Kristina Háfoss, Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi ----- Samgongan hevur økt hallið hjá landinum við yvir 100 mió. kr. í 2012 í mun til 2011. Hetta er greitt eftir at landsins úrslit fyri 2011 nú er vorið [...] landsstýrið higartil hevur upplýst. Dult veruliga hækkaða hallið Staðfestast kann nú frá roknskapartølunum hjá Føroya Gjaldstovu, at hallið í 2011 gjørdist um 258 mió. kr. Smávegis tillagingar kunnu koma afturat [...] eru upplýsingar, ið eru rættiliga langt frá veruleikanum. 142 mió. kr. frá tí veruleika, ið tølini hjá Føroya Gjaldstovu vísa. Dult veruliga kostnaðin av flatskattalættanum Havi eisini roynt at fingið
Tí er bókin hent at lesa hjá teimum, sum vilja hava eitt samanhangandi yvirlit yvir árini frá 1980 og frameftir. Sumt man eisini vera egnað til skúlabrúks. Mær tykir, at fyrsti kapittulin, sum kallast "Frá [...] heldur lítið frá fullveldisskránni og heldur nógv frá meinginunum hjá Jóannes Eidesgaard. Eg ivist eisini í, um tað er rætt, tá hann sigur, at fullveldissamgongan vildi hava eina skipan sum ta íslendsku [...] debattbøkur koma út sum ískoyti til tað orðaskiftið, sum er í fjølmiðlunum, á Tingi og á fundum. Hjá okkum eru slíkar bøkur sjáldsamar sum lundi á jólanátt, hóast tað hevur komið fyri av og á, at ein
valuppleggingini hjá flestu valevnunum til kommunuval hava einki samband við stevnuskráirnar hjá politisku flokkarnar, meðan tað hinvegin fyrst og fremst eru persónligu hjartamálini hjá valevnunum, sum [...] fýra ymisk samgonguskjøl verða undirskrivað upp á tvey døgn. Sjónleikurin í farnu viku er ikki hin fyrsti av sínum slagi. Tað tykist nærum vera ein fastur táttur í samband við býráðsval í høvuðstaðnum seinnu [...] er ikki rímiligt fyri demokratiið, heldur Jógvan Mørkøre. Samfelagsfrøðingurin leggur afturat, at hjá teimum, sum hava latið seg valt, men sum meira ella minni av tilvild enda í andstøðu, er tað lítið
fríggjadagin, tá Kirsten Brix vardi sína Ph.D. ritgerð. Ritgerðin er um skaldskap hjá Regin í Líð, sum var skaldarnavnið hjá Rasmus Rasmussen, Rasmus á Háskúlanum. Ein tílík Ph. D. ritgerð er eitt trý ára [...] . Frammanundan er Malan Marnersdóttir dr.phil í føroyskum bókmentum, og hon var eisini vegleiðari hjá Kirsten Brix. Opponentar Fríggjadagin, tá Kirsten Brix vardi sína ritgerð, gekk alt upp á stás, og [...] Høgskolan í Oslo og Martin Zerlang, lektari mag.art við Universitetið í Keypmannahavn. Kirsten Brix sigur, at tað er lagt ógvuliga nógv arbeiði í ritgerðina. Hon hevur eisini part av tíðini verið á lærdum
Týdningarmesta atfinning Árna er, at grundarlagið undir uppskotinum er skeivt. Hann sigur at: "Í viðmerkingum sínum rør løgtingsmaðurin fram undir, at bókstavir sum x, z, c og w eru bannaðir í føroyskum [...] hetta læra flestu børnini ta amputeraðu útgávuna av alfabetinum, sum m.a. er at síggja í mállæruni hjá Paulivari Andreasen og Árna sjálvum. Og hetta alfabet er, sum eg skilji, eisini góðkent av Málnevndini [...] verjir tað skerda alfabetið, sum stóð tað um lív. Tað kundi tí verið sera áhugavert um hann - sum tann fyrsti nakrantíð - alment kundi greitt frá, hví tað er so umráðandi, at fimm bókstavir skulu mangla í tí
Jonna Justinussen --------- Líggjas í Bø hevði áhugaverda grein í bløðunum, har hann sigur okkum frá, hví vit fáa drotningavitjan fimta hvørt ár. Tað er tí vit eru so kongatrúgv!!! Sum eg las greinina [...] við nútímans eygum. Øll stór lond, ið hildu seg vera, áttu hjálond. Tað syrgdi Columbus sum tann fyrsti fyri, tað veit hvørt manns barn. Summi lond fóru út í verðina at taka tey nýggju londini, meðan onnur [...] sjonleikarar og sangarar. At prinsar og prinsessir hava so stóran týdning, kunnu vit takka ævintýrunum hjá H. C. Andersen fyri. Eg haldi, at høvdu loysingarfólk fingið sín vilja í 1946, so høvdu vit í dag dugað
innspældum innsløgum og øðrum, sum alt á ein fryntligan hátt sigur frá, hvussu lívið í Tórshavn kann hava háttað seg upp gjøgnum øldirnar, frá tí, at fyrsti havnamaðurin kom á staðið og fram til í dag. At siga [...] vikuskiftið fara royndir tónleikarar og sjónleikarar á pall í Havn. Orsøkin er ár 2000. Og eitt hugskot hjá Edvardi Nyholm Debess, sum stuðlaður av Tórshavnar Býráð, nú fremur hugskotið í verki. Góðar kreftir
4. september kemur ein sjáldsom bók í handlarnar, lívssøgan hjá Lars Larsen-Ledet (1881-1958). Ein lýsing av einum tí mest umrødda dana, bæði í egnum landi og úti í heimi. Tað var maðurin, sum meira og [...] gina. Tá Danmark Radio í 1925 fór undir regluligu sendingar sínar, var Lars Larsen-Ledet ein hin fyrsti, teir buðu til mikrofonina, og til deyðadag sín í 1958 var hann populera røddin í útvarpinum; al [...] eftir fyrra heimsbardaga undan seinna heimsbardaganum. Jacob Haugaard hevur eftirskrift í bókini, og sigur m.a.: »Bogen um Larsen-Ledet er også en fin historiebog, der fortæller om hvordan Det Radikale Venstre
teir megnaðu bara at skjóta eitt mál, og tað kunnu vit ikki minst takka stinna málverjanum hjá okkum fyri, sigur Hans Jákup Andreassen, formaður í Skála Ítróttarfelag, úr Helsingfors. Skálamenn løgdu seg [...] skjóta fyrsta málið í altjóða dysti, so allir spælararnir hava framvegis møguleika at vera okkara fyrsti altjóða málskjútti, staðfestir Skála formaðurin. Tveir teir størstu møguleikarnir komu, áðrenn Tampere
Útgáva Land føroyinga ella rættari sagt Færingernes land er heitið á nýggju bókini hjá Hans Jacob Debes. Bókin er ein søgulig gjøgnumgongd av Føroyum og Føroya søgu. Bókin snýr seg mest um hendingar frá [...] eitt akademiskt forlag, og teir eru eisini rættiliga fegnir um hesa bókina. Steen A. Cold, sum var fyrsti stjórin í Norðurlandahúsinum, og Kristian Hvidt hava staðið fyri at fáa bókina út. Steen A. Cold [...] stóra F. Hann hevur eisini síni sjónarmið, men hetta er veruliga ein ógvuliga væl balansera bók, sigur Kristian Hvidt, sum í mong ár hevur verið arkivar á Fólkatinginum. Sjálvur kundi Hans Jacob Debes