Ikki kann sigast annað enn, at Petur Jacobsen, sum dagliga starvast hjá Fríðkuni í SMS, hevur góðar hendur.
Fyri nøkrum árum síðani, í 1992 og 1993, luttók hann í Íslendskari kapping millum harfríðkunarfólk, og tær ferðirnar gjørdist hann ávíkavist nr. 2 og 1.
Síðani hetta hevur hann ikki luttikið í nakrari líknandi kapping, men í ár varð so aftur gjørt av at fara til Íslands.
Saman við Elin Gunnarsdóttir, sum eisini starvast hjá Fríðkuni, gekk leiðin aftur til Íslands, og heldur ikki hesu ferð lá úrslitið eftir. Petur vann nevnliga enn eina ferð kappingina, og Elin gjørdist nr. 3, so úrtøkan má sigast at hava verið sera góð.
Royna okkurt nýtt
Sjálvur greiður Petur frá, hetta við at luttaka í slíkum kappingum, mest verður gjørt fyri at royna nakað nýtt, eins og tað ikki slepst undan, at talan er um eina sera læruríka ferð.- At úrslitini so eisini hava verið somikið góð, ger bara alt upp aftur stuttligari, og ikki minst var tað ein stór uppliving at koma heim aftur, har móttøka við blómum og øllum var fyrireikað í Fríðkuni, sigur Petur.
Hann greiður annars frá, at tá hann hinar báðar ferðirnar var í Íslandi og royndi seg, var hetta einamest tí Jákup Eið, sum tá starvaðist í Fríðkuni, vildi sleppa at royna hetta. Jákup var eisini við tær báðar ferðirnar, og gjørdist hann nummar fýra í 1993.
Nú var tað so Elin, sum eggjaði mær til at koma við sær. Eg játtaði hesum, og sjálvandi er eg sera fegin um luttøkuna.
Stórarbeiði
Nógv arbeiði skuldi tó leggjast í ætlanina, áðrenn endaliga úrslitið fyrilá. Klæðini, sum modellið hjá Peturi var í, hevði Petur sjálvur evnað til, og heldur ikki var tað løtuverk at riggað hárið til.
Kappingin er skipað soleiðis, at tú hevur loyvi at gera umleið helvtina av sjónliga partinum, áðrenn tú fert á pallin, og hetta hevði Petur so eisini gjørt. Í einar 7 tímar finglaðist hann við at seta jarnstengur og annað í hárið á unnustuni, Jannie, áðrenn tey um fimm tíðina fóru á pallin at leggja seinastu hond á verkið.
Eftir 40 minuttir á pallinum var tíðin uppi, og so var bara at bíða, til dómararnir komu við sínum metingum av avrikinum.
Eftir at tey høvdu verið á pallinum, varð skipað fyri stórum døgurða millum allar luttakararnar, og síðani vóru vinnararnir úr ymsu bólkunum kunngjørdir. Talan var um eina rúgvu av bólkum, og tá bólkurin hjá Peturi og Elini, ið nevndist Free-style, var millum teir seinastu, gjørdist talan um eina hampuliga drúgva bíðitíð.
Einki HM
At enda spurdu vit Petur, um hann kundi hugsað sær at roynt seg í enn størri kappingum. Hann greiddi frá, at tað kanska ikki hevði verið so galið, men sum er, hevur hann ongan møguleika at vera vi til eitt nú HM. Hetta tí at føroyingar ikki eru altjóða skrásettir innan hárlist.
- Fyri at kunna luttaka í HM, skalt tú fyrst hava verið meistari í tínum landi, so um eg skal luttaka í slíkari kapping, skal eg fyrst vinna DM, so tað er ikki nakað, sum eg gangi og hugsi um, sigur Petur.