Leggur føroyskum málverjum lag á

Maarten Arts úr Niðurlondum hevur nógvar føroyskar málmenn undir síni kønu hond í Klaksvík í hesum døgum

Maarten Arts hevur arbeitt saman við so stórum málmanslegendum, sum Toni Schumacher, Hans van Breukelen, Oliver Kahn og Jens Lehmann. Hann hevur samstarvssáttmálar við fótbóltssambondini í Týsklandi, Eysturríki og í Meksiko.

 

Í dag hevur hann vant føroyskar málverjar á vøllinum við Djúpumýru norðuri í Klaksvík. Tað er KÍ-málverjin, Meinhardt Joensen, sum hevur fingið hann til Føroya at venja føroyskar málverjar. Venjing verður aftur á skránni í morgin. 

 

Maarten Arts leggur serligan dent á, at málverjar skulu verða meira offensivir í sínum spæli, ikki minst við deyðbóltsstøður.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra samrøður við Maarten Arts og Meinhardt Joensen, sum vóru tiknar upp í Klaksvík í gjárakvøldið.