Uttanríkisráðharrin dugdi væl at greiða frá ætlanum sínum og landsstýrisins. Tað, vit eisini fingu at vita, var, at landsstýrið var samt og stóð aftanfyri tær politisku ætlanir hann hevði, og sum han arbeiddi eftir. Men ikki bara tað, sum heild tók meginparturin av Løgtinginum undir við hesum politikki. Hetta seinasta hava vit eisini stórt sæð fingið váttað frá núverandi andstøðuflokkum.
Men so hendir tað , at annar føroyski fólkatingsmaðurin, sum eisini er løgtingsmaður fyri sambandsflokkin, kemur sum ketta úr høvdatrogi, og vil fortelja øllum Føroya fólki, og helst umheiminum eisini, at hann hevur verið ein túr í Brussel og er komin á tal við ein ES kommiser. Hesin hevur greitt honum frá, at ES er áhugað í at fáa Føroyar innlimað í felagsskapin, og at finnast kann helst útav at geva Føroyum sersømdir á fiskivinnuøkinum. Hetta heldur Edmund Joensen vera stórtíðindi, og heldur seg hava loyst allar trupulleikar hjá Føroyum viðvíkjandi marknaðar- og uttanríkispolitikki.
Síðani boðar Edmund Joensen til tíðindafund og fær langa viðtalutíð í Útvarpinum á middegi í dag (23.10). Tíðindini hava ikki nakað serligt nýtt við sær, og tað, sum øll vita, at Edmund gongur inn fyri føroyskum limaskapi í ES sum danskur landslutur, verður endurtikið, men útvarpsjournalisturin heldur óiva hetta vera stórtíðindi. Til alla lukku hevði Útvarpið eisini samrøðu við Jørgin Niclasen, landsstýrismann, og hesin fekk so eina ferð afturat sett tingini uppá pláss. Hann greiddi frá, at hann arbeiddi við ætlanunum um føroyskan limaskap í EFTA (sum ikki er so deyðasjúkt, sum Edmund Joiensen vil vera við), og at hann eisini arbeiddi við betri avtalum við ES viðvíkjandi teim 4 frælsunum v.m. Eisini greiddi hann frá, at hann hevði mandat frá einum samdum landsstýri og eisini frá, í øllum førum meginpartinum av uttanlandsnevndini.
Nú kann ein sjálvandi spyrja, hví gera so nógv burtur úr hesum. Tað hevur heldur ikki so stóran týdning í sær sjálvum, at Edmund Joensen spælir sær við nøkrum vitjanum í Europasamveldinum, men tað, sum kann fáa keðiligar avleiðingar fyri Føroyar, er at Sambandsflokkurin, sum hevur løgmann í núverandi landsstýri, leggur navn til ein slíkan egotíðindafund hjá Edmundi Joensen, har hesin beinleiðis leggur eftir núverandi politikki landsstýrisins og løgtingsmeirilutans. Hetta kann skapa órógv í landsstýrissamarbeiðinum, og kann eisini í ringasta føri skapa misljóð úteftir.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, eigur tí at vera sera varin. Um hann tekur undir við Edmund Joensen, sjálvt um tað er óbeinleiðis, so fær hann stórar trupulleikar við at fáa landsstýrisins politkk ígjøgnum. Hann má heilt greitt geva útmelding um, at tað, sum Edmund Joensen ger, er eitt “egotripp”, og at hann tekur undir við politikkinum, soleiðis sum Jørgin Niclasen hevur formulerað hann. Um hann ikki fæst at gera tað, men bakkar Edmund Joensen upp, so fær hann líka so stórar trupulleikar í hesi samgongu, sum vit sóu teir høvdu í seinastu samgongu. Tað má vera heilt greitt, at tað er landsstýrið, sum hevur samráðingarheimildir og ikki ein tilvildarligur fólkatingslimur.
Míni ráð til Jørgin Niclasen eru annars: Lat teg ikki ávirka av Edmundi Joensen.










