Almennur tunnilsfundur í Klaksvík

Í annaðkvøld, mikukvøldið, klokkan 19, verður almennur kjakfundur í Badmintonhøllini í Klaksvík um undirsjóvartunlar.

Spurningurin, tey fara at umrøða, er um norðoyingar go vágafólk skulu halda fram at gjalda fyri at koyra ígjøgnum undirsjóvartunnilin í allar ævir, sum tey siga.

Tey taka spurningin upp eftir at landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur nevnt tað sum ein møguleika fyri at fíggja aðrar útbyggingarætlanir.

Talan verður um pallborðsfund og við pallborðið sita Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í Innlendismálum, Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverki, Páll á Reynatúgvu, tingmaður úr Sandoy, Kristin Michelsen, tingmaður úr Suðuroy, Annfinn Kalsberg, fyrrverandi løgmaður, Anskar Hansen, formaður í handverksmeistarafelagnum, Albert Ellefsen, borgarstjóri í Vága Kommunu, Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík og kanska onnur við.

Tað er einki dulsmál, at borgarstjórar og tingfólk úr Norðoyggjum og Vágum, halda, at tað skal vera ókeypis at koyra ígjøgnum, tá ið tunlarnir eru útgoldnir.

Tey halda upp á, at hetta er eitt politiskt lyfti og tey halda eisini upp á, at tað liggur í tí, Løgtingið hevur samtykt.

Tey sipa til, at eitt, sum Løgtingið hevur samtykt í hesum sambandi, er, tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin, og P/F Norðoyatunnilin

stendur sum eigari, verður alt anleggið uttan viðurlag avhendað landinum til ognar.

Í viðmerkingum sigur Løgtingið eisini, at...Felagið ber allan rakstrarkostnað av tunlinum, til hesin verður

avhendaður landinum til ognar.

- Tá yvirtekur landskassin rakstrarútreiðslurnar av tunlinum.

Hetta taka tey, sum eina sólargreiða avgerð um at tá ið tunlarnir eru útgoldnir, skal tað vera ókeypis at koyra ígjøgnum teir.

Hinvegin vísir ein Gallup kanning, sum er almannakunngjørt í Sosialinum, sum er fáa í sølubúðunum nú, at heili 51% av norðoyingum og 45% av vágafólki, hava einki ímóti at halda fram at gjalda tunnilsgjald, eisini eftir at tunlarnir eru goldnir.