Anfinn Kallsberg tosaði nógv um ótta og stúran, tá hann helt seinastu nýggjársrøðu sína í hesum valskeiðnum.
Gamlaárskvøld setti hann seg niður framman fyri føroyska fólkinum í hvítari skjúrtu og bláum slipsi - sum rættir statsmenn gera. Hann hevði boðað frá, at nýggjársrøðan fór at verða savnandi, og hann royndi at hava ein ljósan og positivan boðskap gjøgnum alla røðuna.
Hann vísti á, at fólk stúra bæði fyri teimum døpru tilburðunum í árinum og fyri teimum góðu tíðindunum, men hann helt, at helst er tað bara óttan sjálvan, vit skulu ræðast, tí óttin lemjir okkum og ger okkum óvirkin.
- Árið, ið fer, fekk summi av okkum at stúra fyri framtíðini. Og so løgið tað enn ljóðar, er henda órógv ikki bara komin í av teimum døpru tilburðunum í árinum, men eisini av teimum gleðiligu, segði hann og sipaði til sjálvstýristilgongdina og oljuvinnuna, sum er við at taka seg upp.
- Hyggja vit nærri at hesum tilburðum og tí, sum kemur í kjalarvørrinum á teimum, bendir kortini nógv á, at Føroyar fara at gerast eitt uppaftur betri land at búgva í við eini uppaftur tryggjari framtíð, segði løgmaður.
Málið er frælsi
Anfinn Kallsberg royndi at greiða Føroya fóki frá, at sjálvstýristilgongdin hjá landsstýrinum, sum nú fer at merkjast, er ein væl umhugsað og trygg tilgongd.
- Sjálvstýrið skal mennast, samstundis sum vælferðarsamfelagið ikki einans verður varðveitt, men útbygt. Talan er um eina trygga tilgongd. Eina umhugsaða og væl skipaða tilgongd, segði hann.
- Stórar broytingar standa fyri framman, og lyndið í okkum menniskjum er nú einaferð so, at hetta kann elva til eina kenslu av ótryggleika um framtíðina. Uttan mun til um ótryggleikin er veruligur ella ikki, skulu vit taka hann í álvara. Vit skulu jú øll fylgjast, hvussu skjótt við enn velja at ferðast, bæði tá ið vit hava blíðan byr ella harðan andróður.
Oljuvinnan skal stýrast væl
Løgmaður nýtti eisini høvi at tosa oljuna, sum nú er funnin.
- Vit skulu ikki bera okkum at, sum um oljuinntøkurnar í næstum fara at floyma inn í føroyska samfelagið. Men vit mugu heldur ikki drála við at fyrireika okkum til, at so kann verða, segði hann.
- Vit skulu ikki ræðast, at ein nýggj týdningarmikil vinna tekur seg upp. Verður so væl, skulu vit fegnast. Tá fáa vit rásarúm til at menna og styrkja okkara vælferðarsamfelag skjótari, enn vit annars høvdu kunnað. Og vit fáa høvið at fáa eina betri javnvág í búskapin, sum kann verða fyri stóru sveiggjum í bæði fiskastovnum og fiskaprísi.
- Ein oljuvinna fer tó eisini at krevja nógv av okkum. Hon skal stýrast - og stýrast væl, segði Anfinn Kallsberg.
Vit skulu stríðast ímóti yvirgangi
Løgmaður gav heimspolitisku støðuni óvanliga nógva tíð í hesi røðu. Hann tosaði um yvirgangsatsóknina í USA 11. september, og um tað, sum kom í kjalarvørrinum á hesi skakandi hending.
- Vit kunnu ikki skúgva hetta frá okkum sum okkurt, ið ikki kemur okkum við. Tað er undanstøkking. Og tað hevði verið okkum til lítlan sóma. Vit eiga at liva upp til tað trúvirði og ta ábyrgdarkenslu, sum tað sømir seg eini tjóð, ið vil verða tikin í álvara, segði løgmaður.
- Vit njóta fruktirnar av at liva í tí framkomna, siðmentaða og frælsa heiminum. Vit hava tí skyldu til at verja hesi grundleggjandi virði, tá tey verða álopin.
- Føroyingar hava tikið støðu saman við okkara sameindu í stríðnum ímóti yvirgangi. Vit standa saman við teimum, ið verja eina siðmenning, sum byggir á fólkaræði, mannarættindi og frælslyndi. Og vit standa saman ímóti teimum, ið hótta hesi dýrmætu virði, segði Anfinn Kallsberg.
Hjálpa Afghanistan
Løgmaður segði, at føroyingar eiga at vísa ábyrgd, tá tað ræður um fátækradømi og ófrið.
- Tá ið Kosovo skudi endurreisast aftaná vápnaða stríðið vóru vit eisini við til at byggja landið uppaftur. Síðani hava vit fingið váttan um, at tann hjálpandi hondin úr Føroyum kom væl við.
- Nú Afghanistan skal byggjast uppaftur, eiga heimsins lond at rætta afghanska fólkinum eina hjálpandi hond. Vit fara at taka stig til, at vit eisini verða við í hesum, segði løgma?ur uttan at siga meira ítøkiligt um hetta.