Tað verða at kalla ongar íløgur í Vágs Kommunu næsta ár.
Tað er greitt, nú Vágs Býráð á fundi mikukvøldið hevði fíggjarætlanina fyri næsta ár til viðgerðar fyri fyrstu ferð.
Fíggjarætlanin skal til viðgerðar í býráðnum aftur, áðrenn hon verður samtykt.
Men hóast broytingar kunnu væntast, er tað kortini rættiliga greitt, at karmarnir liggja fastir og tær broytingar, sum so verða gjørdar, verða innanfyri teir.
Og karmarnir eru teir, at næsta ár verður skattaprosentið og barnafrádrátturin tann sami sum í ár, ella ávikavist 23,25% í skatti og 4000 krónur í barnafrádrátti.
Sostatt verður skattainntøkan næsta ár mett til 34,5 milliónir og tað er ein góð hálv millión meiri enn inntøkan væntandi fer at vera í ár.
Hinvegin hava sparingar og flytingar gjørt, at næsta ár verður raksturin 26,2 milliónir næsta ár og tað er hálvonnur millión minni enn í ár.
Hetta kemst av, at keyp verður minkað, fólk eru farin úr starvi, ella farin niður í starvstíð og aðrar flytingar.
Tá ið lánsgjøld eru goldin er greitt, at lítið og onki er eftir til íløgur.
Tað er eitt talandi dømi um fíggjarstandin hjá Vágs kommunu, at størsta einstaka íløgan, sum ætlanin er at gera í Vági næsta ár, er, at 300.000 krónur skulu brúkast til sitipláss við fótbóltsvøllin, so at vøllurin kann verða góðkendur til dyst í Vodafonedeildini, har VB/Sumba skal spæla næsta á, men tað verður undir navninum FC Suðuroy.
Men ljóspunktið er so, at nú er skuldin hjá Vágs Kommunu komin beint niður um eina álíkning.
Eisini í tveimum øðrum av teimum størru kommununum í Hvalba og á Tvøroyri, er tað longu nú greitt, at tað verður at kalla øskukalt við íløgum næsta ár.