Drongurin vil ikki játta seg sekan í at hava hakkað seg inn á telduna hjá løgregluni, men hann viðgongur, at hann hevur verið á internetinum í tí tíðarskeiðnum, sum lógarbrotið skal hava verið framt. Dómur verður sagdur í málinum komandi mikudag.
Málið hevur verið sera drúgt, tí lógarbrotini, sum drongurin er ákærdur fyri, vórðu framd í oktober mánað í 1999, tá hann var 15 ára gamal.
Talan var um, at ákæruvaldið fór at leggja ákærurnar móti dronginum til viks, men tá hann ikki vildi játta seg sekan, endaði málið í rættinum.
Drongurin skal hava gjørt tvær royndir sama dag at bróta inn í telduna, sum tó ikki var á innanhýsis netinum hjá løgregluni. Tí kundi drongurin ikki fáa hendur á týðandi ella loyniligum málum.
Drongurin hevur ikki hakkað gjøgnum heimasíðuna hjá løgregluni í Føroyum, tí hon var als ikki á internetinum tá. Løgreglan hevði hinvegin internetsamband, sum mest varð nýtt til at senda teldupost.
Drongurin hevur ikki fingið hendur á nøkrum upplýsingum gjøgnum telduna, tí hon hevði eina trygdarskipan, sum forðaði hesum. Um tað hevði eydnast, so hevði hann kunnað lisið teldupost millum løgregluna og borgarar, og hann hevði eisini kunnað fingið fatur á loyniorðum.
Í desember varð ein maður dømdur fyri stuldur, tá hann hakkaði seg inn á eina teldur og tók loyniorðið til internetsambandið hjá viðkomandi. Soleiðis kundi hann fara á internetið uttan at gjalda.
Maðurin fekk ein tvey ára treytaðan dóm, sum merkir, at um hann ger slíkt lógarbrot næstu tvey árini, so skal hann inn at sita. Harumframt skuldi maðurin rinda 1.200 krónur í bót.