Annars er býtið av søluvirðinum millum ymisku skipabólkarnar lítið broytt hesi árini. - Størsta lutfalsliga vøkstrinum hesi fimm árini standa pelagisku skipini fyri. Størsta fallið í nettosølu í hesum [...] Í sínum ársroknskapi upplýsa hesi skip bert bruttovinning, og tí hevur ikki borið til hjá grannskoðarafelagnum at taka aðrar inntøkur og hýrur av hesum burtur úr fyri hesi skipini. - Tí er hýruprosentið [...] Weihe siga, at pelagisku skipini eiga størsta vøksturin av “øðrum kostnaði” hesi fimm undanfarnu árini, og talan er um ein vøkstur upp á tilsamans 52,6%. - Hinvegin eigur rækjuflotin størsta fallið í útreiðslum
Hósdagin varð eitt tjald sett upp í túninum við bústaðin hjá miljarderinum, Tom Hagen, sum nú situr varðhaldsfongslaður, skuldsettur fyri at hava dripið - ella at hava viðvirkað til dráp - av konu síni [...] síni, Anne-Elisabeth Hagen, sum hevur verið burtur síðan hin 31. oktober í 2018. Tjaldið varð sett upp framman fyri bilhúsið og inngongdina til húsini, og síðan varð alt, sum var í bilhúsinum, borið út í [...] ognini, har arbeitt hevur verið bæði innan-og uttandura. Orsøkin til, at løgreglan hevur sett tjaldið upp, metir VG vera fyri, at fólk ikki skulu síggja, hvat gongur fyri seg - og fyri at verja ting og lutir
hon er sera spent upp á at sleppa at møta drotningina og at sleppa at halda 10 ára føðingardag saman við hinum 162 børnunum í Skotlandi. Tað er eisini ein spennandi skrá, sum er sett upp til tey at uppliva [...] Nybo rogvi@sosialurin.fo Tað munnu vera tey fæstu fólkini í heiminum, ið nakrantíð sleppa at heilsa upp á bretsku drotningina, Queen Elizabeth II. Uppaftur færri munnu tey vera, sum nakrantíð hava hátíðarhildið [...] ein føðingardag saman við henni. Í morgin kann 9 ára gamla Karita Maria úr Hoyvík tó teljast millum hesi hepnu. Orsøkin er at hon er fødd á einum serligum degi í grannatjóð okkara fyri sunnan, Skotlandi
fólk fáa høvi at seta spurningar og fáa svar upp á viðurskifti, sum tey kanska ikki vistu um frammanundan. Kom í gongd - Fundurin fer at snúgva seg um, hvussu hesi ungu fólkini á besta hátt koma í gongd. Vit [...] Vit vænta, at eini hundrað fólk ella so fara at møta upp sunnudagin. Helvtin av teimum plaga at vera fólk, sum skulu lesa uttanfyri Danmark, tí hesi hava kanska fleiri ivamál enn hini. Her er tað týdningarmikið [...] Sælandi, Fjóni, og Jútlandi fara at greiða frá. Helvtin uttanfyri Danmark - Vit fara at býta okkum upp í ymsar bólkar. Tey sum skulu til Bretlands vera í einum bólki, tey sum skulu til Keypmannahavnar í
tíð. Valstýrið møtti væl áðrenn valhølið lat upp kl. 9. Tey byrjaðu beinanvegin at telja upp teir ? enn! - blonku seðlarnar við øllum valevnunum á, hvørt upp í buntir við 25 seðlum. Formaðurin, Gunnar Joensen [...] kommunuskrivstovuna hesi seinastu árini, - í bygninginum, sum Føroya Banki átti á sinni. Síðani løgtingsvalið og bygdaráðsvalið í fjør, er Hvalvík vorðin partur av tí stóru Sunda kommunu. Av hesi orsøk er kom [...] myndir av Edmundi Joensen úr Sambandsflokkinum, annars einki. Kann vera, at onkur hevði hongt plakatir upp dagin fyri, men í øllum illveðrinum um náttina mundu tær vera farnar sín veg. Tí veðrið má sær ráða
sum ætlað, sigur Poul Geert Hansen, sjúkrahússtjóri í viðmerking til hesi tíðindini. Hann væntar og vónar, at sjúkrahúsið kann lata upp í mai mánaði. Virkandi landsstýrið, sum bert er ein starvsstjórin inntil [...] Ætlanin var, at nýggi og stásiligi bygningurin á Landssjúkrahúsinum skuldi lata upp tann 23. februar, tá Landssjúkrahúsið eisini kundi hátíðarhalda 80 ára dagin. Mongum brestur ætlanin, og hetta verður [...] milliónir krónur eru longu nýttar til keyp av tungari útgerð. Í ringasta føri letur nýggi bygningurin ikki upp fyrr enn eftir summarfrítíðina. Hetta er tó lítið sannlíkt, tí væntandi fer nýggja løgtingið sum skjótast
Uttanríkisráðnum. - Í fyrstu atløgu eru hesi størvini ikki lýst leys, og tað er í stríð við almenna setanarpolitikkin. Í aðru atløgu hevur Lønardeildin heldur ikki flokkað hesi størv í lønarbólkar, áðrenn størvini [...] Spurd, um hesi mistøk eru rættað, sigur Súsanna Nolsøe, at bólturin í løtuni liggur á Lønardeildini. - Vit arbeiða í løtuni við at orða greiðar mannagongdir fyri, nær eitt starv livir upp til heitið [...] deildarstjórar. Síðani varð talið økt upp í fimm deildir, hóast einans fimtan fólk starvaðust í ráðnum, og eftir at Samvit varð lagt undir Uttanríkisráðið fyrr í ár, fór talið upp í seks deildir. Sambært skrivi
talið upp á 134 nýggj ansingarpláss hesi seinastu fýra árini. Harafturat eru pláss fyri 250 børn á Frítíðarskúlanum og hann tekur ikki meiri enn hesi somu 250 børnini. Sostatt eru 384 børn komin upp í skipanina [...] skipanina afturat hesi seinastu fýra árini. Umroknað eru tað 96 børn í miðal um árið hesi seinastu fýra árini. Í næstum verður harafturat útbygt, so at 100 pláss verða útvegað afturat. Talan er um 60 pláss [...] útvegað tríggjar ferðir so nógv pláss, sum málsetningurin var, so er bíðilistin vaksin úr 289 børnum, upp 465 børn. Og tá ið útbyggingarnar, sum eru ígongd, verða lidnar næsta summar, er bíðilistin komin niður
Lítið vistu útróðrarmenninir, ið mangan móðir og troyttir slitu upp land og settu bátin á lunn ella í lunnbót, at Bach og Mozart fóru at kína hesi gomlu bátaborð. Løtan var góð. Tann løtan, ið er góð, er ikki [...] so spelkin sum ein lomvigi, var eisini við á hesi fagnaðarstund. Teir hava í fýrati ár kent hvønn annan, og er mong kyldin farin um tónlistastráini hesi ár, so vit kunnu eisini siga, at stundin var ein [...] kvøldið kveikti so mangt í huga tínum. Monika Staus Joensen og vinkonan, Helene Ringgenberg, róðu upp undir løtuna í yndisligum spæli. Hetta var ein annar róður og aðrir tónar enn gomul sálmaløg, sum stumm
gav heimspolitisku støðuni óvanliga nógva tíð í hesi røðu. Hann tosaði um yvirgangsatsóknina í USA 11. september, og um tað, sum kom í kjalarvørrinum á hesi skakandi hending. - Vit kunnu ikki skúgva hetta [...] gleðiligu, segði hann og sipaði til sjálvstýristilgongdina og oljuvinnuna, sum er við at taka seg upp. - Hyggja vit nærri at hesum tilburðum og tí, sum kemur í kjalarvørrinum á teimum, bendir kortini nógv [...] at so kann verða, segði hann. - Vit skulu ikki ræðast, at ein nýggj týdningarmikil vinna tekur seg upp. Verður so væl, skulu vit fegnast. Tá fáa vit rásarúm til at menna og styrkja okkara vælferðarsamfelag