teir, at næsta ár verður skattaprosentið og barnafrádrátturin tann sami sum í ár, ella ávikavist 23,25% í skatti og 4000 krónur í barnafrádrátti. Sostatt verður skattainntøkan næsta ár mett til 34,5 milliónir [...] verður undir navninum FC Suðuroy. Men ljóspunktið er so, at nú er skuldin hjá Vágs Kommunu komin beint niður um eina álíkning. Eisini í tveimum øðrum av teimum størru kommununum í Hvalba og á Tvøroyri, er [...] ongar íløgur í Vágs Kommunu næsta ár. Tað er greitt, nú Vágs Býráð á fundi mikukvøldið hevði fíggjarætlanina fyri næsta ár til viðgerðar fyri fyrstu ferð. Fíggjarætlanin skal til viðgerðar í býráðnum aftur
útvegað sær 10 mannafar at rógva kapp í. Nýtt er, at øll oyggin stendur saman umm hetta. Hesum vilja fólk í Suðuroynni fegin stuðla og leygarkvøldið er Okkara Suðuroy á skránni, sum er eitt stórt stuðulstiltak [...] stuðulstiltak, har ymiskt er á skránni. Tiltakið endar við stórdansi í høllini í Trongisvági, har eittnú Hans Jacob og vinmenn, gamla orkestrið Traffic, TRIO og Jens Lisberg við manning, ið er savnað til høvið [...] Jespersen). Eftir teir koma so HANS JACOB & VINMENN á pallin hesir eru sera væl umtóktir í oynni og ikki minst í Kringvarpinum, hoyra vit ofta frálíku røddina á Hans Jacob. Teir spæla eisini góðan dansitónleik
ov vánaligt eftirlit. Tað stendur í kanningini, sum Majken Johansen, løgfrøðingur, hevur gjørt fyri Løgtingið í sambandi við arbeiðið at byggja skúladepilin í Suðuroy. - Landsverk hevði uppgávuna eftir [...] - Tann veruliga byggigølan er miðnámsskúlin í Hovi. Skúlin er illa bygdur, og neyðugt er at nýta nógvan eykapening uppá ábøtur av slíkum, ið áttu at verið í lagi frá byrjan. Ein orsøk til hesa byggigøluna [...] teirri nýggju skipanini og hevði biðið Árna Winther um at átaka sær eftirlitið. Árni Winther hevur í frágreiðing sagt, at tá ið tíð var fráliðin, slapp Árni Winther ikki inn á byggiplássið. Hetta hevur
Í annaðkvøld, mikukvøldið, klokkan 19, verður almennur kjakfundur í Badmintonhøllini í Klaksvík um undirsjóvartunlar. Spurningurin, tey fara at umrøða, er um norðoyingar go vágafólk skulu halda fram at [...] Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í Innlendismálum, Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverki, Páll á Reynatúgvu, tingmaður úr Sandoy, Kristin Michelsen, tingmaður úr Suðuroy, Annfinn Kalsberg, fyrrverandi løgmaður [...] løgmaður, Anskar Hansen, formaður í handverksmeistarafelagnum, Albert Ellefsen, borgarstjóri í Vága Kommunu, Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík og kanska onnur við. Tað er einki dulsmál, at borgarstjórar
við HB eitt skifti í fjør, og Heidi Sevdal, sum seinastu trý árini hevur spælt við Víkingi. Heidi er ein sannur málslúkur, sum í fjør skeyt heili 18 mál í eins nógvum dystum. Meina tað í álvara Við hesum [...] Tær brutu upp úr nýggjum og við egnum ungum leikarum royndu tær seg í næstbestu deildini, og kappingarárið 2011 vóru tær aftur at síggja í bestu deildini. Tað hepnaðist ikki serliga væl fyrsta árið, sum als [...] aftasta plássi við bara einum sigri í 20 dystum. Hava styrkt seg Nógv bendir á, at HB-kvinnurnar nú aftur av álvara ætla sær at stevna ímóti tindunum. Tað hevur felagið í øllum førum gjørt sítt til, nú tað
um fund við leiðsluna í Nærverkinum í næstu framtíð fyri at fáa fulla greiði á, hvussu hevði nýggju boðini skulu skiljast, heilt ítøkiliga. Les eisini greinina: Sparingar í Suðuroy standa við. [...] missa starvið. Nú er sparikravið minkað niður í 1,478 millión og tað er munandi minni. - Men talan er framvegis um eina stóra sparing og tað er onki at ivast í, at tær skulu finnast á lønarútreiðslunum, tí [...] nakran mun, sigur Ronnie Midjord. Hann hevur onga viðmerking til, hvussu nógvar uppsagnirnar verða í tali. Men av tí, at upprunaliga sparingin upp á 2,7 milliónir førdi til, at 15 fólk skuldu sigast upp
Søguligt - Undirvíst hevur verið í hesi lærugrein/vinnugrein í Suðuroy áður, men próvtøka hevur ikki verið framd her suðuri. Tað var skiparaskúli í Porkeri ( lærarin var Daniel í Ungarði ) frá 1890 til 1910 [...] fram í Vágs skúla. Teir byrjaðu munnligu próvtøkuna sama dag sum Vágs skúli mintist 60 ára føðingardagin í nýggja skúlanum, sigur Sølvi Andreasen, kvøldskúlaleiðari. Føroyskt fyri útlendingar - Í Vágs [...] undirvíst uml. 140 næmingum í ymiskum lærugreinun, alt frá 1.hjálp til spanskt, og so ikki at gloyma undirvísingina í føroyskum fyri útlendingar. Hesa undirvísing hava vit havt í kvøldskúlanum alt síðani
in í dag. Hann verður norðan í ættini og hon sigur, at sum tað sær út, verður tað norðari partur av landinum, sum verður harðast rakt, men eisini vestan fyri verður nógvur vindur. Tey, sum búgva í inni [...] ymsastaðni norðan fyri men í hvirlunum verður tað kanska 35 metrar um sekundið. Hetta er ring ætt summastaðni norðanfyri, so tað er væntandi, at tað verður eitt rættiligt nos. Í Suðuroy verður ikki heilt so [...] inni í landinum, sleppa helst eitt sindur lættari og tað sær heldur ikki út til, at Suðuroyggin verður líka hart rakt, sum norðari partur í landinum. Turið Laksá sigur, at tað verður nú, tá ið kokkan fer
smittað fyri hvørji 100.000 fólk. Í Norðstreymoy og í Eysturoy er lítil munur á. Í Norðstreymoy eru nøkur og tjúgu fólk smittað og tað eru 324 fyri hvørji 100.000 fólk og í Eysturoy eru nøkur og 60 fólk smittað [...] verið og tað eru 588 tilburðir fyri hvørjar 100.000 íbúgvar. Í Suðuroy eru stívliga 20 fólk smittað og tað eru 427 fólk fyri hvørji 100.000 fólk og í Sandoy kunnu smittutilburðirnir teljast á hondunum, men [...] hvørjar 100.000 íbúgvar. Av teimum 671 fólkunum í Føroyum, sum higartil eru staðfest at vera smittað í Føroyum, eru næstan 100 útlendingar, sjómenn, og onnur. Men í gjár boðaði landslæknin frá, at eitt fólk
lum slag. Í 1994 var farið undir at menna og byggja skjóttgangandi útróðrarbátar og hesir fingu navnið CLEOPATRA. Í dag verða bátarnir bygdir í 3 støddum, 31?, 33? og 38?. Seinasta átakið, í støðugu menningini [...] vælumtóktu CLEOPATRA bátarnar. CLEOPATRA er tann best umtókti dekksbáturin í Íslandi, umframt at hann verður nógv nýttur í Lofoten í Noregi. Harumframt eru eisini bátar seldir til Skotland, Holland og Frakland [...] komin til Føroyar eisini. Í løtuni er einans hesin bátur eftur á sølulistanum, hinir tríggir eru seldir. Trefjar verksmiðjan, sum bleiv stovnað í 1977, hevur bygt yvir 400 bátar. Í byrjanini vóru tað bátar