HB-kvinnur skulu takast í álvara

Fótbóltur: Kvinnuliðið hjá HB, sum seinasta kappingarár endaði á einum aftasta plássi í fremstu deildini, hevur styrkt seg við fleiri nýggjum leikarum.

HB hevur altíð verið eitt av myndandi feløgunum í føroyskum fótbólti, bæði á mans- og kvinnusíðuni. Á kvinnusíðuni hevur tó haltað hjá høvuðsstaðarfelagnum seinastu árini, og frá at hava verið besti avbjóðari hjá KÍ-kvinnunum, máttu tær fyri nøkrum árum síðani taka seg úr kappingini vegna vantandi leikaratilfeingi. Tær brutu upp úr nýggjum og við egnum ungum leikarum royndu tær seg í næstbestu deildini, og kappingarárið 2011 vóru tær aftur at síggja í bestu deildini.
Tað hepnaðist ikki serliga væl fyrsta árið, sum als ikki er óvanligt hjá einum uppflytara, og endaðu tær á aftasta plássi við bara einum sigri í 20 dystum.

Hava styrkt seg
Nógv bendir á, at HB-kvinnurnar nú aftur av álvara ætla sær at stevna ímóti tindunum. Tað hevur felagið í øllum førum gjørt sítt til, nú tað seinastu vikuna hava gjørt avtalu við fimm nýggjar og gamalar leikarar.
Milja Reinert Simonsen og Lív F. Arge, sum hava spælt við gentum 14-17, hava nú aldur til besta liðið og fara at spæla við har. Herfyri skeyt Lív hattrikk fyri besta liðið í venjingardysti.
Sára Samuelsen, sum er lítlasystir Símun Samuelsen, hevur somuleiðis skrivað undir. Hon kemur úr FC Suðuroy og hevur eisini verið partur av føroyska U19-kvinnulandsliðnum.
Tveir nú- og fyrrverandi landsliðsleikarar eru eisini komnir til felagið. Talan er um Steintóru G. Joensen, sum spældi við HB eitt skifti í fjør, og Heidi Sevdal, sum seinastu trý árini hevur spælt við Víkingi. Heidi er ein sannur málslúkur, sum í fjør skeyt heili 18 mál í eins nógvum dystum.

Meina tað í álvara
Við hesum fimm sáttmálunum er líkt til, at felagið nú aftur ætlar sær at lyfta kvinnusíðuna.
Tað er aftur í ár Allan Dybczak, sum stendur við stýrisvølin. Hann var eisini venjari hjá Heidi Sevdal og B36 fyri fýra árum síðani, tá ið hon varð kosin ársins leikari.