Staddur á tingi, fríggjadagin 7. mars kl. 16, fekk eg boð frá Jóannesi Eidesgaard um, at fundur skuldi vera um fejuleguna á Trongisvágsfirði dagin eftir. Svarað varð Jóannesi, at fundurboðini høvdu alt [...] alt ov stutt skotbrá til, at eg slapp suður tað kvøldið. Tingfundurin endaði einar tríggjar tímar seinni, og eg var bundin av fundi í Havn dagin eftir. Kl. 18.30 sama dag lýsti Suðuroyar Kunningarstova við [...] skuldu vera við á fundinum. Tá fleiri framvegis sóknast eftir, hví eg ikki var við, skal eisini sigast frá, at Suðuroyar Kunningarstova hevði ikki biðið meg koma við á hendan fund. Eyðun Eltør segði seg hava
ganga undan. Alt rútaglasið kemur úr Havn, greiða teir báðir, Heðin og Danjal Pauli frá, og vanliga plaga teir at fáa einar tvær sendingar um vikuna. Men nú eru einir fjúrtan dagar, síðan nakað kom vestur [...] brøðurnir. Tað rakar bara útjaðaran. Inni á meginøkinum ger tað ongan mun at kalla. Heðin Poulsen greiðir frá, at tað er so galið vorðið nú, at tað er skjótari at fáa eitt vindeyga úr Danmark til Elduvíkar, enn [...] vindeygunum, so húsini kunnu innilokast. Teir hava roynt onkra alternativa loysn, greiðir Heðin Poulsen frá. Eitt nú varð roynt ein dag her fyri at flyta nøkur vindeygu um Vestmannasund við dekksbátinum Ólavi
Árni Olafsson er útbúgvin búskaparfrøðingur, cand. polit., frá universitetinum í Keypmannahavn. Fjølbroyttur og dugnaligur sum hann er, flytir hann seg tó lætt og elegant innan øll samfelagsvísindalig [...] orsøkum ikki at taka av. Lívsstarvið gjørdist tíbetur fyri Føroyar og føroyska umsiting eitt annað. Tá Einar Kallsberg gjørdist skrivstovustjóri í Tinganesi, varð Árni Olafsson í 1976 settur í starv í uttan [...] flestu av uppritunum, sum skrivað vórðu til politisku tingingarnar í undirgrundarmálinum. Í árunum frá 1993 til 2000 var Árni aftur í tænastu hjá landsstýrinum, hóast tænastustaðurin var í danska uttan
túr afturat á miðdegi, umframt at hon skuldi sigla longri út á kvøldið. Tilsamans skuldi hon sigla einar 900 túrar fleiri um Leirvíksfjørð um árið, enn hon hervur gjørt higartil. Men fyri at tað skuldi lata [...] góðtaka. Øll tey trý feløgini, sum hava manning umborð á Dúgvuni, hava boðað Strandferðsluni skrivliga frá, at tey góðtaka ikki ætlanina hjá Strandferðsluni. Tey trý feløgini eru Skipara- og Navigatørfelagið [...] feløgini, men sum støðan er í løtuni, eru tey ikki so frægt sum kunnað um ætlanina. Feløgini boða tí frá, at inntil feløgini og Strandferðslan eru samd um broytingarnar, fara tey at nokta manningini á Dúgvuni
teknað og málað alt sítt lív og eru tey nærum hálvthundað listaverkini gjørd í eitt 20 ára skeið, frá 1982 til í dag. ?Eg havi ætlað hetta so leingi og vóni sjálvandi, at serstakliga havnarfólk fara at [...] við at hava teknað vøkru Fríðrikskirkjuna á Nesi og lutvíst tilevnað alt, sum í kirkjuni er, líka frá stakum, lampum til altar og altartalvu. Við mappuni ?Havnarmyndir? hevur listamaðurin tikið eitt rættiliga [...] eins livandi og tekningarnar hevur hann prátað við fleiri tilkomin havnarfólk og burtur úr tí umrøtt einar 11 av gøtumyndunum í býnum, her serstakliga gamlar og søguliga gøtumyndir, ið allar eru so sprenfullar
Kommunumál Tað skal nakað ítøkiligt gerast fyri at økja um ferðslutrygdina til og frá skúlanum á Giljanesi, sigur Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági. Kommunan og Landsverkfrøðingurin eru farin undir [...] undir arbeiðið. Ferðslan í Giljum, har skúlabørnini, sum ganga á Giljanesi, ferðast, fer at økjast frá at vera nógv sum er, til at verða øgilig, tá undirsjóvartunnilin verður liðugur, væntar borgarstjórin [...] fer at líkjast henni, sum gjørt er í R.C. Effersøesgøtu við SMS og Apotekið, greiðir Rósa Samuelsen frá. Vegurin gjøgnum Sandavág er landsvegur, og tí er neyðugt við samstarvi við Landsverkfrøðingin. Í Miðvági
At fáa einar 60-70 milliónir krónur- fyri einki at gera. Tað man ljóða sum ein dreymur hjá teimum allarflestu. Hjá nøkrum føroyingum er hesin dreymurin við at gerast veruleiki - um eitt bræv, sum teir [...] amerikanskar dollarar, sum hesin afrikanarin ætlar at seta inn á hesa bankakontina, sum hann skal læna frá føroyingunum og 30% av tí, eru næstan 10 milliónir dollarar, ella 60-70 milliónir krónur. Fyrrverandi [...] einkjan eftir fyrrverandi forsetan í Tanzania, Julius Nyerere, sum vil sleppa at læna eina bankakonto frá føroyingum. Hon sigur, at hon hevur fingið navnið og bústaðin hjá føroyingum í pappírum, sum lógu eftir
orkestrinum, sum so kann spæla einar hálvthundrað konsertir um árið. Hesar skulu ikki allar vera spældar av tí samlaða orkestrinum, men av ymiskum samansetingum av tónleikarum frá orkestrinum. Í veruleikanum [...] spæla. Men orsøkin er sambært Martini Mouritzen, orkesturleiðara, eins nógv, at tíðin er um at fara frá hesum hátti at styrkja orkestrið. ? Tað er klárt, at tá vit høvdu 14 yrkistónleikarar uppi og spældu [...] millum annað verkið »Typewriter« hjá Leeroy Anderson, har eitt av ljóðførunum er, sum navnið boðar frá, ein skrivimaskina av tí gamla slagnum, sum bæði sigur »tak-tak« og »pling«, tá skrivað verður á hana
gjørdist nr. 3, so úrtøkan má sigast at hava verið sera góð. Royna okkurt nýtt Sjálvur greiður Petur frá, hetta við at luttaka í slíkum kappingum, mest verður gjørt fyri at royna nakað nýtt, eins og tað ikki [...] aftur, har móttøka við blómum og øllum var fyrireikað í Fríðkuni, sigur Petur. Hann greiður annars frá, at tá hann hinar báðar ferðirnar var í Íslandi og royndi seg, var hetta einamest tí Jákup Eið, sum [...] umleið helvtina av sjónliga partinum, áðrenn tú fert á pallin, og hetta hevði Petur so eisini gjørt. Í einar 7 tímar finglaðist hann við at seta jarnstengur og annað í hárið á unnustuni, Jannie, áðrenn tey um
hevur tosað við, greiðir frá, at støðan hjá Atlantic Radio er eitt stórt kaos. Hann vísir á, at fyritøkan skyldar nógvum kreditorum nógvan pening, og alt í alt eru krøvini einar 700 túsund krónur. ? Men [...] viðurskiftini, men hasir persónarnir, sum hava staðið við ábyrgdini av støðini skulu halda seg langt vekk frá henni. Teir hava víst, at teir ikki hava ánilsi av hvat tað snýr seg um, og tað er ikki eitt menniskja [...] og tað ger, at tað er eingin, sum torir at nerta við felagið, líkamikið um núverandi leiðsla fer frá. Best at lata tað fara Hóast tað kostar nógvum fyritøkum nógvan pening, so heldur keldan sum Sosialurin