nunum innan fyri ávísar karmar. Alan Greenspan viðgekk, at hann var ovfarin av, at tann amerikanski fíggjarmarknaðurin var rapaður, men hann segði seg vænta, at bankarnir verða førir fyri at tryggja innskotið [...] høvdu sjálvir áhuga í at verja eginpeningin og partaeigararnar, og tí eru vit skelkað í dag og hava ilt við at trúgva tí, sum vit hoyra og síggja, segði gamli tjóðbankastjórin við ta serligu eftirlitsnevndina [...] at hann mistók seg, tá hann sum tjóðbankastjóri hevði sagt, at tað var eingin orsøk til at stúra fyri, at tann hækkandi bústaðarprísurin fór at elva til spekulasjón og kundi enda sum ein bløðra, ið kundi
samgongan, sum varð skipað fyri at skapa stabilitet, má nú finna síni bein og fara seriøst til verka. Tað er umráðandi, at signalini úr Føroyum eru greið, so vit verða tikin fyri fult úti í heimi. So mikið [...] niður yvir Edmund Joensen fyri ES initiativið. Ein skuldsetur hann fyri undirgravandi virksemi og kravt verður, at løgmaður og uttanríkisráðharrin taka stig til at steðga Edmundi fyri at bøta tann skaða, sum [...] grundini er tað væl skiljandi. Vit hava í Føroyum sera fastlæstar politiskar strukturar, har hvør ansar eftir sínum og har hvør verjir og røkir sítt kongsríki. Tað er eisini, sum vit gjørdu vart við í gjár, sera
við maka, leggur Sissal afturat. - Vit á Sendistovuni høvdu ein lítlan jólafrokost í somu viku sum vit lótu upp í fjør. Hetta var mest fyri at gera nakað saman, fyri at fejra samanleggingina. Ella var [...] og bara vit saman og ‘bonding’ og sang, so hevur verkstovan í ár sett sær fyri, at teir vilja skipa fyri tí sama í ár, slær ein væluppløgd Sissal Kristiansen fast. - Tú mást minnast til, at vit eru tvær [...] Tá byrjaðu vit við at fara út á Glyvursnes at skjóta leirdúgvur, so við Enniway inn aftur í Havnina, har vit so fóru á Hvonn at drekka Mojitos. So út til Norðlýsið sum lá við kei har. Vit høvdu fingið
til at skapa eitt umhvørvi, har kjøtið fer at smakka tað sama ár eftir ár - har møguleikin fyri roti og maðki er burtur, og har vit fáa kjøtið akkurát so ræst, sum tað hóvar okkum. Hetta kunnu vit gera í [...] av føroyska køkinum. Tað ræsta er ein hornasteinur í føroyskari gastronomi kunna vit siga. Nú líður á heystið, fara vit føroyingar at gleða okkum til ein ræstan bita, tí um fáar vikur eru rivini passalig [...] ng) og rot (cadaverositas). Vit føroyingar vita væl av royndum, at er turkingin ov bráð, ja so kemur ov lítil smakkur í kjøtið, og er turkingin ov seinfør, so er vandi fyri roti. Tað er her ímillum tann
heild. - Vit fegnast um, at kunna verða við til, at stuðla tí jaligu gongd, ið føroysk svimjing er í ? bæði í elituni og breiddini. Føroyskir svimjarar ganga í hesum døgum á odda, tá umræður at skapa úrslit [...] Svimjisambandi Føroya sigur, at fyri Svimjisamband Føroya er tað altavgerandi, at tey kunnu bjóða føroyskum svimjarum neyðugu avbjóðingarnar bæði í og uttanfyri Føroyar. - Fyri at gera hetta til veruleika [...] høvuðsstuðul hjá Svimjisambandi Føroya komandi 2 árini. Svimjisamband Føroya hevur lagt nógvar ætlanir fyri øktum virksemi komandi árini, og hevur í hesum sambandi m.a. tørv á sterkari fíggjarligum grundarlagi
eisini við á fremstu røð. - Onkur heldur, at vit eru ein konservativur flokkur, men eisini tøkniliga eru vit í fremstu røð. Á alnótini eru vit fremst, og vit eru eisini fyrsti flokkur, sum sendir ein landsfund [...] og tað er sambært Jørgeni Niclasen tað mesta nakrantíð. - Vit fóru til val við slagorðunum sjálvbjargni, útbúgving og at brúk skal verða fyri øllum, segði Jørgen Niclasen. Hann vísti á, at fólkaflokshugsjónin [...] hugsjónarliga heldur formaðurin, at flokkurin hevur flutt seg. - Vit hava megnað at broytt hugsjónina til at tað í dag eisini eru fólk sum meta, at vit hugsa um tey bleytu virðini eisini, uttan at hava slept okkara
gjørdist til eina góða loysn og varð at gagni bæði fyri næmingar, lærarar og foreldur teirra. - Eg setti mær beinanvegin fyri, at skúlamálið máttu vit loysa ongatíð ov skjótt, sigur Regin Jacobsen. Í barmi [...] álvarsmálið í felag. Tí, sum Regin Jacobsen sigur: - Vit hava í løtuni tvær ov lítlar brennistøðir. Eg haldi, at vit høvdu fingið nógvar fyrimunir um vit bert høvdu ta einu, heldur enn tvær smáar. Sambært [...] hann hevur verið heitur talsmaður fyri hesi ætlanini, er ein ikki farin undir ætlanina enn. Men fyri hann er eingin ivi um, at tunnilin eigur at verða gjørdur alt fyri eitt: Hann fer at stytta koyritíðina
politikki. Hetta seinasta hava vit eisini stórt sæð fingið váttað frá núverandi andstøðuflokkum. Men so hendir tað , at annar føroyski fólkatingsmaðurin, sum eisini er løgtingsmaður fyri sambandsflokkin, kemur [...] núverandi politikki landsstýrisins og løgtingsmeirilutans. Hetta kann skapa órógv í landsstýrissamarbeiðinum, og kann eisini í ringasta føri skapa misljóð úteftir. Kaj Leo Johannesen, løgmaður, eigur tí at vera [...] Uttanríkisráðharrin dugdi væl at greiða frá ætlanum sínum og landsstýrisins. Tað, vit eisini fingu at vita, var, at landsstýrið var samt og stóð aftanfyri tær politisku ætlanir hann hevði, og sum han arbeiddi
sertreytir og undantøk fyri fiskivinnu, og at tað als ikki fer at ávirka okkara rættarstøðu, at fara inn í danska ES-limaskapin. Tjóðveldi og undirritaði gera alment vart við, og grundgeva fyri, at Edmund Joensen [...] forsíða turr. Men vit hava jú fingið at vita í oddagreinunum hjá bæði Sosialinum og Dimmalætting – sum eisini hava endurgivið ósannindi og bluff sum stórtíðindi – at hetta er jú óført fyri Føroyar. Og Di [...] avstað við at gera slíkt. P.S. Fyri ein ordans skyld skal eg gera vart við, at eg hvørki eri “í øðini, illur, skelkaður” ella nakað annað í hesum duri. Havi grundgivið gjølla fyri mínum sjónarmiðum í gjár og
góðar framførslu- og venjingarumstøður, og virkar fyri, at Musikkskúlin fær hóskandi karmar. Hetta merkir, at fáa vit ávirkan eftir býráðsvalið, so fara vit beinanvegin at leggja áherðslu á, at musikkskúlamálið [...] í samgongu og býráði fyri, at Musikkskúlin fær nýtíðarhóskandi hølir, og síðani skal málið viðgerast fakliga, politiskt og fíggjarliga, so vit fáa ta bestu loysnina til frama fyri allar partar. Kommunan [...] vegleiðandi íløguætlan fyri næstu árini, og har er Musikkskúlin uppií. Tað vil siga, at hann loksins er komin inn í tær fíggjarligu raðfestingarnar, og tað er eitt týðandi stig fyri at koma víðari. Samanumtikið: