?Sosialurin vil verða eitt blað fyri allar føroyingar, og tískil arbeiða vit eisini fram ímóti, at tænastan fyri haldararnar runt um í landinum skal vera á sama støði, sum hon er í Havn. Enn er langt eftir á mál, men hetta má so sigast at vera ein byrjan, sigur Jan Müller og vísir á, at í Føroyum er ikki bara sum at siga tað, at fáa bløðini út til allar oyggjarnar. Hann sigur, at í einum oyggjalandi, ber ikki til at samanbera slíka útbering kring landið við til dømis Danmark, har hon næstan kann fáast frá hondini á súkklu.
Hann vísir á, at hetta við blaðútberingini byrjaði í sínari tíð, tá Postverkið legði blaðútberingina tann týdningarmesta dagin í vikuni, leygardag, niður.
? Hetta tvingaði bløðini til at finna eitt alternativ, staðfestir hann.
Jan sigur, at sjálvsagt vónar hann, at hetta fer at økja um talið á haldarum í Klaksvík.
? Nú hava klaksvíkingar eitt egið blað. Lokalblaðið Norðlýsið, men tað er kanska meiri lokalt burturav. Meðan vit vilja leggja okkum eftir at vera lokalavís, men so sanniliga eisini landsavís fyri klaksvíkingar, leggur Jan dent á.
Hann vísir á, at hetta so sanniliga eisini er í tráð við royndina hjá blaðnum at nærkast lesarunum runt um í landinum meira. Við bæði bygdaredaktiónum og nú blaðútbering hvørt kvøld í høvuðsstaðnum og Klaksvík, heldur hann, at tað byrjar at líkjast.
? Men tað er onki dulsmál, at enn hava vit langt eftir á mál at gera blaðið betur og at røkka øllum, sigur Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum.