byggja upp eina føroyska alivinnu. ? Teir komu bara higar at forvinna pengar-at ?skúma fløtan? sum fleiri tingmenn
deildarstjóri. Ivaðist ikki Bergur Berg sigur, at hann var ikki í iva um, at hann átti at søkja, táið hann sá lýsingina í bløðnum eftir fulltrúa á fullveldismálum. ? Eg haldi, at hetta er eitt ótrúliga [...] hvat teir í veruleikanum gjørdu. ? Hetta vísir, at teir hugsaðu ikki nakað serligt um innihaldið í Almannastovuni, tá ið teir yvirtóku hana. ? Men tað ber í veruleikanum heldur ikki til at lasta føroyskar [...] vildi vera við til at mynda hetta heilt avgerðandi tíðarskeiðið í Føroya søgu? ?Nei, eg helt meiri tað, at hetta var ein avbera spennandi faklig avbjóðing. ?Bara tað at vera við at gjøgnumganga og lýsa
fótbóltsfelag. Gunnar Mohr sigur, at tey í HB sóu, at tað var neyðugt við hesum fyri at fylgja við í kappingini. ? Leiðslan í felagnum sá seg ikki rættiliga føra fyri at reka hetta, og tí varð eitt partafelag [...] gera í dag. Alt verður jú meira kommersielt, sigur Gunnar. Hann sigur, at tá hann byrjaði at spæla fótbólt, kom tað næstan ikki fyri, at spælarar skiftu millum feløgini í Havn. ? Tú gekk ikki inni í veltuni [...] aftur sum grúsvøll, at avgjørt varð at gera ein graslíkisvøll í staðin. Gunnar sigur, at sum fótbóltsspælari var hetta ein sera spennandi tíð. ? Eg minnist, at vit søgdu, at vit sum einki kundu spæla alla
kvinnum at vera virkin á arbeiðsmarknaðinum fyri at styrkja sjálvsálitið, sigur Elsa Maria H. Olsen. - Eg dugi ikki at seta meg inn í tað, at summar kvinnur ynskja at ganga heima. Er málið at vera heimagangadi [...] eg ilt við at tosa við, tí eg kundi ikki hugsað mær tað sjálv. Nógv dømi eru um, at kvinnur, sum ikki klára allar royndirnar í lívinum og ikki klára at gera dreymarnar til veruleika, velja at gerast foreldur [...] eisini umframt at brúka tað onnur eiga at geva tær. Men sjálvsálitið liggur ikki í arbeiðinum aleina, styrkin liggur fyrst og fremst inni í tær sjálvari. At fáa hesa styrkina er partvíst at fáa eina vitan
boðað føroyingum. Í 1000 ár hava ymiskar kirkjur staðið víða hvar í landinum og kalla á gomul og ung. Í 1000 ár hevur okkara fólk savnast í kirkju í gleði og sorg. Í øldir var kirkjan at kalla einasta savnandi [...] fyri meg helt eg hann vera øran í høvdinum. Ikki tí at eg ivaðist í hansara egna innsatsi bæði við tekningum og teksti. Heldur sá eg tað sum eitt fíggjarligt óðamannaverk at fara undir eina so dýra framleiðslu [...] Palla ikki bert at endurgeva kirkjurnar í listarliga hugtakandi myndum, tað er eisini eydnast honum at savna eitt lið av rithøvundum, sum hava megnað at skriva hugtakandi og hugvekjandi tekstir til at undirbyggja
frá hesum, og fyrsta stigið í hesi samanlegging er, at starvið sum Landsverkfrø-ingur verður niðurlagt. Somuleiðis boðar hann frá, at hann hevði valt, at ikki hevði valt, ikki at boða starvsfólkunum frá ætlanunum [...] alment fram í Útvarpinum at Landsverkfrøðingurin og Strandferðslan skuldu leggjast saman, og at hetta fór at hava við sær umfatandi broytingar. Tann 23. desember boðar Starvsmannafelagið í skrivi land [...] nevndirnar í Starvsmannafelagnum og Verkfrøðingafelagnum boðaði landsstýrismaðurin frá, at orsøkin til alt rumblið var, at Henning Jacobsen ikki hevði fylgt boðunum um, at onki skuldi koma fram um, at stovnarnir
umberingar fyri ikki at gjalda. Teir siga eisini, at ST-stovnurin er ov dýrur, at alt gongur seint fyri seg, og at pappírsveldið er stórt. Eg havi varhugan av, at ST sum stovnur ikki er væl umtóktur í Amerika [...] var við seinasta heyst, og í gjárkvøldið greiddi hon frá luttøkuni og upplivingunum í Mettustovu í Havn. - Danska stjórnin vil vísa, at hon gongur virkin uppí arbeiðið í ST og at Føroyar og Grønland eru við [...] býráðsformaður í Nuuk og sum limur í fíggjarnevndini í landstinginum hevur hon vitjað í Føroyum. Saman við hinum í donsku sendinevndini hittu tær sjálvan Koffi Annan, ið er aðalskrivari í ST. - Tað er sjálvsagt
Rasmussen, og komst hetta í mestan mun av tí, at Jógvan Salamon hjá Leon plagdi at vera málmaður í amatørleikinum í Syðrugøtu, og eingin ivaðist í tí, heldur ikki hann sjálvur, at hann var Petur Sigurð [...] higar til dags. Hann gjørdist heimsmeistari í Sviaríki í 1958, í Chile í 1962 og aftur í Mexico í 1970. Tá ið spælt varð um heimsmeistaraheitið í Onglandi í 1966 vóru vit stødd suðuri á flatlondum. Tá [...] borin inn í heimin í lítlu bygdini Trés Coracóes. Stutt eftir varð hann skírdur Edson Arantes do Nascimento. Sambært hagfrøðini burdi hann ikki verið bygdamaður, men hetta forðaði honum ikki í at gerast heimsins
beinleiðis í TV3. Todi roknar við, at í hesi vikuni fer venjingin at vera rættuliga taktisk: ? Eg kann ímynda mær, at vit fara at venja nógvar deyðbóltsstøður, og tá er tað sjálvsagt sera hugaligt at kenna [...] so vallirnir hava ikki verið nakað av reypa av. Veðrið niðri er framvegis einki at reypa av. Veturin vil ikki sleppa takinum. Tað er ikki ókent, at várið vitjar av og á fyrrapartin í mars, men higartil [...] til burturav at taka sær av grasmáttuni í Parkini, kalla teir ein »green keeper«. Hann er ikki hvør sum helst, tí frammanundan at hann í síðstu viku kom til Keypmannahavnar, hevði hann í fýra ár havt ábyrgdina
nógvum í Føroyum, at mentanin er so týdningarmikil, at tíðin er komin til at satsa enn meiri. Norðurlandahúsið hevur verið við til at fingið nógv sambond í lag millum nógv mentaáhugað í útlandinum og í Føroyum [...] meðan eg var í Føroyum. Eg veit ikki, hvat eg gjørdi galið, sigur norðmaðurin Jan Kløvstad, fyrrverandi stjóri í Norðurlandahúsinum í Føroyum og núverandi stjóri í Mentunardeplinum Katuaq í Nuuk í Grønlandi [...] stjóra í Norðurlandahúsinum í 5 ár, var at hjálpa til við at halda hýrinum á føroyingum uppi, soleiðis at teir fingu treysti aftur, styrkja sjálvsálitið mentunarliga, og vera við til at vísa, at hóast tað