Eingin skalar Frúnna úr Miðvági. Aftur á jóansøku vísti nýggi báturin úr Miðvági so mikið sannførandi avrik, at tær vundu burtur úr kappingarneytunum.
Men tær umborð á Frúnni vóru kløkkar, tá tær sóu, at dómarabáturin undir róðrinum hevði gula flaggið á lofti móti teimum. Orsøkin var, at tær stýrdu ov nógv í bakborð, har tær høvdu Ørnina undir liðini.
? Dómarin segði aftaná, at hann hevði fleiri ferðir rópt á okkum. Vit hava ivaleyst verið so spentar, og hvørki vit ella stýrimaðurin hjá okkum høvdu gáað um hetta, áðrenn flaggið var víst okkum. Vit vóru fremstar, og vit royndu at rætta tað, sum teir søgdu vera galið, men vit skiltu aftaná, at teir hildu ikki, at vit høvdu gjørt nóg nógv við tað.
Hetta sigur Pernille Krogh, sum er bátsformaður umborð á Frúnni. Hon heldur, at tað altíð er nátúrligt at halda, at tú gerst einki skeivt, men at orsøkin stavar onkra aðra staðni frá. Tað vóru nógvir bátar í kappingini, og tað var stutt ímillum teir. Fyri tær umborð á Frúnni tóktist frástøðan í stýriborð og bakborð at vera eins stór, men sjálvandi vildu tær rætta seg eftir tí, sum dómarin segði.
? Vit fegnast um, at tað eydnaðist Ørnini at vinna kappingina um næstfremsta plássið. Tað hevði verið sera harmuligt, um tað hevði vilja so illa til, at kjalarvørrurin frá okkum var avgerandi fyri ta kappingina. Vit hava tosað við tær umboråð á Ørnini, og tær siga, at tær halda ikki, at tær høvdu so stóran ampa av okkum, sigur Pernille Krogh, sum sær fram til kappingina á Kollafirði, har tað er betri pláss at rógva, enn tað er so nógva aðra staðni.
Drekin tykist rættuliga vera komin fyri seg. Báturin hjá Havnar Róðrarfelag var um reppið at taka Ørnina. Hvsssi fylgdi eisini væl við, og Tjaldrið og FM vinnarin í fjør, Havfrúgvin, vóru eisini væl við.
? Tað hevði verið sera harmuligt, um vit sjálvar høvdu gjørt enda á góðu gongdini hjá okkum. Tað høvdu vit gjørt, um vit høvdu fingið tvey gul kort í sama róðri. Tú kanst ætla, at vit fara at ansa serliga væl eftir næstu ferð, sigur formaðurin á Frúnni úr Miðvági, sum tykist vera torfør at fáa fatur á hjá hinum manningunum.
jh børn Spíran (útibarnagarðurin)
42 børn Inni á Gøtu 20 børn Býlingahúsið undir Fjalli 20 børn Býlingahúsið á Flat 16 børn afturat á Lítlaskógi 10 børn afturat í barnagarðurin á Argjum.
Tilsamans er hetta 128 børn.
Tá ið tey seks plássini á Velbastað verða løgd afturat, kemur talið upp á 134 nýggj ansingarpláss hesi seinastu fýra árini.
Harafturat eru pláss fyri 250 børn á Frítíðarskúlanum og hann tekur ikki meiri enn hesi somu 250 børnini.
Sostatt eru 384 børn komin upp í skipanina afturat hesi seinastu fýra árini.
Umroknað eru tað 96 børn í miðal um árið hesi seinastu fýra árini.
Í næstum verður harafturat útbygt, so at 100 pláss verða útvegað afturat. Talan er um 60 pláss á einum stovni í Vesturbýnum. Men harafturat skulu tvey býlingshús byggjast út, so at tey fáa tikið 20 børn afturat í part. Tey seinastu av hesum plássunum verða liðug komandi summar.
Men harumframt fara 180 børn úr skipanini eftir summarferiuna, tí tey fara úr skúla. Sostatt fara 280 børn at sleppa í skipanina tað næsta árið.
Í løtuni standa 465 børn á bíðilistanum.
Tá ið tey 280 børnini eru sloppin inn, verða sostatt 185 børn á bíðilistanum, um barnatalið verður tað sama sum nú.
Í 1996 gjørdi Býráðið sær ein málsetning sum segði, at 30 pláss skuldi útvegast um árið í 10 ár, tó soleiðis at økingin støðugt skuldi vera í samsvari við tann tørvin. Sostatt skuldi tørvurin verið nøktaður í 2006.
Men veruligi tølini vísa, at hóast býráðið hevur útvegað tríggjar ferðir so nógv pláss, sum málsetningurin var, so er bíðilistin vaksin úr 289 børnum, upp 465 børn.
Og tá ið útbyggingarnar, sum eru ígongd, verða lidnar næsta summar, er bíðilistin komin niður í 185 børn, um barnatalið verður tað sama, sum nú.
Ein ørsøkin til gongdina er tað stóra talið av tilflytarum. Ein onnur orsøk er, at dagrøktin er sett til 300 børn, men í løtuni klárar skipanin bert 250 børn, tí tað eru ov fáir dagrøktarar. Somuleiðis eru fleiri fólk komin aftur í arbeiðið og hava tí brúk fyri barnaansing.