So varð, sum væntað, eldur í koluni. Atfinningarnar regna niður yvir Edmund Joensen fyri ES initiativið. Ein skuldsetur hann fyri undirgravandi virksemi og kravt verður, at løgmaður og uttanríkisráðharrin taka stig til at steðga Edmundi fyri at bøta tann skaða, sum Edmund Joensen hevur framt. Ein annar, formaðurin í uttanlandsnevndini, metir, at initiativið er tað sama sum at mæla til at Føroyar at fara inn í ES umvegis Danmark og harvið avreiða valdið hjá løgtingi og landsstýri. Hann ger vart við, at samgongan, sum varð skipað fyri at skapa stabilitet, má nú finna síni bein og fara seriøst til verka. Tað er umráðandi, at signalini úr Føroyum eru greið, so vit verða tikin fyri fult úti í heimi.
So mikið í heilt stuttum um nakrar fáar av atfinningunum. Tað var sjálvsagt at vænta, at reaktiónin fóru at vera ógvuslig og í grundini er tað væl skiljandi. Vit hava í Føroyum sera fastlæstar politiskar strukturar, har hvør ansar eftir sínum og har hvør verjir og røkir sítt kongsríki. Tað er eisini, sum vit gjørdu vart við í gjár, sera óvanligt, at ein parlamentarikari tekur uttanríkispolitisk stig, tí uttanríkispolitikkurin hevur vanliga verið vøllurin hjá útinnandi valdinum. Hinvegin kemur tað fyri í øðrum fólkaræðiligum skipanum, at parlamentarikarar bróta ís millum lond og samgongur, tá støður eru fastlæstar. Tann sera ógvusliga reaktiónin hjá ávísum politikarum átti tí at verði dempað eitt sindur, og heldur átti verði hugt at, hvør orsøkin er til tiltak Edmunds, og hvussu uttanríkisráðið og uttanlandsnevndin kunnu gagnýta hansara initiativ. Hetta verður sagt við tí í huga, at Edmund veruliga hevur skilt ES kommisserin rætt. Hevur kommisserurin, sum nú verður rikið uppundir, als ikki málborið seg, sum Edmund læt ljóða í gjár, so hevur fólkatingsmaðurin ein sera stóran trupulleika.
Edmund hevur tikið eitt so at siga privat diplomatiskt stig mótvegis ES. Vit kenna ikki hansara motiv, men tað skuldi ikki undra, um hann, eins og so mangur, hevur mist tolið, tí lítið og einki er hent í samstarvinum við ES. Vit hava ein avoldaðan fríhandilssáttmála, sum ongar menningarmøguleikar gevur samstarvinum. Føroyar eru eitt av heilt teimum fáu europeisku londum, sum ikki samstarvar við ES innan t.d. gransking, útbúgving, mentan og mangt annað. Uttan mun til, hvussu dugnaligir og ídnir allir partar hava verið, so hava vit ikki fingið vøruna. Við hesum í huga kann initiativ Edmunds metast sum ein provokatión til tess at fáa gongd á eitt mál, har einki tykist henda, alt meðan orkan verður nýtt á ein hátt, sum mangan má undra almenningin. Tá alt hetta er sagt, so má ásannast, at Edmund sjálvandi átti at kunnað landsstýri, uttanlandsnevnd og uttanríkisráðharra, áðrenn hann fór á fund við ES kommiserin, so tað slapst undan øllum rokinum.










