Kappingin fór á rull í gjár og kappast verður í tveimum bólkum A og B. Fýra lið eru í hvørjum bólki, og teir tilsamans fýra dystirnir í bólkunum báðum vórðu bríkslaðir í gongd samstundis í gjár í Havn, Klaksvík og á Skála.
Dystast verður aftur í dag, týsdagin, og hósdagin á hesum støðum kl. 14.30: Argir, Fuglafjørður, Havn, Klaksvík, Runavík og Toftir. Leygardagin verða finaludystirnir leiktir, og teir skulu allir spælast í Gundali har byrjað verður kl. 11.00.
Av tí, at talan er um eina U17-kapping, er ongin dystur longri enn 80 minuttir. Og teir, sum eru settir at stýra ungu leikarunum meðan spælt verður, eru bæði útlendskir og føroyskir dómarar.











