Drotning kemur í føðingardag

Níggju ára gamla Karita Maria úr Hoyvík fær ein heldur øðrvísi føðingardag, tá hon í morgin fyllir runt fyri fyrstu ferð. Millum føðingardagsgestirnar verður bretska drotningin Elizabeth II

Føðingardagur

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Tað munnu vera tey fæstu fólkini í heiminum, ið nakrantíð sleppa at heilsa upp á bretsku drotningina, Queen Elizabeth II. Uppaftur færri munnu tey vera, sum nakrantíð hava hátíðarhildið ein føðingardag saman við henni. Í morgin kann 9 ára gamla Karita Maria úr Hoyvík tó teljast millum hesi hepnu.

Orsøkin er at hon er fødd á einum serligum degi í grannatjóð okkara fyri sunnan, Skotlandi, nevniliga tann 1. Juli 1999. Henda dagin varð skotska parlamentið endurreist, eftir at tað hevði verið niðurlagt síðan 1707, ella í samfull 292 ár. Hetta verður mett sum ein tann størsti søguligi dagurin í nýggjari tíð í Skotlandi, og er at meta sum ólavsøka hjá føroyingum.

Hesin dagur var hátíðardagur í øllum tí bretska kongaríkinum, og nógv var gjørt burturúr. Eitt nú fingu øll 163 børnini, ið vóru fødd henda dagin, eina serliga kongaliga gullmynt frá drotningini av bretska ríkinum, Queen Elizabeth II. Millum hesi børnini var Karita Maria Zachariassen, ið er dóttir Unn og Jógvan Zachariassen í Hoyvík.


Vistu av ongum

Unn og Jógvan vóru frá 1997 til 2000 búsitandi í Skotlandi, har tey bæði undirvístu á Tilsley College í Motherwell. Tó var Unn heimagangandi ein stóran part av tíðini, tá hon jú var við barn. Dagurin upprann so, og tann 1 juli 1999 áttu tey Karitu Mariu. Hesin dagur mundi vera sum flest allir aðrir dagar, undantikið at skotska parlamentið varð endurreist henda dagin.

Hóast fólk søgdu við tey, at tað var stuttligt at tey høvdu átt sama dag, sum parlamentið varð endurstovnað, hugsaðu tey ikki stórvegis meira um tað, enn at tað var ein stuttlig samanrenning.

Stutta tíð eftir føðingina fingu tey tó hesa serligu gullmynt, ið tað bert eru 162 aðrar makan til, handaða til varðveitslu vegna Karitu Mariu til hon verður myndug.



Fekk teldubræv úr Skotlandi

Í morgin eru 10 ár síðan skotska parlamentið varð endurreist, og hetta verður hátíðarhildið við stíli. Fyrireikingarnar fóru í gongd fyri lítlum ári síðani, og var ynskið at øll børnini, sokallaðu »1 july babies«, skuldu luttaka.

Men 10 ár er long tíð, og fleiri av teimum eru ikki longur búsitandi í Skotlandi. Tí hevur stór orka verið løgd í at fáa samband við hesi børnini, ið nú eisini eru stødd í Avstralia, USA, Kanada og Føroyum.

- Tað hevur verið lýst eftir hesum børnum í skotsku bløðunum. Hetta hevur onkur av teimum, sum vit arbeiddu saman við tá vit búðu í Skotlandi sæð, og sendu mær ein meyl, at skotsku myndugleikarnir leitaðu eftir Karitu Mariu, greiðir Jógvan Zachariassen frá.

Síðan settu tey seg í samband við skotsku myndugleikarnar at greiða frá, hvar tey vóru. Tey hava so fingið eitt kongaliga innsiglað bræv, har tey eru boðin til Skotlands at hátíðarhalda 10 ára føðingardagin saman við skotska parlamentinum.


Í føroyskum búna

Tað er í morgin, at tann stóri 10 ára føðingardagurin verður. Og dagurin byrjar við at børnini sleppa at heilsa upp á drotningina í Skotlandi, Queen Elizabeth II of the United Kingdom, og skotsku tinglimirnar.

Men tað eru bara børnini, ið sleppa at hitta drotningina. Foreldrini sleppa at sita í einum rúmi við síðuna av og fylgja við á stórskíggja.

Ein stórur spurningur, tá tú skal í gildi við drotningini av Bretlandi er, hvussu dresskodan er og hvørjum hon skal vera í. Men tann spurningurin var skjótt svaraður fyri Karitu Mariu. Hon verður nevniliga í føroyska tjóðarbúnanum, tá hon skal hitta drotningina.

Børnini úr Skotlandi verða eisini í tjóðarbúnanum.

Sjálv greiðir Karita Maria frá, at hon er sera spent upp á at sleppa at møta drotningina og at sleppa at halda 10 ára føðingardag saman við hinum 162 børnunum í Skotlandi. Tað er eisini ein spennandi skrá, sum er sett upp til tey at uppliva henda stóra dagin, sum verður hildin í skotska parlamentinum í Edinburgh.