Alan Greenspan var í gjár til avhoyringar í Kongressini, sum vildi hava hansara boð uppá, hvussu USA kundi koma út í eina so álvarssama fíggjarkreppu, sum hevur herjað landið og stóran part av heiminum í seinastuni.
Fyrrverandi tjóðbankastjórin vildi ikki átaka sær ábyrgdina av tí, sum er hent, men hann ásannaði, at kreppan hevur víst, at hann gjørdi eitt mistak, tá hann setti seg upp ímóti øllum ætlanum um at avmarka virksemið hjá fíggjarstovnunum innan fyri ávísar karmar.
Alan Greenspan viðgekk, at hann var ovfarin av, at tann amerikanski fíggjarmarknaðurin var rapaður, men hann segði seg vænta, at bankarnir verða førir fyri at tryggja innskotið hjá partaeigarunum og eginpeningin.
-Eg og mong við mær hildu, at bankarnir høvdu sjálvir áhuga í at verja eginpeningin og partaeigararnar, og tí eru vit skelkað í dag og hava ilt við at trúgva tí, sum vit hoyra og síggja, segði gamli tjóðbankastjórin við ta serligu eftirlitsnevndina hjá Kongressini.
Nógv verri enn væntað
Alan Greenspan viðgekk, at hann hevði mistikið seg, og hann segði, at hann hevur framvegis ilt við at skilja, hvat tað var, sum hendi, tá bankarnir lótu fíggjarmarknaðin rapa.
-Tað var ein av hornasteinunum í skipanini við marknaðarkapping og frælsum marknaði, sum sakk. Eg skilji framvegis ikki rættiliga, hví tað hendi, segði hann.
Hann ásannaði eisini, at hann mistók seg, tá hann sum tjóðbankastjóri hevði sagt, at tað var eingin orsøk til at stúra fyri, at tann hækkandi bústaðarprísurin fór at elva til spekulasjón og kundi enda sum ein bløðra, ið kundi skaða allan búskapin, tá hon eina ferð fór at bresta. Hann hevði havt ta uppfatan, at bústaðarprísurin kundi ikki fella um alt landið ísenn, tí bústaðarmarknaðurin er ein lokalur ella staðbundin marknaður.
Alan Greenspan viðgekk eisini, at fíggjarkreppan er vorðin nógv verri, enn hann hevði ímyndað sær. Hann umrøddi kreppuna sum eina kreditt-flóðaldu, sum bara kemur eina ferð í hvørjari øld, og hann segði, at mong mugu fyrireika seg til arbeiðsloysi og verri tíðir.
Lítillátin
Sum amerikanskur tjóðbankastjóri hevði Allan Greenspan stórt vald, og tað bleiv lurtað eftir orðum hansara. Eisini tær ferðirnar hann kunnaði Kongressina um landsins fíggjarviðurskiftir. Men í gjár var tað ein lítillátin og varin maður, sum svaraði spurningum frá kongresslimum, sum vóru meiri ágangandi, enn teir plagdu at vera fyrr.
Millum teir mest ágangandi konkresslimirnar var demokraturin Henry Waxman, sum er formaður í eftirlitsnevndini hjá Kongressini. Hann segði, at sum tjóðbankastjóri hevði Alan Greenspan havt til uppgávu at avdúka trupulleikar í búskapinum, áðrenn teir elvdu til kreppu.
-Tú sigur nú, at tú varnaðist tað ikki, men í mínum eygum er tann frágreiðingin ikki nóg góð, segði Henry Waxman og spurdi Greenspan beinleiðis, um hann hevði mistikið seg.
Nógvir serfrøðingar vísa á, at høvuðsamboðið hjá Alan Greenspan sum tjóðbankastjóra var at halda rentuni sera langt niðri, og at tað var júst hesin politikkurin, sum elvdi til, at fólk sluppu at taka nógv størri búsðararlán, enn tey vóru før fyri at gjalda afrtur, tá rentan hækkaði.
Tað vóru serliga demokratarnir í eftirlitsnevndini, sum settu tí gamla tjóðbankastjóranum ágangandi spurningar. Tey republikonsku umboðini valdu í størri mun at finnast at realkredittfeløgunum Fannie Mae og Freddie Mac, sum teir løgdu undir at hava rikið ein ábyrgdarleysan útlánspolitikk.