Erla er ein ordulig perla í Fuglafirði

Hetta er hugaligt, heldur bátsformaðurin á gentubátinum í Fuglafirði, har tað leygardagin verður FM kappróður, og har áhugin fyri kappróðri er sera stórur, nú tað gongur so væl hjá gentumanningini

Erla Kongsdóttir kastar ljós og gleði yvir Fuglafjørð. Gentubáturin vinnur og vinnur, og sigrarnir gerast alt meiri sannførandi. Leygardagin á jóansøku vunnu tær fyri fjórðu ferð av fýra møguligum sigrum, og hesa ferð var sigurin uppaftur greiðari, enn teir hava verið undanfarnu ferðirnar. Leygardagin verður FM kappróður á varmakeldu í Fuglafirði. Tá verður roknað við Erlu Kongsdóttir.
-Vit kenna stóran áhuga millum bygdarfólkið. Tá ið vit koma aftur av stevnunum, møta fleiri upp til suppu í neystinum, og tá er nógv róðrarprát. Eg arbeiði í FK aftaná skúlatíð, og kundarnir hava ofta eina vinarliga viðmerking um kappróður og Erlu Kongsdóttir.
Tað sigur Bjørt á Tórgarði, sum er bátsformaður umborð á ljósagrøna gentubátinum í Fuglafirði, sum vann FM í fjør, og sum við at vinna sannførandi sigrar í øllum róðrunum higartil í ár hevur kós ímóti nýggjum FM.
Fimm gentur eru úr Fuglafirði, ein úr Søldarfirði og ein av Oyrarbakka: Bátsformaðurin Bjørt á Tórgarði (1997) situr á lærinum í stýriborð, Jastrid Toftegaard (1996) á lærinum í bakborð, Kirstin Toftegaard (1996) – Toftegaard systrarnar eru tvíburðar - í rúminum í stýriborð, Anna Larsen (1997) í rúminum í bakborð, Randi Ziska Larsen (1995) á toftini í stýriborð, Birita Djurhuus (1996) á toftini í bakborð og Sunnleyg Eliasen (1997) stýrir.

Trý ára ætlanir
Tað er ikki komið burturúr ongum, at Erla Kongsdóttir hvørja ferð flýgur frá øllum hinum. Hetta er triðja árið við hesari verkætlanini, um tað ber til at siga tað soleiðis. Í fyrra árið vunnu tveir róðrar og silvur í FM. Í fjør vunnu tær allar róðrarnar og harvið gull í FM, og nú eru tær uppaftur meiri sannførandi.
Hvat er málið nú?
-Vit ætla okkum at vinna allar róðrarnar í ár, vit droyma um at vera besta manningin av øllum, og so hugsa vit um tíðirnar. Tað hevði verið hugaligt at róð skjótari enn 6-mannaførini við kvinnum. Á jóansøku vóru vit hálvtannað sekund aftanfyri tíðina, sum Jarnbardur vann við, sigur Bjørt á Tórgarði.
Tað er Ingi á Tórgarð, pápi Bjørt, sum er venjari. Trý tey seinastu árini hevur hann lagt ætlanir fyri, hvussu tær skulu venja. Ingi er ítróttarmaður um ein háls. Hann hevur fingist nógv við judo, og hann hevur róð nógv við Havnarbátinum. Eisini í ár tá hann avloysti fyri skaddan mann í ein mánað.
Gentumanningin á Erlu Kongsdóttir er onnur manningin í Fuglafirði, sum hann hevur vant at vinna FM. Fyrra manningin var kvinnumanningin, sum vann FM í 2010. Í 2008 vóru tær nummar trý, í 2009 vóru tær nummar tvey, og so vunnu tær FM í 2010.
-Fyrsta treytin er, at karmarnir eru í lagi. Vit hava eina góða nevnd, sum hevur skaffað okkum nýtt neyst og amboðini, sum skulu til. Genturnar eru framúr áhugaðar. Tær venja fimm ferðir um vikuna, og tað kemur nógv burturúr. Tá ið tú hevur fingist nógv við kappróður, so veitst tú, at tað viðhvørt kemur soleiðis fyri, at alt riggar. Manningin er í javnvág, og tað kennist sum um, at báturin rennur fyri tær. Eg havi sagt við tær, at tær skulu njóta hetta, tí sovorðið kemur kanska bara fyri hvørt tíggjunda ella tjúgunda ár.
Hvat gera tær rættari enn hinar manningarnar?
-Tær eru væl fyri tekniskt og taktiskt. Úrtøkan úr hvørjum taki er eitt sindur betri enn hjá hinum. Tað eru umleið 200 tøk á 1000 metra teininum, og meiri úrtøkan úr hvørjum einstøkum taki er tilsaman tær 3-5 bátslongdirnar, sum tær vinna við, heldur Ingi á Tórgarði.

Nógv í maskinuni
Hóast tær flestu á Erlu Kongsdóttir hava aldur at halda fram næsta ár, so verða tær ikki allar á bátinum. Á Tórgarði familjan flytir eftir ólavsøku úr Fuglafirði og til Havnar at búgva. Kanska fara tey í Havnar Róðrarfelag næsta ár at fáa gleði av tí. Bjørt á Tórgarði sigur einki um tað, men hon er ivaleys í, at hon fer at halda fram við at kappast í inniróðri. Har hevur hon síðstu árini verið framúr. Í januar 2012 og aftur í januar 2013 var hon í Danmark og kappaðist um DM. Hon vann í sínum aldursbólki kappingina á 2000 metrum.
-Eg hvíli meg tvær vikur í august, so fari eg aftur at venja í maskinuni. Tað dámar mær ógvuliga væl, og eg ætli mær at halda fram við tí. Bátsfelagarnir eru so smátt farnir at venja í maskinunum í oktober, og frá januar og fram til ólavsøku hava vit vant saman. Tað hevur riggað væl, sigur Bjørt á Tórgarði.
Hon og bátsfelagarnir eru í ár stoltleikin hjá fuglfirðingum í kappróðri. Erla er ein perla!

Teistin kløkkaði
Kvinnurnar á 5-mannafarinum Havfrúnni úr Vestmanna vunnu aftur á jóansøku. Hetta var 11. sigurin á rað hjá kvinnunum úr Vestmanna, sum vunnu FM í fjør við fullum stigatali, og sum aftur hava kós ímóti FM.
Á norðoyastevnu og á fjarðastevnu var talan um tryggar sigrar. Á sundalagsstevnu var um reppið, at Falkurin snýtti Havfrúnna, og aftur leygardagin var stórur spenningur. Hesa ferð var tað Teistin av Argjum, sum bjóðaði av. Starturin hjá argjakvinnum var ikki góður, men so við og við vann Teistin seg fram, og avrikið var so gott, at tað varð heilt spennandi. Havfrúgvin helt tørn, men tær í Vestmanna sóu greitt tekin um, at tað fer at verða kapping um sigrarnar.
Teistin var næstfremst á norðoyastevnu, og á sundalagsstevnu og fjarðastevnu var hann nummar trý. Leygardagin fæst at síggja í Fuglafirði, um tær á Argjum fara at megna at steðga sigursrøðini hjá Havfrúnni.

Jarnbardur í sama lagi
Hóast fjarstøðan aftur til næstu bátarnar hevur hug at tódna, so er tað eingin sum helst ivi um, at Jarnbardur er á veg ímóti FM heitinum í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum.
Á norðoyastevnu var Jarnbardur 20 sekund frammanfyri næsta bátin, sum var Rádni úr Fuglafirði. Síðani tá er fjarstøðan frá Jarnbardi og aftur til kappingarneytarnar – um tað ber til at brúka hetta heitið í hesum førinum – minkað, og á jóansøku var Jarnbardur 8 sekund frammanfyri Rádna.
Men tað er lítið sannlíkt, at nakað 6-mannafar í nakrari kapping í ár fer at hótta Jarnbard, og tað er heilt víst, at Jarnbardur fer at vinna FM.