haldararnar runt um í landinum skal vera á sama støði, sum hon er í Havn. Enn er langt eftir á mál, men hetta má so sigast at vera ein byrjan, sigur Jan Müller og vísir á, at í Føroyum er ikki bara sum at [...] at hetta so sanniliga eisini er í tráð við royndina hjá blaðnum at nærkast lesarunum runt um í landinum meira. Við bæði bygdaredaktiónum og nú blaðútbering hvørt kvøld í høvuðsstaðnum og Klaksvík, heldur [...] á súkklu. Hann vísir á, at hetta við blaðútberingini byrjaði í sínari tíð, tá Postverkið legði blaðútberingina tann týdningarmesta dagin í vikuni, leygardag, niður. ? Hetta tvingaði bløðini til at finna
konufólki. Hann segði í samrøðu við planet.fo, at tá C-21 í fjør vitjaðu í Føroyum fór hann í býin at dansa tað eina kvøldið, og tað er ótrúligt, at so nógvar vakrar gentur kunnu vera á einum so lítlum øki. Hann [...] duga væl at dansa. Harumframt fær vinnarin ein ferðaseðil til Ungdómstúrin við gisting í Couchett. Fyri at luttaka í kappingini skalt tú vera fylt átjan ár, vera konufólk og hava hug til at fara á date við [...] skikkiligar og sømiligar í teldubrøvunum. Freistin at senda inn teldubrøv er á miðdegi mánadagin 19. juni. David hevur síðan hann einaferð hevði eina føroyska damu, verið púra forliptur í føroyskum konufólki
av svartkjafti. Tað er greitt eftir fund í dag ímillum Jóannes Eidesgaard, løgmann og ES nevndarlimin í fiskivinnu, Joe Borg Á Brüsselferð síni hitti løgmaður í dag Joe Borg har teir mest tosaðu um tru [...] Løgmaður vísur á, at bæði Føroyar og ES hava stór áhugamál í svartkjaftinum og tí heldur hann, at tað er av alstórum týdningi, at báðir partar í felag virka fyri eini burðardyggari menning av kroysta sv [...] varisliga vón um at ES og Føroyar í felag kunnu fáa gongd á læstu støðuna millum londini. Á fundinum legði løgmaður dent á, at tað er óheppið, at svartkjaftastovnurin í fleiri ár hevur verið ovfiskaður
at krúnprinsaparið verður foreldur í heyst. Og tá ið krúnprinsaparið gekk av sjúkrahúsinum oman á Dannebrog, stóð Halla klár í keibrekkuni við hesum lítla pakkanu í hondini. Og tá ið Mary gekk framvið [...] at heila uppá tey kongligu, nú ter eru er Føroyum. Men tó skerst ikki burtur, at ongin var so spentur sum 10 ára gamla Halla Káradóttir. Hon er púra burtur í Mary, krúnprinsessu og gekk aftaná tey allastaðni [...] eina gávu. Og tað nyttaði onki at muta ímóti tí Halla hevði sett í seg, at hon mátti sleppa at geva Mary eina gávu. Hon hevur akkurát verið í Danmark og ferðast og hevði eitt sindur av lummapengum til avlops
eru gjørdar í dansi í Sumba, á Velbastað, Strondum, í Skálafirði, Nólsoy, Gøtu og Skálavík. Skjaldrini eru upptikin í Havn, Streymnesi og á Toftum. Upptøkurnar við kingosangi eru gjørdar í Klaksvík, Saksun [...] norðurlendskari innsavningarferð í Føroyum í januar og februar 1959. Elstu upptøkurnar á fløgunum eigur Jógvan Gerðalíð, og tær eru við tjørnuvíkingum, ið syngja kingosálmar í 1950. Nýggjastu upptøkurnar eru [...] tvífløgu, ið er komin út. Tvífløgan er útgivin í samstarvi millum føroyska plátufelagið Tutl og franska útgávufelagið Frémeaux & Assosiés, og verður at fáa til keyps í 32 londum. Á fløgunum eru tey ymisku sløgini
hvussu tú definerar tað at vera í samsvar við føroyskar málreglur. Hann nevnir eitt nú dømi um nøvn, sum hava verið vanlig í Føroyum í nógv ár, men nú sleppa hesi ikki upp í part longur. ?Lógin varð gjørd [...] sjónarmið komu tó ongantíð at hava tað nógv at siga. Lógin varð skrivað í einum sovorðnum líki, ið Eivind Weyhe ikki er samdur í. ?Meira liberal málslig sjónarmið áttu eisini at verið tikin við. Tað átti [...] sigur Eivind Weyhe. Hann vil ikki siga, at tað var skeivt at seta eina sovorðna lóg í gildi, men hann heldur, at linjan í lógina er alt ov avmarkað, og tað vísir seg eisini, at sera nógv fólk eru ónøgd við
hjá Tutl. Tvær konsertir verða við Enekk. Onnur er í høllini í Norðurlandahúsinum mánakvøldið 12. august klokkan 19.30, og hin verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, leygarkvøldið 17. august klokkan 21. [...] løgunum, sum verður at hoyra. Enekk hevur, síðani bólkurin varð stovnaður í 1991, altíð spælt egnan tónleik, bæði í Føroyum, og í so fjarskotnum londum, sum eitt nú Bulgaria. Bólkurin Enekk verður mannaður [...] sanginum " Eru vit til" í sangkappingini hjá Amnesty International. Tað er langt síðani Enekk seinast varð á palli, men nú er tíðin komin. Listastevna Føroya hevur sett bólkin á skránna í samband við 25 ára
kl. 17.00. Niles Plys hevur áður verið í Føroyum, og tá gekk honum sera væl at undirhalda børnunum. Niels Plys hevur eisini verið væl umtóktur sum undirhaldari í Danmark, og hann er støðugt á ferð. Gospel [...] Tað verða fleiri áhugaverd tiltøk í Kommunuskúlagarðinum á ólavsøku. Bæði ólavsøkuaftan og ólavsøkudag fara Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen at spæla til dans í tjaldinum. Eyðun og Terji hava samstarvað [...] samstarvað nógv um tónleik seinnu árini. Eyðun hevur øll árini verið ein av høvuðsmonnunum í Frændum, og Terji var eisini við í bólkinum nógv av áttatiárunum. Terji er eisini kendur frá bólkum sum Føstufressum
ikki at pressan hevur gjørt. Hví skal SEV eiga el-útbúnaðin í Vágatunlinum? Eigur SEV el-útbúnaðin í Kolfjarðatunlinum? Eigur SEV útbúnaðin í Leirvíkstunlinum? Um Landsverkfrøðingurin skal gera Norðoyatunnilin [...] stóra vatnorkuútbyggingin í Eysturoynni liðug, tað stóð ein lítil greinastubbi á baksíðuni á Sosialinum, at nú var hetta liðugt, og ein á fór niður í eitt hol. Um hetta var í einum av grannalondunum, so [...] Norðoyatunnilin, hvør skal so eiga el-útbúnaðin? Eg meini, at SEV hevur veitiskyldu til orku í øllum Føroyum, eisini til Klosterboer, ið er ein útlendsk fyritøka, ið kemur til Føroya, tað skuldi verið álagt eini
seg sekan í at hava hakkað seg inn á telduna hjá løgregluni, men hann viðgongur, at hann hevur verið á internetinum í tí tíðarskeiðnum, sum lógarbrotið skal hava verið framt. Dómur verður sagdur í málinum [...] vórðu framd í oktober mánað í 1999, tá hann var 15 ára gamal. Talan var um, at ákæruvaldið fór at leggja ákærurnar móti dronginum til viks, men tá hann ikki vildi játta seg sekan, endaði málið í rættinum [...] Drongurin hevur ikki hakkað gjøgnum heimasíðuna hjá løgregluni í Føroyum, tí hon var als ikki á internetinum tá. Løgreglan hevði hinvegin internetsamband, sum mest varð nýtt til at senda teldupost. Drongurin