Áhugabólkur fyri eldri 25 ár á baki

Umleið 60 fólk vóru til hugnakvøld í Smæruni í Klaksvík.

Seinasta leygarkvøld varð skipað fyri hugnakvøldi í Smæruni í Klaksvík í samband við, at áhugabólkurin hevur verið virkin í 25 ár.

 

Á skránni var sangur, hugleiðingar og ábit.

 

Kala Lómaklett hugleiddi um ymisk tiltøk, sum áhugabólkurin hevur skipað fyri seinastu árini, og Gunvør Sigurðsson, forkvinna í Eldraráðnum, greiddi frá arbeiðnum hjá eldraráðnum og kunnaði um, hvussu ráðið er samansett.

 

Unn og Jón Absalon Østerø framførdu eisini nakrar sangir, og setti hetta  ein heilt serligan dám á hugnaløtuna.

 

Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Karl Johansen, sum eisini er stýrisformaður í Norðoya Bú- og Heimatænastu, varð boðin við og luttók, bæði sum gestur og myndamaður.

 

Umleið 60 fólk vóru til hugnakvøldið í Smæruni í Klaksvík