Tveir dystir í Coca-Cola kappingini hjá monnum vórðu spældir í kvøld.
Í Hoyvík vann H71 sera tætta uppgerð móti Neistanum. Endaliga úrslitið gjørdist 25-24, eftir at Neistin annars hevði verið á odda 17-13 í hálvleikinum. Sigurin hjá H71 ber við sær, at teir nú eru nummar tvey í bólkinum. Teir hava tvey stig eftir tveir dystir, og tað sama hevur Team Klaksvík, sum í fyrsta umfarinum vann á Neistanum.
Í Klaksvík var eingin ivi, tá KÍF vitjaði. Endaliga úrslitið varð 26-40. Í hálvleikinum vóru bara fýra mál á muni, men eftir steðgin gjørdu gestirnir bart. Við sigrinum hava kollfirðingar fýra stig eftir tveir dystir, og hava teir soleiðis beina kós móti hálvfinaluni.