rull í gjár og kappast verður í tveimum bólkum A og B. Fýra lið eru í hvørjum bólki, og teir tilsamans fýra dystirnir í bólkunum báðum vórðu bríkslaðir í gongd samstundis í gjár í Havn, Klaksvík og á Skála [...] verður aftur í dag, týsdagin, og hósdagin á hesum støðum kl. 14.30: Argir, Fuglafjørður, Havn, Klaksvík, Runavík og Toftir. Leygardagin verða finaludystirnir leiktir, og teir skulu allir spælast í Gundali har
kommunulæknamiðstøðin í Klaksvík tikin í nýtslu. Klaksvíkar kommuna hevur sent innbjóðingarnar til móttøku í læknamiðstøðini út, og verður hon klokkan 15 fríggjadagin 17. desember. Í nýggju læknamiðstøðini [...] fyrstu ferð í Norðoyggjum fýra fult útgjørd kommunulæknahøli undir sama taki. Kommunan vónar, at hetta verður viðvirkandi til eina nýggja tíð við støðugum kommunulæknaviðurskiftum í Klaksvík, har bert tað [...] Henda bygging er á ein hátt søgulig, tí umframt byggiharran í Klaksvíkar kommunu hava eisini grannakommunur í Norðoyggjum luttikið fíggjarliga í hesi íløguni, sum jú kemur øllum Norðoya Læknadømi tilgóðar
Seinasta leygarkvøld varð skipað fyri hugnakvøldi í Smæruni í Klaksvík í samband við, at áhugabólkurin hevur verið virkin í 25 ár. Á skránni var sangur, hugleiðingar og ábit. Kala Lómaklett hugleiddi um [...] rin í Klaksvíkar kommunu, Karl Johansen, sum eisini er stýrisformaður í Norðoya Bú- og Heimatænastu, varð boðin við og luttók, bæði sum gestur og myndamaður. Umleið 60 fólk vóru til hugnakvøldið í Smæruni [...] Smæruni í Klaksvík
samstarvssáttmálar við fótbóltssambondini í Týsklandi, Eysturríki og í Meksiko. Í dag hevur hann vant føroyskar málverjar á vøllinum við Djúpumýru norðuri í Klaksvík. Tað er KÍ-málverjin, Meinhardt Joensen [...] undir myndini ber til at hoyra samrøður við Maarten Arts og Meinhardt Joensen, sum vóru tiknar upp í Klaksvík í gjárakvøldið. [...] venja føroyskar málverjar. Venjing verður aftur á skránni í morgin. Maarten Arts leggur serligan dent á, at málverjar skulu verða meira offensivir í sínum spæli, ikki minst við deyðbóltsstøður. Við at trýsta
sær, at teir nú eru nummar tvey í bólkinum. Teir hava tvey stig eftir tveir dystir, og tað sama hevur Team Klaksvík, sum í fyrsta umfarinum vann á Neistanum. Í Klaksvík var eingin ivi, tá KÍF vitjaði. [...] dystir í Coca-Cola kappingini hjá monnum vórðu spældir í kvøld. Í Hoyvík vann H71 sera tætta uppgerð móti Neistanum. Endaliga úrslitið gjørdist 25-24, eftir at Neistin annars hevði verið á odda 17-13 í há [...] Endaliga úrslitið varð 26-40. Í hálvleikinum vóru bara fýra mál á muni, men eftir steðgin gjørdu gestirnir bart. Við sigrinum hava kollfirðingar fýra stig eftir tveir dystir, og hava teir soleiðis beina
Sólrun og Ivan, í Malmø í Svøríki, 37 ár. 9. januar Inge Juul Hansen, fødd Petersen, vanliga nevnd Busse, ættað úr Klaksvík, búsitandi í Svogerslev, 74 ár. 10. januar Fredrikka Michelsen í Vági, vanliga [...] Tóraldur Kollsker, ættaður av Eiði, búsitandi í Svínáum, 79 ár. 7. januar Beinta Joensen, Miðvágur, 33 ár. Minna Jacobsen, sosialrágevi, ættað úr Sandvík, búsitandi í Havn, 52 ár. 8. januar Julian Jespersen [...] vanliga nevnd Dikka, 89 ár. Lis Moeskjær, fødd Hansen, ættað úr Froðba, bús. í Keypmannahavn, 72 ár. Kalla Samuelsen, Klaksvík, 91 ár. Magda Bjarnastein, Fuglafjørður, 91 ár. 12. januar Henning Anthoniussen,
Landssjúkrahúskapellinum í kvøld klokkan 18.00 heim í Ebenezer. Jarðarferðin verður í morgin klokkan 13.00. Tey ið vilja minnast Knút, kunnu lata eina gávu til Kristnastovu, konto í peningastovnunum. Kistan [...] Suðuroyar Sjúkrahúsi í kvøld klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Bethel í Vági týsdagin klokkan 13. Eliesar Sørensen, vanliga nenvdur Eliesar í Fugloy, andaðist sunnunáttina á Klaksvík Sjúkrshúsi, sløk 100 [...] Kistan við Sigrið Gudjónsson, Klaksvík, fer úr Kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í kvøld klokkan 18.00. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni týsdagin 22. november klokkan 13.00. Kistan við Knút Háberg
vóru stívliga 40 prosent meira enn í 2000. Lokalblaðið í Norðoyggjum, Norðlýsið skrivar í gjár, at hetta tonsatalið er eins høgt, sum tað var í teimum mest aktivu árunum í sjeytitalinum. Kósavirkið hevur [...] Klaksvík: Kósavirkið hevði eitt av sínum bestu árum nakrantíð í fjør, tá hugsað verður um nøgdina av fiski, sum virkið tók ímóti. Stóra fiskavirkið í Klaksvík tók ímóti 11.000 tonsum av fiski, og tað vóru [...] Adrian Dalsá, sigur við Norðlýsið, at Kósin roynir at finna ein betri marknaði til sínar upsavørur, tí í fjør fingu tey ikki so nógv fyri hesa vøru, sum tey vilja hava.
fyri eini hálvari øld síðani, í fyrstu syftu fóru teir til Íslands. Á stevnuni fara teir at greiða frá um gamlar dagar í Klaksvík, serliga í Betesda og um fyrstu tíðina í Íslandi og teir hava myndir at [...] Um vikuskiftið verður serstøk trúboðarastevna í Betesta í Klaksvík, har fýra gamlir trúboðarar fara at minnast aftur á farnar dagar. Talan er um trúboðararnar, Óla á Grømma Jacobsen, Páll Poulsen, Hans [...] at krydda framløgurnar við Bæði 17 Sangarar og ung fara at syngja Samtundis verður ungdómsstevna í Betesda, og hara fara teir gomlu trúboðararnir at sita við eitt pallborð, har teir fara at svara spurningum
frá løgregluni í Klaksvík, um at burturbeina dynamittið. Tað var nýggi eigarin av staðnum á Norðtoftum, sum bleiv varugur við dynamittið, tá viðkomandi yvirtók staðið í august mánaði í ár. Í einum seyðahúsi [...] seyðahúsi lá ein posi við teimum seks kilounum av dynamitti. Viðkomandi ringdi til løgregluna í Klaksvík, sum síðani sendi minuhermenn hjá Arktisk Kommando at spreingja dynamittið. Minuhermenninir avbyrgdu staðið [...] seyðahúsið er. Spreingingin, sum gav buldur frá sær, hoyrdist væl í Hvannasundi. Einasti skaðin. sum stóðst av sprongingini, var eitt knúst vindeygað í seyðahúsinum.