Eiga at taka onnur fyrilit

?Tað átti ikki at verið so strangt, hvørji nøvn verða loyvd á navnalistanum, sigur Eivind Weyhe, málfrøðingur

NAVNALÒGIN

?Navnalóggávan er ov strong.
Hetta metir Eivind Weyhe, málfrøðingur. Tá navnalóggáva varð evnað til í 1992 sendi hann rættarnevndini hjá Løgtinginum eitt bræv, har hann vísti á sín áhuga at gera viðmerkingar til tað ætlaðu lógina. Hansara sjónarmið komu tó ongantíð at hava tað nógv at siga. Lógin varð skrivað í einum sovorðnum líki, ið Eivind Weyhe ikki er samdur í.
?Meira liberal málslig sjónarmið áttu eisini at verið tikin við. Tað átti ikki at verið so strangt, hvørji nøvn verða loyvd á navnalistanum, sigur Eivind.
Fyri Eivind Weyhe at síggja er tað ein spurningur um, hvussu tú definerar tað at vera í samsvar við føroyskar málreglur. Hann nevnir eitt nú dømi um nøvn, sum hava verið vanlig í Føroyum í nógv ár, men nú sleppa hesi ikki upp í part longur.
?Lógin varð gjørd alt ov avmarkað frá byrjan. Teir trupulleikar, vit nú síggja, vóru væntandi við einari tílíkari lóg við stórum avmarkingum, sigur Eivind Weyhe.
Hann vil ikki siga, at tað var skeivt at seta eina sovorðna lóg í gildi, men hann heldur, at linjan í lógina er alt ov avmarkað, og tað vísir seg eisini, at sera nógv fólk eru ónøgd við lógina.
Eyvind Weyhe hevur sjálvur ikki tikið støðu til, hvørt tað - eftir hansara tykki - skal vera fullkomiliga frítt hjá fólki at kalla teirra børn fyri, hvat tey vilja, men heldur, at lógin átti at verið meiri liberal, enn hon er.
Líkamikið hvat hendir við navnalóggávuni, so er Eivind ikki í iva um, at málið verður tað sama ? hvørki betri ella verri.