ES og Føroyar vilja samstarva um svartkjaft

Føroyar og ES hava eina felags skyldu at loysa trupulleikarnar við ovurfiskingini av svartkjafti

Samstarv

Nú eru vónir um at Føroyar og ES kunnu fara undir eitt felags átak fyri at steðga ovurfiskingini av svartkjafti.
Tað er greitt eftir fund í dag ímillum Jóannes Eidesgaard, løgmann og ES nevndarlimin í fiskivinnu, Joe Borg
Á Brüsselferð síni hitti løgmaður í dag Joe Borg har teir mest tosaðu um trupulleikarnar við ovurfiskingini av svartkjafti.
Løgmaður vísur á, at bæði Føroyar og ES hava stór áhugamál í svartkjaftinum og tí heldur hann, at tað er av alstórum týdningi, at báðir partar í felag virka fyri eini burðardyggari menning av kroysta svartkjaftastovninum.
Eftir fundin verður upplýst av løgmansskrivstovuni, at vit kunnu hava eina varisliga vón um at ES og Føroyar í felag kunnu fáa gongd á læstu støðuna millum londini.
Á fundinum legði løgmaður dent á, at tað er óheppið, at svartkjaftastovnurin í fleiri ár hevur verið ovfiskaður, og tískil var tað óheppið, at ES í desembermánaði gjørdi av at hækka kvotuna á svartkjafti.
Joe Borg og Jóannes Eidesgaard eru samdir um, at málið um svartkjaftin er eitt sera álvarsamt mál, sum ein loysn má finnast á. Teir avráddu tí, at samráðingarnevndirnar hjá Føroyum og ES hittast til tvípartasamráðingar sum skjótast, at tosa um hvussu Føroyar og ES í felag kunnu virka fyri eini loysn á málinum.
Føroya Landsstýrið hevur seinastu árini áhaldandi heitt á ES-myndugleikar um at økja kvotuna á rækjum. Á fundinum í morgun varð rækjukvotan aftur umrødd, og ES-nevndarlimurin vísti ikki føroyska ynskinum aftur, og vildi umhugsa støðuna fyri at finna eina nøktandi loysn fyri allar partar.