At fáa einar 60-70 milliónir krónur- fyri einki at gera. Tað man ljóða sum ein dreymur hjá teimum allarflestu.
Hjá nøkrum føroyingum er hesin dreymurin við at gerast veruleiki - um eitt bræv, sum teir hava fingið úr Afrika, er eftirfarandi.
Men dreymurin er longu brostin, tí brævið er ikki eftirfarandi.
Seinastu dagarnar hava fleiri føroyingar fingið bræv úr Afrika, har tað verður lovað at gera teir til fleirfaldaðar millióningar.
Tað einasta, sum teir skulu gera, er at læna einum afrikanara eina bankakonto, sum hann kann seta pening inn á.
Afturfyri ómakin skulu føroyingarnir fáa 30% av upphæddini.
Og talan er ikki um smávegis, tí talan er um heilar 32,3 milliónir amerikanskar dollarar, sum hesin afrikanarin ætlar at seta inn á hesa bankakontina, sum hann skal læna frá føroyingunum og 30% av tí, eru næstan 10 milliónir dollarar, ella 60-70 milliónir krónur.
Fyrrverandi forsetafrúa
Tað er ikki hvør, sum helst afrikanari, sum kemur við hesi umbønini. Tað er nevniliga ongin annar enn einkjan eftir fyrrverandi forsetan í Tanzania, Julius Nyerere, sum vil sleppa at læna eina bankakonto frá føroyingum.
Hon sigur, at hon hevur fingið navnið og bústaðin hjá føroyingum í pappírum, sum lógu eftir deyða mann hennara.
Tað er sonur hennara, sum eigur peningin, sum talan er um at flyta til Føroya. Peningurin varð ikki settur í banka men goymdur í trygdarskápum. Stjórnin, sum nú ræður í Tanzania er ikki vælviljað ímóti gamlu forsetahúskinum og tí hevur sonurin brúk fyri einum tryggum, útlendskum banka at seta peningin í.
Prinsar og fúrstar
Á kriminaldeildini hjá løgregluni í Havn, eru hesi brøvini als ikki ókend.
Jens Jensen, politistur, sigur, at tey, sum fáa slík brøv, skulu lata løgregluni tey.
? Vit senda tey so víðari til eina serliga løgregludeild í Danmark, sum arbeiðir við fíggjarligum svikum av ymsum slag.
Tí fíggjarligt svik er ikki annað, enn hvat hetta er.
? Tað eru altíð fólk við fínum heitum, prinsar og fúrstar, sum senda hesi brøvini til fólk. Hesuferð er tað so ein fyrrverandi forsetafrúa.
? Men hetta eru onki uttan falsarar. Akkurát, hvat teir fáa burturúr at fáa eitt kontonummar í einum føroyskum banka, kann bara gitast um. Men tað er eyðvitað við tí fyri eyga at misbrúka kontonummarið onkusvegna. Tað kann vera at teir onkusvegna fáa fólk at seta pening á bókina, sum teir síðani royna at fáa hendur á.
Jens Jensen sigur, at tað er ógvuliga umráðandi, at fólk als ikki svara slíkum áheitanum aftur.
? Fólk skulu so slett ikki lata nakað kontonummar frá sær. Men fólk skulu heldur ikki svara noktandi aftur. Tí fáa hesir falsarar fatur á einum brævi, við t.d. einum búmerki hjá eini fyritøku, ella felagsskapi á, kunnu teir eisini misbrúka tað onkusvegna.
? Tað hevur týdning at fólk leggja sær í geyma, at allir upplýsingar, sum tey geva slíkum falsarum, kunnu blíva eitt amboð í teirra hondum, og kunnu misbrúkast onkusvegna.
Jens Jensen sigur, at fáa hesir falsarar fatur á teimum røttu upplýsingunum, ta røttu løtuna, kan tað eydnast teimum at fáa nakað burturúr. Tí er tað umráðandi als ikki at svara aftur, hvørki so ella so.