1. Jákup Mikkelsen (B36), 45 dystir/0 mál
Slapp fyri fyrstu ferð at royna seg sum landsliðsskipari, og teirri uppgávuni slapp hann bara heilt væl frá. Hevði ikki so nógv at gera sum í teimum báðum undanfarnu dystunum, og serliga fyri steðgin var talan mest um royndir útifrá. Vísti seg tó uppgávuna vaksin, tá føroyska liðið kom undir veruligt trýst eftir steðgin. Og stutt undan málinum sum hann einki fekk gjørt við hevði hann fantom-bjarging. Gula kortið fyri kjaftaslit var tó eitt sindur irriterandi, og ta einu ferðina varð hann bjargaður av Rógva, sum syrgdi fyri, at litavar ikki kundu taka skjótt fríspark, tá Jákup var úti og mótmælti.
2. Pauli G. Hansen (Skála), 4/0
Varð í evstu løtu kallaður inn fyri Julian, men hetta tóktist á ongan hátt at nerva skálamannin. Tvørtur ímóti, so spældi hann tað besta, sum hann hevur spælt á landsliðnum. Var sera drúgvur í verjupartinum, har hann við góðum spælskili oftani breyt álop uttan at tackla, eins og hann aloftast slapp sær sera væl av við bóltin. Fekk ein skaða móti dystarenda, og noyddist tí av vøllinum seinastu løtuna.
3. Vagnur Mohr Mortensen (HB), 2/0
Í sínum næsta landsdysti slapp Vagnur eisini at nerta við bóltin. Aloftast sum effektivur uppruddari, tá hann víð góðum tacklingum var avgjørdur í verjustøðu. Serstakliga kom hann væl niður at tackla ta einu ferðina í seinna hálvleiki, og eisini í loftspælinum var hann drúgvur. Eitt avgjørt góðkent avrik, sum eisini ber boð um fleiri landsdystir.
4. Atli Danielsen (KÍ), 16/0
Var á óvanda plássinum sum høgri bakkur, men loysti uppgávuna uttan stórvegis dikkidarir. Var aloftast ansin í verjupartinum, har hann eisini fangaði nógv, og tá hann tað einu ferðina seldi seg, var hann skjótur at renna aftur og skerma. Og í tveimum førum hevði hann eisini frálík síðuskift, sum vóru um reppi at geva veruligar málmøguleikar til Føroyar.
5. Símun Samuelsen (Keflavík), 6/1
Samanlagt helst besti dysturin hjá einasta føroyska útisetanum. Enn tykist hann tó himprast eitt sindur við at bjóða av, og tann parturin kundi verið betri. Men var sera drúgvur í verjupartinum, har hann altíð var skjótur heim at standa rætt. Og tríggjar ferðir var hann eisini maðurin, sum við framúr sendingum var um at skera litavisku verjuna upp.
6. Rógvi Jacobsen (HB), 39/6
Litavar vóru um at missa ondina í tunnu luftini har uppi, sum Rógvi ferðast fyri steðgin. Vann snøgt sagt hvønn tann einasta luftbólt, og tað var sjónligt, at hann heilt klárt var maðurin, sum litavar ræddust. Og við góðari skotroynd fyri steðgin gav hann teimum eisini orsøk til hetta Fekk tó eisini mótstøðu í loftrúminum eftir steðgin, tá litavara rokeraðu eitt sindur við fólkinum og eftir eitt kraftigt trælær, megnaði Rógvi ikki at gera tað heilt stóra. Tó hugsaði hann skjótt og væl, tá hann ta einu ferðina haltaði yvir at forða frísparki, sum kundi verði sent í tómt mál.
7. Fróði Benjaminsen (B36), 39/2
Sýndi veruligan klassa í verjuspælinum, har hann var bæði drúgvur og róligur, eins og hann stýrdi verjuni væl. Onkra tíð tóktist hann nærum hava ov góða tíð, men hann kom sær ongan tíð í óføri av teirri orsøk. Gjørdist alt meira týðandi partur av liðnum, sum trýstið herdist. Og við einum flottum raidi yvir 50 metrar var hann eisini um reppið at spæla Jónhard púrasta blankan ta einu ferðina.
9. Jákup á Borg (HB), 46/2
Var nú aftur fluttur upp á miðvøllin, men hann tóktist tó hava trupulleikar við at bjóða av. Tí gjørdist talan ikki um tey heilt nógvu innleggini, men fyri tað lá hansara partur ikki eftir. Arbeiddi serstakliga væl aftur eftir vøllinum, soleiðis at litavara ikki komu ov lætt ígjøgnum, og staðfesti meira ella minni, at hann framvegis er maðurin, sum roknast skal við á plássinum.
10. Christian Høgni Jacobsen (NSÍ), 30/2
Arbeiddi sum ein hestur í føroyska álopinum, og fleiri ferðir var eisini um reppið, at úrslit spurdist burturúr. Ikki minst var hugaligt at síggja, at hann væl megnaði at kapprenna við litavisku verjuna, eins og kiloini nú eru somikið nógv, at hann ikki bara verður kveistraður til viks. Hevði eisini eina fína skotroynd móti dystarenda, umframt at hann ta einu ferðina noyddi litaviska málverjan at stórbjarga.
14. Marni Djurhuus (EB/Streymur), 1/0
Spældi sín fyrsta landsdyst á óvanda vinstra bakkplássinum, men hetta tóktist als ikki at nerva. Var sera ansin í verjupartinum, har hann steðgaði eini rúgvu av álopum, men vágaði sær samstundis ikki serliga nógv frameftir. Men tað fer nokk eisini at koma við fleiri royndum. Var eisini á rætta staðnum, tá hann á strikuni fekk forða litavum at leggja seg á odda.
17. Mikkjal Thomassen (B36), 1/0
Hóast landsliðsroyndirnar eru púrasta ongar, so kravdi Mikkjal alt fyri eitt leiklutin sum snúningspunkt á miðvøllinum. Bæði tordi og megnaði at halda upp á bóltin, og fekk í so máta frið yvir stóran part av spælinum. Eisini hóast hann onkra ferðina kundi slept skjótari. Rástyrkin í nærdystinum pøsti eisini litaviska miðvøllin, sum sjáldan fekk veruliga fótin fyri seg. Og eftir dystin mundu fleiri sita við spurninginum, hví hann ikki fyri langari tíð síðani er tikin við í hópin. Bannið frá Allani Simonsen rann hóast alt út fyri átta árum síðani&
11. Jónhard Frederiksberg (Skála), 12/0
Tað er sjáldan lætt at koma inn í ein fótbóltsdyst upp á bara 17 minuttir, og her hevði Jónhard eisini sínar trupulleikar. Serliga tóktist hann hava ilt við at stilla seg rætt í verjustøðu, og fleiri ferðir varð vinstra síða yvirspæld, eftir at hann kom á vøllin. Royndi tó eisini at skapa nakað frameftir, og var hann eitt sindur frekari, kundi vandin væl gjørst heilt stórur ta einu ferðina.
12. Kári Nielsen (HB), 5/0
Fekk seinastu góðu 10 minuttirnar á miðvøllinum, tá Rógvi noyddist at gevast. Hóast stutta skotbráðið, so rúgvaði hann væl upp, og fekk bæði høvd og fót á fleiri bóltar, sum skuldu ruddast úr trýstinum.
18. Arnbjørn Hansen (EB/Streymur), 0/0
Gjrødist triði maðurin hjá EB/Streymi, sum spælir sín fyrsta landsdyst í ár, tá hann kom á vøllin seinastu løtuna. Men vegna stuttu tíðina á vøllinum er hann uttan fyri meting.