Neistin tók fyrsta settið

Alt tosið um favoritt-leiklutin hjá Stjørnuni tagnaði sunnudagin. Triðu ferðina á rað vóru Neista-kvinnurnar við yvirlutan, og nú eru tær bara ein javnleik frá fyrsta FM-heitinum í níggju ár

Hondbóltur

Einki er at ivast í, at riðilin av Neista-fjepparum, sum fara til Klaksvíkar komandi leygardag, verður metstórur. Hóast kvinnur felagsins søguliga altíð hava verið við frammi í stuttliga endanum av stigatalvuni, so eru tað nærum tíggju ár síðani, at seinasta gullmerkið kom til høldar. Og tað eru júst tey hagtølini, sum liðið nú hevur sett sær fyri at broyta.

Trýstið á gestunum
Tað varð tosað um undan finaludystinum, at størsti trupulleikin hjá Neistanum væl kundi verða spælararnir sjálvar. Hetta skilt soleiðis, at vóru tær ikki mentalt klárar at spæla finaluna, so kundi Stjørnan skjótt strúka avstað. Ein ótti, sum kanska serliga varð grundaður á avrikið í seinnu hálvfinaluni móti Kyndli.
Ta ferðina skuldi eitt krampa-rakt Neista-lið nýta eitt korter, áðrenn tær komu á máltalvuna, men júst munurin millum eina finalu og eina hálvfinalu var kanska tað, sum kom til sjóndar sunnudagin. Tí í mun til seninu hálvfinaluna, so hevði Neistin mest sum einki at missa hesaferð. Fóru tær bara út at gera sítt besta, so var avrikið at kalla góðkent, og undir slíkum umstøðum er sálarliga trýstið á spælararnar á ongan hátt eins stórt.
Í so máta mundi trýstið á Stjørnuna vera størri. Hóast liðið ikki hevur verið so heilt sannførandi í seinnu hálvu av kappingini, so man hópurin á pappírinum vera tann sterkasti í landinum. Og eftir tryggu sigrarnar á VB í hálvfinalunum mundu tey flestu halda, at Stjørnan enn hevur sterkasta kvinnuliðið í landinum. Og so høvdu tær eisini tapið frá steypafinaluni at hevna. Ein finala, sum meira ella minni var startskotið til niðurtúrin, sum liðið hevði allan februar mánað.

Manuelu-kompleks
Júst psykologiski parturin av spælinum tóktist eisini at fylla rættiliga nógv fyrsta stóra partin av dystinum.
Stjørnan var annars liðið, sum byrjaði betur, men tá Neistin fyrst fekk fatur um endan, stóð púrasta fast hjá gestunum. Eftir tey bæði fyrstu málini fekk Stjørnan bara eitt mál í 20 minuttir! Ikki minst, tí reyðu spælararnir væl og virðiliga tóktust hava fingið eitt kompleks mótvegis Manuelu Stan Jensen. Hesa ferð bjargaði hon kanska ikki heilt so nógv, sum hon hevur gjørt, men tað var ikki neyðugt. Í royndunum at skjóta høgt, hendi tað ferð eftir ferð, at skotini vórðu send langt uppum. Kanska best ímyndað við brotskastsroyndini hjá Alinu, sum eisini tók høga vegin.
Og so fekk Neistin frið at koyra sítt spæl. Var møguleiki fyri kvikum kontraspæli, so varð hetta gjørt, og um ikki, so høvdu tær í flestu førum somikið av friði, at óneyðugar skotroyndir ikki vórðu sendar móti málinum.
Seinastu løtuna undan steðginum kom tó spakuliga vend í. Fyrst og fremst, tí Stjørnan nú fekk fatur á verjupartinum. Serliga sjónligur var stríðsviljin hjá Báru Skalle Klakstein, sum við kontantum verjuspæli tóktist toga liðið rætta vegin. Og so koppaði gongdin.
Ananrs trygga verjuspælið hjá Neistanum var ikki so trygt longur. Stjørnan revsaði ferð eftir ferð, tá mistøk vórðu gjørd, og undan steðginum var munurin minkaður aftur í tvey mál.

Skeiva beinið út
Hevði Stjørnan megnað at hildið fast um gongdina, tá farið varð inn til seinna hálvleik, kundi útfallið av dystinum verið eitt annað. Men mundi og kundi broytir ikki tað stóra, og ístaðin var tað aftur Neistin, sum rykti. Hetta korterið sýndi Manuela ennn einaferð, hvussu hon megnar at toga seg upp, tá mest stendur á, og var tað ikki fyri tvey brotskøst frá Katarinu, so hevði Stjørnan als ikki fingið nakað fyrsta korterið.
Tá gestirnir so loksins fingu fatur á spælinum aftur, gjørdist talan tí um kapprenning móti tíðini. Eina kapprenning, sum Stjørnan akkurát ikki megnaði at vinna. Kanska eisini, tí venjarin heldur býttisliga gav liðnum hjá sær eina púrasta óneyðuga útvísing fimm minuttir fyri leiklok.
Hóast Stjørnan í løtum royndi at mansverja altíð týðandi Nicoletu, so var hetta nakað, sum Neistin hevði fyrireikað seg til, soleiðis at aðrar av spælarunum við gjøgnumbrotum kundu gera sær dælt av góða rúminum, sum nú stóðst í verjuni.
Tað var tó um reppið, at Stjørnan kortini vann seg aftur. Ein total heilabløðing frá Unn Kragesteen gav Katarinnu Stepanov møguleika at minka niður í 19-18, og tá Neistin so aftur misti, fekk Stjørnan enn ein møguleika. Her varð Louisa Andreasen skjótt leys á veinginum, men sum ikki einaferð, so fekk Neista-málverjin fótin á skotroyndina, og so var sigurin heima.

Opin returur
Fagnaðurin á Neistaspælarunum var ovurstórur, tá seinasta bríkslið hevði ljóðað. Hóast meistaraheitið ikki enn er heima, so hava tær vissað sær eitt gott útgangsstøði undan seinna dystinum.
Stóri spurningurin her verður helst, hvussu liðini velja at tackla broyttu fortreytirnar, sum nú eru galdandi.
Við trimum sigrum á rað móti Stjørnuni kann Neistin neyvan áhaldandi sníkja seg undan favoritt-leiklutinum á sama hátt, sum tær higarti hava gjørt, og tað kann verða ein byrða, sum liðið skal læra at bera.
Hinvegin hevur Stjørnan nú munandi meira at missa. Tær vita, at verður tann dysturin ikki vunnin, so er spælið búið. Tá kann árið hjá tí á pappírinum sterkasta liðnum enda við tveimum silvurmerkjum, og tí er væl hugsandi, at alt verður fastlæst, fær ikki liðið ikki eina góða byrjan upp á dystin.
Sanniliga eru faktorarnir nógvir og kanska eisini avgerandi undan næstu finaluni. Hvør teirra fer at toga hvønn vegin, fæst ikki vita fyrr enn í sjálvum dystinum. Har er Neistin kanska enn favorittur, men spurningurin um FM-gullið stendur tó framvegis púrasta víðopin. Og tað er so slettis yvir høvur ikki óhugsandi, at talan eisini verður um eina triðu FM-finalu, har liðini fyri fullsettari høll skulu gera av, hvør fær loyvi at rópa seg føroyameistara í kvinnuhondbólti 2006.

Fakta um dystin
Neistin-Stjørnan 19-18 (9-7)
Málskjúttar
Neistin: Nicoleta Radu Hansen 8(3), Unn Kragesteen 4, Katrin á Neystabø 3, Annika Thomsen 3, Gunnvá Brockie 1
Stjørnan: Katarina Stepanov 6(2), Alina Olaru 5(2), Joan Midjord Djordjevic 4, Bára Skaale Klakstein 2, Una Olsen 1
Brotskøst: Neistin 3, Stjørnan 5
Útvísingar: Neistin 1, Stjørnan 4
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen. Tóktust ikki heilt so hvassir, sum teir oftani eru, men vanligi róligi stílurin leiddi tó dystin væl og virðiliga.