Lønardeildin langar eftir Uttanríkisráðnum

Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum átalar harðliga, at Uttanríkisráðið hevur sett fýra deildarstjórar uttan at lýsa størvini leys, og uttan at nýggju stjórastørvini eru flokkað. Sambært løgfrøðingum hevur Uttanríkisráðið ikki borið seg ólógliga at, men Lønardeildin arbeiðir við nýggjum leiðreglum, sum skulu endurskoða setanirnar. Heini í Skorini og Eirikur í Jákupsstovu

heini_skorini@yahoo.com

eij@sosialurin.fo

?Lønardeildin skal harðliga átala, at Uttanríkisráðið ikki hevur lýst størvini leys og skal tí heita á ráðið um at fáa hetta í rættlag?.

Hetta stendur at lesa í skrivi, sum Lønardeildin á Fíggjarmálaráðnum hevur sent Uttanríkisráðnum tann 11. februar í ár. Fríggjamorgunin fekk Sosialurin alment innlit í ávís setanarviðurskifti í Uttanríkisráðnum, sum søkt varð um 4. mars. Her framgongur, at Uttanríkisráðið breyt galdandi siðvenju og tann almenna setanarpolitikkin, tá ráðið skuldi seta fýra nýggjar deildarstjórar.

Súsanna Nolsøe á Lønardeildini er greið, tá hon verður biðin um at útgreina atfinningarnar mótvegis Uttanríkisráðnum.

- Í fyrstu atløgu eru hesi størvini ikki lýst leys, og tað er í stríð við almenna setanarpolitikkin. Í aðru atløgu hevur Lønardeildin heldur ikki flokkað hesi størv í lønarbólkar, áðrenn størvini vórðu sett, og tað er eisini í stríð við galdandi reglur, sigur Súsanna Nolsøe.

Við øðrum orðum hevur Uttanríkisráðið sett fýra deildarstjórar og bólka teir í 37. lønarflokki, sum er ein mánaðarløn á góðar 43.000 krónur, uttan at Fíggjarmálaráðið hevur góðkent hetta.

Greiðari mannagongdir

Á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum meta tey, at inflasjón er komið í talið av deildarstjórum, og tað økir munandi um samlaðu lønarútreiðslurnar. Í sama skrivi frá februar áleggur Lønardeildin Uttanríkisráðnum um at rætta tey mistøk, sum Uttanríkisráðið hevur gjørt. Spurd, um hesi mistøk eru rættað, sigur Súsanna Nolsøe, at bólturin í løtuni liggur á Lønardeildini.

- Vit arbeiða í løtuni við at orða greiðar mannagongdir fyri, nær eitt starv livir upp til heitið ?deildarstjóri?, og nær ein postur ber tann lønarflokkin, sum deildarstjórar í miðfyrisitingini sambært galdandi sáttmála fáa. Hetta arbeiðið verður liðugt í nærmastu framtíð, og tá fær Uttanríkisráðið nærri boð frá okkum, greiðir Súsanna Nolsøe frá.

Við øðrum orðum eru teir fýra deildarstjórarnir í Tinganesi framvegis eitt óavgreitt mál. Tá nýggju leiðreglurnar fyriliggja, skulu størvini aftur til viðgerðar, og tá skulu áðurnevndu mistøk eisini rættast.

- Lønardeildin hevur onga heimild til at blanda seg í interna bygnaðin í einum aðalráði. Men vit kunnu blanda okkum í teir lønarflokkar, sum starvsfólkini eru bólkaði eftir, og tað er tað, sum í nærmastu framtíð skal endurskoðast.

Tá Uttanríkisráðið varð sett á stovn í februar 2008, vóru einans tvær deildir og tveir deildarstjórar. Síðani varð talið økt upp í fimm deildir, hóast einans fimtan fólk starvaðust í ráðnum, og eftir at Samvit varð lagt undir Uttanríkisráðið fyrr í ár, fór talið upp í seks deildir. Sambært skrivi hjá fyribils setta aðalstjóranum, Herlufi Sigvaldssyni, starvast í dag 34 fólk í ráðnum, og tá eru útlendsku sendistovurnar ikki taldar við.

Ikki ólógligt

Hóast Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum staðfestir, at Uttanríkisráðið setir mannagongdir til viks, so er framferðin sambært advokatum ikki beinleiðis ólóglig.

Bæði Anfinn V. Hansen, sum hevur gjørt arbeiði fyri Uttanríkisráðið, og Bjørn á Heygum, sum Sosialurin hevur verið í samband við, vísa á, at orðingarnar í lógini um starvssetanir ikki eru nóg sterkar til at gera framferðina ólógliga.

- Í lógini stendur ikki, at størv ?skulu? lýsast leys, men at tey ?eiga? at lýsast leys, tá setanir fara fram. Tað er ein ov bleyt orðing til, at framferðin kann metast at vera ólóglig, sigur Bjørn á Heygum, advokatur.

Heim í stjórasess

Í samskiftinum, sum Uttanríkisráðið hevur havt við Landsgrannskoðanina, sum ráðið fyrr hevur drálað við at lata innlit í, kemur eisini fram, at tvær nýggjar deildir vórðu settar á stovn, so tað nú vóru fýra deildir í Uttanríkisráðnum. Hetta hendi átta dagar áðrenn tveir sendimenn vendu heim aftur á klettarnar. Hesi sendimenn komu beint í tvey av hesum fýra deíldarstjórastørvum, sum ikki vórðu lýst leys. Hetta var á heysti 2008, tá Uttanríkisráðið framvegis hevði eini 15 starvsfólk.

Tó endaðu sendimenninir ikki í nýggju deildunum í Uttanríkisráðnum, men í størvum, sum nú vóru leys, tí ein deildarstjóri bleiv fyribils settur aðalstjóri, og hin fór av landinum sum sendimaður.

Teirr báðir nýggju sessirnir sum deildarstjórar vórðu mannaðir av fólkum úr øðrum ráðum.