Dansur við fleiri bólkum í Trongisvági

Suðuroyingar hava útvegað sær 10 mannafar at rógva kapp í. Nýtt er, at øll oyggin stendur saman umm hetta.

 

Hesum vilja fólk í Suðuroynni fegin stuðla og leygarkvøldið er Okkara Suðuroy á skránni, sum er eitt stórt stuðulstiltak, har ymiskt er á skránni.

 

Tiltakið endar við stórdansi í høllini í Trongisvági, har eittnú Hans Jacob og vinmenn, gamla orkestrið Traffic, TRIO og Jens Lisberg við manning, ið er savnað til høvið, fara á pall

 

Fyrst á pallin verður TRIO – Trio spælir sera góðan dansitónleik fyri tey, ið hava hug til at dansa. Trio eru Jens Johannesen, Erolf Olsen og René Jespersen).

 

Eftir teir koma so HANS JACOB & VINMENN á pallin – hesir eru sera væl umtóktir í oynni og ikki minst í Kringvarpinum, hoyra vit ofta frálíku røddina á Hans Jacob. Teir spæla eisini góðan dansitónleik og eru teir Hans Jacob Hjelm, Jens Johannesen og René Jespersen.

 

Navnframi JENS LISBERG, ið er mest kendur frá síni tíð við Sputnik, verður triður á palli og hevur hann mannað ein bólk av suðuroyingum. Teir nevna seg í hesum høpinum Jens Lisberg og Suðuroyingarnir, tó ikki allir eru uppruna suðuroyingar og nakrir búgva norðanfjørðs.Tey flestu kenna røddina á Jens og tónleikin hann spælir – við sær hevur hann Dánjal Jákup Holm, Tórbjørn Lisberg, Hjalmar Magnussen, Dagfinn Olsen og Trygva Strøm -og tað eru teir, sum eru á myndini.

 

Rundað verður av við ongum mætari enn TRAFFIC, ið vóru sera væl umtóktir í 80-unum og byrjanini av 90-unum, men sum so at siga ikki hava verið á palli síðan – hesin partur av dansinum er tí serstakliga forkunnugur. Traffic eru Hans Olaf Johannesen, René Jespersen, Einar Jespersen, Ragnar Djurhuus og Bergur Hansen.