Bjartur Dalsgarð á biltryggingini: Misjavnt sum fólk vanda sær um

Stjórin á biltryggingardeildini sigur, at ógvuliga ymiskt er, hvussu fólk ansa eftir, bæði hvat koyring og trygging viðvíkur.

Bildeildin á Tryggingarsambandinum hevði í gjár fingið fráboðan um 35 skaðatilburðir í sambandi við hálkuna mikudagin.

Tá talan er um skaðatilburðir kann roknast við, at talið á skaddum bilum er væl hægri, tí ofta er meiri enn ein bilur uppi í hvørjum skaðatilburði.

Bjartur Dalsgarð, stjóri á bildeildini, sigur, at teir enn ikki hava havt stundir at sýna skaðarnar, og tí ber ikki til at siga nakað nærri um teir. Men hann ivast ikki í, at hálkan hesaferð fer at kosta tryggingini væl av peningi, tó at tað er vónleyst í løtuni at seta nakað tal á.

Nevndu skaðatilburðir eru frá øllum landinum, og sum sæst aðrastaðni á síðuni vóru 12 teirra í Havnini ? ella í høvuðsstaðarøkinum.


Ymiskt við trygging

Bjartur Dalsgarð sigur annars, at tað er ógvuliga ymiskt, hvussu vandin fólk eru, bæði tá tað snýr seg um ferðsluna beinleiðis, og tá tað snýr seg um at tryggja bilarnar.

Tað vísir seg tó, at yvirhøvur skrokktryggja fólk nýggjar bilar, eins og tey eru varin við at skøða bilin rætt. Sjálvandi kann koma fyri, at fólk ikki náa at fáa skift dekk í nóg góðari tíð, men hetta eru undantøk.

Meiri misjavnt gerst tað, tá bilarnir eldast. Tá meta fólk um, hvørt tey hava fyri neyðini at skrokktryggja, ella tey heldur velja bert at ábyrgdartryggja bilin. Tað er í hvussu er lógarfest, at allir bilar skulu vera ábyrgdartryggaðir, men tá er sum kunnugt vandi fyri, at ein sjálvur hongur upp á alt, ið kemur upp á egnan bil uttan mun til, um ein sjálvur hevur skuldina ella ikki.

Tað kann jú henda, at bilurin verður árendur, uttan at viðkomandi ger vart við seg, ella talan kann vera um eldsbruna. So bert við ábyrgdartrygging kann ein koma illa fyri, tó at ein ikki sjálvur rennur á.


Kavi, vindur

og mjørki

Á tryggingini er tað sum oftast kavi ella nógvur vindur sum ger, at tey fáa fráboðanir í størri bylgjum. Men eisini mjørki kann vera ein vandi í ferðsluni, og tað merkja tey eisini á biltryggingini.

Bjartur Dalsgarð sigur, at sum ein høvuðsregla skal tryggingin altíð gjalda, tá ein skaði hendir. Men sjálvandi eru undantøk. Hesi eru í høvuðsheitinum tá skaðin verður elvdur við vilja ella av grovum óskjeytni. Spurningurin er so, hvat tað verður nevnt, um fólk til dømis koyra í líkindum, sum vóru mikudagin, bert við summardekkum.

Tað verður í hvørjum einstøkum føri mett um slíkt, og Bjartur Dalsgarð sigur, at teir halda seg til tryggingarreglurnar og ta rættarpraksis, ið hevur verið framd seinastu árini. Hetta skuldi so sjálvandi eisini tryggja teimum, ið hava biltryggingar, eina rættvísa framferð.