Læknamiðstøðin liðug

Fríggjadagin 17. desember verður kommunulæknamiðstøðin í Klaksvík tikin í nýtslu. Klaksvíkar kommuna hevur sent innbjóðingarnar til móttøku í læknamiðstøðini út, og verður hon klokkan 15 fríggjadagin 17. desember.
Í nýggju læknamiðstøðini verða fyri fyrstu ferð í Norðoyggjum fýra fult útgjørd kommunulæknahøli undir sama taki. Kommunan vónar, at hetta verður viðvirkandi til eina nýggja tíð við støðugum kommunulæknaviðurskiftum í Klaksvík, har bert tað eina av teimum fýra føstu kommunulæknastørvunum eru mannað, sum nú er. Tvey onnur størv eru mannað við avloysarum, og tað fjórða er ikki sett.
Henda bygging er á ein hátt søgulig, tí umframt byggiharran í Klaksvíkar kommunu hava eisini grannakommunur í Norðoyggjum luttikið fíggjarliga í hesi íløguni, sum jú kemur øllum Norðoya Læknadømi tilgóðar.