B36 njósnast í Turkalandi

Fótbóltur: Landskappingardysturin móti VB er framskundaður til leygardagin, tí B36 fer av landinum sunnudagin

Sambært kappingarskipanini eigur B36 sunnudagin fyri aðru ferð upp í slag at spæla móti einum suðuroyarliði á heimavølli. Síðsta sunnudag vunnu teir 3-1 móti Sumba, og skipanin sigur, at komandi sunnudag eigur VB at koma í Gundadal. Nú hevur Fótbóltssambandið boðað frá, at eftir ynski frá B36, sum hevur fingið góðkenning frá vágbingum, er avgjørt at flyta dystin til leygardagin klokkan 15.

At dysturin verður framskundaður kemst av, at B36 í komandi viku skal út at ferðast. Teir skulu heilt suður og eystur til Turkalands at spæla í UEFA Cup. Teir fara avstað sunnudagin, og tað er orsøkin til, at dysturin móti vágbingum er framskundaður til leygardagin.

? Vit gista eina nátt í Keypmannahavn, og seinnapartin mánadagin fara vit til Ankara, har dysturin verður hósskvøldið. Vit hava ikki enn fingið endalig boð um, nær dysturin verður. Í yvirlitinum frá UEFA síggja vit, at fleiri dystir eru ásettir at vera klokkan átta. Tá vit hava í huga, hvussu heitt tað er í Turkalandi, so hevði tað komið væl við hjá okkum, at dysturin var so mikið seint á degnum, men vit kvíga fyri, at teir áseta hann at vera t.d. klokkan 6.

Hetta sigur Kjartan Mohr, peningarøkil í B36. Tey vera 27 fólk í ferðalagnum. Tomislav Sivic verður 19. spælarin, og Kristian á Neystabø, formaður í felagnum, verður ferðaleiðari saman við Kjartani Mohr.


Njósningin

Liðið úr Ankara, sum B36 skal spæla ímóti, eitur MKE Ankaragücü. B36 menninir kenna millum lítið og einki til mótstøðuliðið, sum fyri fyrstu ferð skal spæla í Europa Cup. Atgongumerkið til altjóða fótbóltin fingu teir við at tapa steypafinaluna móti Galatasaray, sum eisini vann landskappingina.

? Tey siga fyri okkum, at týdningurin av endanum á navninum á felagnum, »gücü«, merkir kraft, og eg ivist einki í, at vit ikki fara at fáa nóg mikið av megi ímóti okkum. Men vit royna at fyrireika okkum sum frægast. Spælararnir og venjarin royna at gera sítt heimaarbeiði, og fríggjadagin fer Sigfríður Clementsen av landinum. Sunnudagin skal hann í Turkalandi hyggja at, meðan mótstøðuliðið hjá okkum spælir á útivølli móti Samsunspor. Talan er um fyrsta umfar í landskappingini. Vit hava nøvnini á onkrum spælarum, og so vita vit, at í fjør høvdu teir metið í gulum og reyðum kortum, so tað verður heitt bæði so og so, væntar Kjartan Mohr.

B36 ferðalagið fer úr Turkalandi fríggjamorgunin, og tað ber teimum ikki til at koma til Føroyar aftur fyrrenn leygardagin. Annan sunnudag skal B36 spæla á útivølli móti ÍF.