Tá Føroya Symfoniorkestur spældi ta fyrstu av teimum nú árliga afturvendandi nýggjárskonsertunum høvdu heili 14 av tónleikarunum á orkesturplássunum, ferðast til Føroya til endamálið.
Tá Symfoniorkestrið spælir nýggjárskonsert 7. januar vera bara tveir »innfluttir« tónleikarar við. Hetta er partvís av fíggjarligum ávum, tí tað er kostnaðarmikið at fáa yrkistónleikarar higar at spæla. Men orsøkin er sambært Martini Mouritzen, orkesturleiðara, eins nógv, at tíðin er um at fara frá hesum hátti at styrkja orkestrið.
? Tað er klárt, at tá vit høvdu 14 yrkistónleikarar uppi og spældu, gjørdist klangurin sera góður ? allarhelst betri enn hann verður á komandi nýggjárskonsertini. Men Føroya Symfoniorkestur er á einum vegamóti. Frammanfyri stendur ein uppgerð um hvørt orkestrið skal verða verandi á tí støði, tað er á í løtuni, ella um meira orka skal leggjast í tað, soleiðis at orkestrið fær ment seg, sigur Martin Mouritzen.
Hann arbeiðir við einari ætlan um hvussu Føroya Symfoniorkestur kann menna seg til eitt slag af semi-professionellum orkestri. Dreymurin er, at tónleikararnir verða settir í parttíðarstarv hjá orkestrinum, sum so kann spæla einar hálvthundrað konsertir um árið. Hesar skulu ikki allar vera spældar av tí samlaða orkestrinum, men av ymiskum samansetingum av tónleikarum frá orkestrinum.
Í veruleikanum er her talan um eina ætlan um at gera Symfoniorkestrið til miðdepil fyri tónlistarligu menningina innan klassiskan tónleik. Men ætlanin krevur, at størri fíggjarlig orka verður veitt Symfoniorkestrinum, og enn er hetta ikki komið upp á tal.
Mannskórið við
Á komandi nýggjárskonsert verður ikki bara Føroya Symfoniorkestur at hoyra. Sum vanligt er, er eisini kórsangur við, og hesaferð verður tað Tórshavnar Mannskór, ið fer at syngja tvey verk saman við orkestrinum.
Men hetta kann væl gerast seinastu ferð, at kór verður við á nýggjárskonsertini hjá Symfoniorkestrinum. Konsertin broytist so við og við, og Martin Mouritzen, orkesturleiðari, dylir ikki fyri, at ein av broytingunum, ið honum hevði dámt, var um Symfoniorkestrið var einsamalt um nýggjárkonsertina í framtíðini.
Nýggjárskonsertin hevur við árunum fingið síni egnu sereyðkenni, og er blivin tað, sum orkesturleiðarin kallar »okkara egna slag av nýggjárskonsert«. Sum vanligt verða ein rúgva av smærri og nokkso »løttum« stykkjum spæld, men Martin Mouritzen hevur saman við orkestrinum eisini lagt seg aftir at fáa meira klassiskan tónleik inn í spæliskránna.
Millum annað fer trompetleikarin Jóhan Hentze at spæla 2. sats av trompetkonsertini hjá Haidn, og bretin Martin Pollard, ið undirvísir á Føroya Musikskúla, fer at spæla eina lítla solo yvir temu í klaverkonsert eftir Rachmaninov. Hesin tónasmiðjurin er kendur fyri síni rættiliga krevjandi verk fyri klaver.
Av teimum lættaru innsløgunum vera millum annað verkið »Typewriter« hjá Leeroy Anderson, har eitt av ljóðførunum er, sum navnið boðar frá, ein skrivimaskina av tí gamla slagnum, sum bæði sigur »tak-tak« og »pling«, tá skrivað verður á hana.
Hetta heldur óvanliga ljóðførið verður handfarið av Steven Foggin, sum millum annað spældi upp á sandpappír á nýggjárskonsertini fyri skjótt einum ári síðan.
Nýggjárskonsertin verður framførd sunnudagin 7. januar klokkan 19.30 í Norðulandahúsinum. Um gravgangurin eftir atgongumerkjum verður serliga stórur, verður ein eykakonsert møguliga framførd fyrr á degnum. Konsertin klokkan 19.30 verður sum vant send beinleiðis bæði í útvarpi og sjónvarpi.










