orsøkunum til at samlaði kostnaðurin gerst góðar 25 mió. er, at bygningurin varð gjørdur beinanvegin, og ikki bíðaði til farið varð undir seinnu byggi-stigini. Men fyri at tað skuldi vera møguligt at gera bygningin [...] hevur boðið sær at fíggja 70 prosent av bygninginum, meðan stuðulin frá landinum fíggjar hini 30 prosentini, og tað merkir sostatt, at Grunnurin Tórsvøllur einki kemur at hava við bygningin at gera. Torleif [...] Sigurðsson, formaður í FSF váttar fyri Sosialinum, at hetta er ætlanin, men hann sigur samstundis, at ætlanin ikki endaliga er komin uppá pláss enn. Er tað tí, at tit eru ósamdir við grunnin um eitthvørt? ? Nei
eftir at bólkurin er farin til verka. Vit hava biðið Reidar Nónfjall um at greiða okkum eitt sindur frá arbeiðinum. Reidar Nónfjall sigur, at arbeiðið gongur, sum tað skal. Hann væntar ikki, at nevndin [...] frá, at tað fyrsta bólkurin gjørdi var at finna út av hvat tað var, sum landsstýrið bað um. - Tí brúktu vit ta fyrstu tíðina til at slíta arbeiðssetningin sundur og seta hann soleiðis saman aftur, at vit [...] sum er í tveimum. Tan eini parturin hyggur at teimum stuttsiktaðu árinunum, meðan hin hyggur at teimum langsiktaðu árinunum, har hugt verður at hvussu Føroyar kunnu fáa ein sjálvberandi búskap ? við ella
Rokningin Í kappróðrarprátinum hevur verið nevnt, at tað kanska hevði verið vert at hugsa um at broytt reglarnar, soleiðis at um tað stóð á jøvnum, so átti avgerðin at verið tikin út frá, hvør bátur tilsaman í [...] Undan ólavsøkuróðrinum var greitt, at um alt gekk, sum tað hevði gingið á hinum stevnunum, og tað vil siga, at favorittarnir fóru at vinna, so fór stríðið um, hvør skuldi fáa útvarpssteypið, standa millum [...] og tá Anfinn Kallsberg, løgmaður, trein pallin á Bursatanga, var tað fyri at kunngera, at í ár var tað luturin hjá løgmanni at handa kvinnunum umborð á Jarnbardi útvarpssteypið. Eftir alt hóvastákið, sum
ndið boðað frá, at eftir ynski frá B36, sum hevur fingið góðkenning frá vágbingum, er avgjørt at flyta dystin til leygardagin klokkan 15. At dysturin verður framskundaður kemst av, at B36 í komandi viku [...] sunnudagin fyri aðru ferð upp í slag at spæla móti einum suðuroyarliði á heimavølli. Síðsta sunnudag vunnu teir 3-1 móti Sumba, og skipanin sigur, at komandi sunnudag eigur VB at koma í Gundadal. Nú hevur Fót [...] viku skal út at ferðast. Teir skulu heilt suður og eystur til Turkalands at spæla í UEFA Cup. Teir fara avstað sunnudagin, og tað er orsøkin til, at dysturin móti vágbingum er framskundaður til leygardagin
Jesper Binzer segði, at søgan aftanfyri DAD var tann, at tað vóru nakrir skeytboard-koyrandi ungir dreingir, sum funnu uppá at spæla punk rock. Síðani funnu teir uppá at taka country tónleikin við, so [...] tað síðsta ein ynskir, at navnið skal minna um pápa sín, so vit hava verið noyddir at kempa. Ha, ha, ha... Jesper sigur víðari, at DAD og Walt Disney hava eitt til felags, tað er, at ein ikki blívur ov gamal [...] gamal til hvørki. Føroyar at gott stað at vitja, men? Eins og flestu útlendingar hildu limirnir í DAD, at Føroyar er eitt sera vakurt land, og her er nógv at síggja. Vit hava verið og fiska, og reist eitt
skaðarnar, og tí ber ikki til at siga nakað nærri um teir. Men hann ivast ikki í, at hálkan hesaferð fer at kosta tryggingini væl av peningi, tó at tað er vónleyst í løtuni at seta nakað tal á. Nevndu sk [...] fyri neyðini at skrokktryggja, ella tey heldur velja bert at ábyrgdartryggja bilin. Tað er í hvussu er lógarfest, at allir bilar skulu vera ábyrgdartryggaðir, men tá er sum kunnugt vandi fyri, at ein sjálvur [...] roknast við, at talið á skaddum bilum er væl hægri, tí ofta er meiri enn ein bilur uppi í hvørjum skaðatilburði. Bjartur Dalsgarð, stjóri á bildeildini, sigur, at teir enn ikki hava havt stundir at sýna skaðarnar
ætlaði, at liðið skuldi síggja út. Hevði tú roknað við at vera ímillum teir fyrstu ellivu? ? Eg havi verið við nakrar ferðir, og tað er uttan iva galdandi fyri allar, sum eru við, at teir miðja eftir at koma [...] Allan Simonsen segði við meg, at hann helt, at tað hevði gingið so mikið væl hjá mær, tá eg kom inn í báðum dystunum ímóti Kekkia, at hann vildi geva mær møguleikan at vera við beinanvegin hesa ferð, [...] 22 ára gamli Sámal Joensen úr Gøtu mundi hava eitt ánilsi um, at hann kundi fara at verða ímillum teir fyrstu ellivu, sum venjarin fór at senda í leyvunnar gap leygarkvøldið, men tað var ikki fyrrenn á
Tróndur Djurhuus, sjónvarpsstjóri, at her fer at koma vend í. Ætlanin er at gera alt barnatilfarið føroyskt. Og tá nú hølisviðurskiftini fara at batna, fer at verða lættari at náa hesum máli. Ongin kolvelting [...] hevur valt ikki at koma við nakrari pompøsari vetrarskrá. Annars sigur Tróndur Djurhuus, at vetrarskráin komandi ikki verður nøkur kolvelting í mun til tað, verið hevur. Men greitt er, at fólk vilja hava [...] Sjónvarpið. Tað heldur stjórin, at Gekkurin er eitt gott dømi um. Og hann vil fegin geva fólki hendan møguleikan. Avgjørt er at senda fleiri barnasendingar, og mentanin fer aftur at fáa pláss í Sjónvarpinum.
tað er ikki yvir at dylja, at fólk hava væntað sær so nógv av hesum, at tað hevur lagt eitt ávíst trýst á okkum, tí støðan hevur verið so ehilt syndarlig í oynni. Tí er tað ein lætti, at vit loksins eru [...] sum fara at arbeiða á virkinum. Eg haldi, at vit hava fingið eina góða virkisleiðslu við góðum royndum. Men so haldi eg sanniliga eisini, at vit hava fingið arbeiðsfólk, sum eru sinnað at bróta upp [...] Sandoynni datt niðurfyri, tí sagt var, at tað ber ikki til at hava fiskavirking her. Tað er sum um arbeiðsfólkið hevur sett sær fyri at prógva, at tað ber til.
í landsstýrið. Viðvíkjandi tí, sum nú er komið upp, at Føroyar eru ikki annað enn eitt amt, er tað at siga, at einki danskt amtsráð hevur heimild at samtykkja lógir um ognartøkur ella lógir, sum áleggja [...] sigast, at tá stríð verður ímillum teori og veruleika, so er tað bara synd í teoretikaranum. Tað var nú ikki júst hetta sum fekk meg at skriva, men hetta: Ein fólkaflokkstingmaður er nú farin at fáast við [...] stjórnina at siga honum hvat er rætt og skeivt. Hann skal hava danir at siga, hvussu teir skilja heimastýrislógina. Tað er sum um lúsin má vera útlendsk. Fólkafloksmaðurin kundi gjørt sær tann ómak at hugt