Eftirhondini gerst meira og meira pínligt at eygleiða føroyskan politikk og føroyskar fjølmiðlar. BAC-samgongan er djúpt ósamd, hóast hon ongi politisk mál hevur. Kortini spæla flestu fjølmiðlar við í at skapa spjøldur og myndir um, at nú valdar semja og arbeiðslag, meðan tað sjálvsagt eru Tjóðveldi og ikki minst undirritaði, sum eru klandursvætti og ómøgulig.
Seinasti sjónleikurin hjá Løgmanni, Edmund Joenseni og Sambandsflokkinum er feskasta dømið um, hvussu veruleikin verður snaraður:
Løgmaður og sambandsflokkurin bjóða til tíðindafundar um “slóðbrótandi nýggja vitan”, har tey boða alment frá, at Føroyar skulu gerast limur í ES sum partur av Danmark, og at EFTA kann als ikki brúkast.
Flokkurin, sum hevur leiðslu landsins boðar frá, at tey hava verið í sambandi við ein ES-kommisér, sum hevur sagt, at Føroyar fáa sertreytir og undantøk fyri fiskivinnu, og at tað als ikki fer at ávirka okkara rættarstøðu, at fara inn í danska ES-limaskapin.
Tjóðveldi og undirritaði gera alment vart við, og grundgeva fyri, at Edmund Joensen og Sambandsflokkurin føra privatan uttanríkispolitikk, undirgrava Løgtingið og skaða áhugamál og trúvirði føroyinga í samráðingum.
Fjølmiðlafagnaður
Í fjølmiðlunum verður undirritaði lýstur at vera “í øðini”, og fær spurningar um, hvørt “eg ikki bara eri øvundsjúkur inn á Edmund Joensen”. Hetta samsvarar jú so væl við følsku myndirnar, sum støðugt verða bygdar upp og endurtiknar.
Gjørdi mær enntá tann ómak at møta upp á tíðindafundi hjá løgmanni og Sambandsflokkinum, har eg gjørdi vart við, at tað ber ikki til at bluffa og leggja orð í munnin á teimum, sum vit skulu samráðast við. Eg heitti har eisini á fjølmiðlarnar um ikki at bera tíðindi, ið ikki vóru eftirkannað, tí hetta fór at gera løgmann og føroyskar myndugleikar til láturs og skaða okkum í altjóða samfelagnum.
Og úrslitið? - Bæði tey stóru bløðini rósa í oddagreinum framferð Edmund Joensens og sambandsflokskins til skíggja. Dimmalætting leggur í oddagrein Tjóðveldi og undirritaða undir “politiskt spinn” í málinum. Og Sosialurin er fyrstur við “slóðbrótandi tíðindunum” frá “vælvitandi keldum” – og blaðið setur myndir og víðkaða oddagrein á breddan.
Kringvarpið kritiskt
Men Kringvarpið prógvar týdningin av, at hava kritiskar journalistar, sum eftirkanna tey, ið hava vald og skulu standa við sína ábyrgd.
Løgmaður og uttanríkisráðharrin fingu kritiskar spurningar í útvarpinum og roynt varð at halda teimum føstum í teimum politisku avleiðingunum av framferð sambandsfloksins. At løgmaður so svarar í eystur, tá spurt verður í vestur, er onnur søga. Útvarpið gjørdi eisini vart við, at løgmaður hevur sagt ósatt, tá hann knappliga boðar frá, at tað var als ikki Sambandsflokkurin, ið skipaði fyri tíðindafundi.
Sjónvarpið fór so eitt stig longur í journalistiska handverkinum. Tey fóru rætt og slætt til ta keldu, ið løgmaður og Sambandsflokkurin hildu tíðindafund um: nevniliga ES-kommisérin Olli Rehn.
Og av skrivstovu hansara varð upplýst, at hann als ikki hevði sagt tað, sum Føroya Løgmaður og Sambandsflokkurin hava hildið tíðindafund um, og roynt at billa Føroya fólki inn.
Fær tað avleiðingar?
Sostatt kunnu vit staðfesta: Føroya Løgmaður, Sambandsflokkurin og Edmund Joensen, hava bluffað føroysku fjølmiðlarnar og Føroya fólk – og tey hava drigið ein navngivnan ES-kommisér inn í sítt bluff við ósannindum.
Hetta skaðar allar Føroyar og okkara samráðingarmøguleikar frameftir.
Mær nýtist neyvan at nevna, at var talan um formannin í Tjóðveldi ella løgtingsfólk hjá Tjóðveldi, ið høvdu gjørt slíkt, so hevði tað ongantíð verið niðurafturlagt – og tað hevði fingið djúptøknar avleiðingar.
Mær nýtist neyvan heldur at at nevna, at var talan um ein forsætisráðharra og stjórnarberandi flokk í øðrum landi, ið vórðu avdúkað í slíkum, so var ikki ein forsíða turr.
Men vit hava jú fingið at vita í oddagreinunum hjá bæði Sosialinum og Dimmalætting – sum eisini hava endurgivið ósannindi og bluff sum stórtíðindi – at hetta er jú óført fyri Føroyar.
Og Dimmalætting hevur lagt undirritaða og Tjóðveldi undir politiskt spinn, sum forðar fyri veruligari viðgerð av okkara sáttmálaviðurskiftum við ES.
So man hetta ikki eisini bara aftir við borðinum? Og man samgongan ikki bara sleppa at siga, at øll eru samd og arbeiðslagið er gott? Tað er jú so nógv hugnaligari og ómakaleysari...
Hetta er í hvussu er einasta sannlíka forkláringin uppá, at ein løgmaður og ein løgmansflokkur halda seg kunna sleppa avstað við at gera slíkt.
P.S. Fyri ein ordans skyld skal eg gera vart við, at eg hvørki eri “í øðini, illur, skelkaður” ella nakað annað í hesum duri. Havi grundgivið gjølla fyri mínum sjónarmiðum í gjár og kann bara sláa fast, at tey vístu seg at verða prógvað í ólukkumát.