"Traditional music in the Faroe Islands" er heitið á eini nýggjari tvífløgu, ið er komin út. Tvífløgan er útgivin í samstarvi millum føroyska plátufelagið Tutl og franska útgávufelagið Frémeaux & Assosiés, og verður at fáa til keyps í 32 londum. Á fløgunum eru tey ymisku sløgini av føroyskum traditionellum tónleiki - kvæði, vísur, tættir, skjaldur og kingosangur - umboðaði. Útgávufelagið Frémeaux stendur fyri sjálvari útgávuni og útbreiðsluni, meðan Tutl hevur staðið fyri tilrættisleggingini av ljóð-, teksta- og myndatilfarinum.
Flestu upptøkurnar á fløgunum báðum eru umvegis Útvarp Føroya fingnar til vega frá svenska útvarpinum, ið var við á eini felags norðurlendskari innsavningarferð í Føroyum í januar og februar 1959. Elstu upptøkurnar á fløgunum eigur Jógvan Gerðalíð, og tær eru við tjørnuvíkingum, ið syngja kingosálmar í 1950. Nýggjastu upptøkurnar eru gjørdar fyri fýra árum síðani.
Tilfarið er skipað á tann hátt, at upptøkur, har føroyskt mál verður nýtt (kvæði, tættir og skjaldur), eru á fyrru fløguni, meðan upptøkur, har danskt mál verður nýtt (sálmar og vísur), eru á seinnu fløguni. Ein bóklingur við frágreiðingum á enskum og fronskum máli fylgir við fløgunum.
Upptøkurnar við føroyskum kvæðum og tættum og donskum vísum eru gjørdar í dansi í Sumba, á Velbastað, Strondum, í Skálafirði, Nólsoy, Gøtu og Skálavík. Skjaldrini eru upptikin í Havn, Streymnesi og á Toftum. Upptøkurnar við kingosangi eru gjørdar í Klaksvík, Saksun, Gøtu, Streymnesi og á Strondum.
Jónheðin Tróndheim mastraði fløgurnar. Kári Sverrisson, Kristian Blak og Svend Højgaard løgdu útgávuna til rættis fyri Tutl og franska útgávufelagið.
Mynd av fløgu
Nýggj tvífløga við millum øðrum Kingo, kvæðum og skjaldrum er nú komin á marknaðin