kastar ljós og gleði yvir Fuglafjørð. Gentubáturin vinnur og vinnur, og sigrarnir gerast alt meiri sannførandi. Leygardagin á jóansøku vunnu tær fyri fjórðu ferð av fýra møguligum sigrum, og hesa ferð var [...] møta fleiri upp til suppu í neystinum, og tá er nógv róðrarprát. Eg arbeiði í FK aftaná skúlatíð, og kundarnir hava ofta eina vinarliga viðmerking um kappróður og Erlu Kongsdóttir. Tað sigur Bjørt á Tórgarði [...] tað ber til at siga tað soleiðis. Í fyrra árið vunnu tveir róðrar og silvur í FM. Í fjør vunnu tær allar róðrarnar og harvið gull í FM, og nú eru tær uppaftur meiri sannførandi. Hvat er málið nú? -Vit ætla
Føroyar - stendur og rillar, skapar hetta nógv órógv, fyrst og fremst millum tey fólk, sum hava sítt livibreyð á virkjum og á skipsdekki. Eingin ynskir sær ótryggleika undir síni tilveru, og tað gera hesi [...] trygd í seldum fiski og fiskagoymslum, og skipafíggingin hevur veð í skipum. Eitt stórt felag Sosialurin hevur í dag hugt eftir, hvussu stórt Faroe Seafood samtakið í veruleikanum er, og sigast skal beinanvegin [...] Fish II og P/F Kongshavn. Umframt nevndu feløg, eigur móðurfelagið eisini trý feløg, sum virka uttanlands, ávikavist í Danmark, Stórabretlandi og í Fraklandi. Virkini, sum Faroe Seafood eigur og ræður yvir
undir við hesi ætlan og hava stuðlað henni væl og virðiliga. Eitt fyrsta úrslit av hesi roynd var at skipa fyri einum øðrum landsdysti í Modena fyri at vita, hvussu vøllurin riggar, og tá var úrslitið javnleikur [...] Fróðskaparsetrinum, og úrslitið av hesum gjørdist orðabókin við 15.000 orðum, og sum taldi 636 síður. Endamálið við orðabókini var at fáa italienarar at fáa áhuga fyri føroyska málinum og fyri Føroyum sum [...] Italia. Framvegis er Gianfranco sera góður við Føroyar og hevur stóran áhuga fyri tí, sum hendir her. Hann var í síni tíð haldari av FF-blaðnum, og var sera fegin um at fáa tíðindi úr Føroyum á hendan hátt
undir við hesi ætlan og hava stuðlað henni væl og virðiliga. Eitt fyrsta úrslit av hesi roynd var at skipa fyri einum øðrum landsdysti í Modena fyri at vita, hvussu vøllurin riggar, og tá var úrslitið javnleikur [...] Fróðskaparsetrinum, og úrslitið av hesum gjørdist orðabókin við 15.000 orðum, og sum taldi 636 síður. Endamálið við orðabókini var at fáa italienarar at fáa áhuga fyri føroyska málinum og fyri Føroyum sum [...] Italia. Framvegis er Gianfranco sera góður við Føroyar og hevur stóran áhuga fyri tí, sum hendir her. Hann var í síni tíð haldari av FF-blaðnum, og var sera fegin um at fáa tíðindi úr Føroyum á hendan hátt
seks deyð í dag og legg merki til, av alkoholismu. Av teimum, sum eru á lívi eru tey flestu edrú, onkur eftir eina viðgerð og onnur eftir fleiri og onkur eftir 18 viðgerðir á Heilbrigdi og aðrar staðir. [...] vildi hava hana út til onnur. Og at avhaldsfólk sum Nanna Skaale og Jákup Lindenskov tóku lógvatak saman við honum og stovnsettu Heilbrigdið, er einki minni enn eitt bragd og eitt rørandi dømi um næstakærleika [...] rar og rúsevnismisnýtarar í Føroyum hava sera góðar umstøður samanborið við onnur lond. Í Føroyum rindar samfelagið fyri teirra viðgerð og arbeiðspláss hava í dag ein orðaðan rúsdrekkapolitikk, og ein
Álakeri, sonur Onnu Jensdóttir f. 1812 og Hans Johannesen (1805-1892), uppsitara, føddur í Miðvági og deyður í Havn. Í 1869 er Johannes komin í eina serliga og helst eisini trupla støðu. Hann fær nevniliga [...] Margrethu Jónsdóttir. Hon var fødd í Seyðisfirði 2.5.1867 og doyði 5.3.1957. Hon sat tískil einkja í 47 ár. Guðrun bleiv til Gynna, og Jóannes og Jón hjá Gynnu blivu væl kendur havnarmenn. Dóttirin Gudrun [...] Kák í Havn og Sunneva Johannesdatter, úr Funningsstovu í Havn. Tey vóru tænastufólk hjá feðgunum Peturi og Poul bónda í Kirkjubø. Tey vóru roknað sum álitisfólk á garðinum. Ættarsøga Í hesum og tveimum komandi
evnaríki og dugnaligi journalisturin valdi at framleiða lygnir og servera tær sum sannar søgur. - - - Fakta: Mong høvdu gloymt alt um Tom Kummer, og fleiri eru tey, sum ynskja at gloyma hann fult og heilt [...] Kim Bassinger, Courtney Love, Sharon Stone, Nicholas Cage og fleiri við teimum tosaðu við Kummer um sex, rúsevnir, einsemi og onnur privat og kensluborin evni. Fyrstu samrøðurnar, Kummer gjørdi, vórðu [...] journalist. Og í bretska The Guardian um dagarnar vaskar Kummer enn einaferð hendur sínar: – Eg skrivaði impressionistiskt, kreativt og skaldsliga um stjørnurnar í sonevndum samrøðum. Ein og hvør blaðstjóri
Men mundi og kundi broytir ikki tað stóra, og ístaðin var tað aftur Neistin, sum rykti. Hetta korterið sýndi Manuela ennn einaferð, hvussu hon megnar at toga seg upp, tá mest stendur á, og var tað ikki [...] pappírinum vera tann sterkasti í landinum. Og eftir tryggu sigrarnar á VB í hálvfinalunum mundu tey flestu halda, at Stjørnan enn hevur sterkasta kvinnuliðið í landinum. Og so høvdu tær eisini tapið frá steypafinaluni [...] fast hjá gestunum. Eftir tey bæði fyrstu málini fekk Stjørnan bara eitt mál í 20 minuttir! Ikki minst, tí reyðu spælararnir væl og virðiliga tóktust hava fingið eitt kompleks mótvegis Manuelu Stan Jensen.
fór, og tað var tað eisini. Pabba hevði verið á útróðri dagin fyri, sum eg fór fyrstu ferð. Teir vóru fimm menn, og teir fingu 36 sentnarar, 3.600 pund, av stórum toski. Nú var eg sætti maður, og fongurin [...] øll bygdin syrgdi og øll oyggin luttók í sorgini. Hóast tað var langur vegur millum Sumba og Porkeri tá í tíðini, so vóru fólk í stórum tali komin haðani til Porkeris henda dagin, eins og fólk úr øðrum bygdum [...] tóku líkið úr sjónum, bóru tað í kirkjuna í Sumba og fylgdu við líka til Porkeris. Teir bóru líkið fyrst í heimið og dagin eftir til kirkjuna í Porkeri og síðan í kirkjugarðin. Prestur til jarðarferðina
uttan at tackla, eins og hann aloftast slapp sær sera væl av við bóltin. Fekk ein skaða móti dystarenda, og noyddist tí av vøllinum seinastu løtuna. 3. Vagnur Mohr Mortensen (HB), 2/0 Í sínum næsta landsdysti [...] aloftast ansin í verjupartinum, har hann eisini fangaði nógv, og tá hann tað einu ferðina seldi seg, var hann skjótur at renna aftur og skerma. Og í tveimum førum hevði hann eisini frálík síðuskift, sum vóru [...] ferð at royna seg sum landsliðsskipari, og teirri uppgávuni slapp hann bara heilt væl frá. Hevði ikki so nógv at gera sum í teimum báðum undanfarnu dystunum, og serliga fyri steðgin var talan mest um royndir