Verkfall
Vatnsoyrum:
Á snikkaravirkinum í Vatnsoyrum standa stakkar við bæði lidnum og hálvlidnum vindeygum, sum ikki sleppa víðari, tí verkfall er á Vestmannasundi.
?Vit sleppa ikki av við tað, sum vit hava gjørt liðugt, og vit fáa ikki tilfar vestur at gera tað liðugt, sum biðið er um, sigur Heðin Poulsen á Vatnsoyra Snikkaravirki.
Vit sita við borðið í kaffistovuni í Vatnsoyrum. Tveir eru brøðurnir hinumegin. Heðin og Dánjal Pauli, sum er á vindeygavirkinum Føroya Glugga í Miðvági, sum Vatnsoyra Snikkaravirki eisini eigur.
Famleiðslan á báðum virkjunum er í grundini tann sama, uttan bara tann munur, at tað, sum gjørt verður á Føroya Glugga í Miðvági, verður gjørt úr plasti, meðan teir í Vatnsoyrum gera tey vælkendu H-vindeyguni úr træi.
Hetta er eitt sindur órættvíst við hesum verkfallinum, halda teir báðir brøðurnir. Tað rakar bara útjaðaran. Inni á meginøkinum ger tað ongan mun at kalla.
Heðin Poulsen greiðir frá, at tað er so galið vorðið nú, at tað er skjótari at fáa eitt vindeyga úr Danmark til Elduvíkar, enn tað er at fáa tað úr Vatnsoyrum.
?Alt, sum vit flyta, er so stórt og tungt, at tað skal flytast við serligari útgerð. Og tað ber ikki til við teimum smáu førunum, sum í dag sigla um Vestmannasund. Ikki ber til at fáa bil um Sundið, og ikki ber til at leiga størri før, sum kunnu flyta vøruna, vísir Heðin Poulsen á. Hann sigur, at tað er sama lagið, tá vøra skal fáast hinvegin.
Í løtuni er tað so, bæði á Snikkaravirkinum og á Glugganum, at glasið er farið at ganga undan. Alt rútaglasið kemur úr Havn, greiða teir báðir, Heðin og Danjal Pauli frá, og vanliga plaga teir at fáa einar tvær sendingar um vikuna. Men nú eru einir fjúrtan dagar, síðan nakað kom vestur.
Úrlsitið er, at nú liggja hálvliðug vindeygu og bíða eftir glasi, meðan liðug vindeygu standa á plattum og bíða eftir at sleppa burtur. Aðrastaðni í landinum standa so húsaveggir og bíða eftir vindeygunum, so húsini kunnu innilokast.
Teir hava roynt onkra alternativa loysn, greiðir Heðin Poulsen frá. Eitt nú varð roynt ein dag her fyri at flyta nøkur vindeygu um Vestmannasund við dekksbátinum Ólavi, men tað er bara triðja ella fjórðabesta loysnin, sigur hann.
Vindeyguni eru tung og ring at flyta. Fólk má alla tíðina sita og ansa teimum, meðan siglt verður, og sama sjaggið er at fáa tey upp aftur hinumegin.
?Tað er so skjótt, at tey kunnu fáa skaða undir slíkum flutningi, og ta ábyrgdina má kundin taka á seg. So tað er hættisligt upp á mangar mátar, sigur hann.
Teir báðir, Heðin og Dánjal Petur, siga, at tað mesta, teir flyta inn til framleiðsluna, verður flutt við Eimskip, sum ikki siglir vestur í Vágar. Hinvegin ger Skipafelgið onkran túr til Miðvágs, men tekur ikki innanoyggja farm við.
So fæst ikki skjótt ein endi á verkfallinum, fer tað at fáa rættiligar fylgjur fyri vinnulívið í Vágum.
?Ikki ber til at koyra fólk til hús, heldur Dánjal Pauli Poulsen, tí so fara meninir bara aðrastðani at arbeiða, og vit fáa teir ikki aftur. Fólkið er størsta virðið, vit hava, sigur hann.