Kongaligheit og diplomati

Jonna Justinussen
---------

Líggjas í Bø hevði áhugaverda grein í bløðunum, har hann sigur okkum frá, hví vit fáa drotningavitjan fimta hvørt ár. Tað er tí vit eru so kongatrúgv!!! Sum eg las greinina, var ætlanin nokk, at lesarin skuldi forargast. Eg merkti tó onki forargilsi, tí hatta var um diplomati á hægsta stigi, men eg kom at hugsa um hvussu umstøðurnar um alla verðina vóru í 1945, beint eftir kríggið. Soleiðis havi eg ongantið hugsað fyrr, vit liva jú bara í okkara nútíð og síggja alt við nútímans eygum.

Øll stór lond, ið hildu seg vera, áttu hjálond. Tað syrgdi Columbus sum tann fyrsti fyri, tað veit hvørt manns barn. Summi lond fóru út í verðina at taka tey nýggju londini, meðan onnur seinni vóru so frek og bert tóku sínar grannar og vilja enn ikki sleppa teimum. Men hvussu leingi vardi hendan sokallaða kolonitíðin? Tað er sjálvandi ymiskt hvussu leingi, men tað er ikki fyrr enn á okkara døgum, eini 20 – 25 ár aftaná 1945, at tey flestu hjálondini blivu sjálvstøðug. Enska hjálandið Rhodesia broyttist til Zimbabve í 1964, Somalia í 1960, Bangladesh í 1971, ja, tit kunnu sjálvi halda fram, men hvørja ferð hevur tað fyrst verið uppreistur, bardagi og snigmorð. Angola var portugisiskt, og ikki fyrr enn í 1971 varð landið sjálvstøðugt, tann av so nógvum høgt elskaði Che Guevara kom frá Cuba at hjálpa í uppreistrinum.

Italia tapti í krígnum, so landið misti síni hjálond, t.d Eritrea, sum í 1941 kom undir ENSKT harradømi. Í 1951 kom tað (við avgerð í ST) at hoyra til Etiopia. Leggið til merkis, at tankin um Eritrea sum sjálvstøðugt land var óhoyrdur. Sætt við nútímans eygum, hevði tað veri so líka til. So høvdu tey sloppið undan allari elendigheitini, sum tey hava í dag, ófrið við uppreistri og hungursneyð.

Føroyar komu eisini undir ENSKT harradømi, hvussu leingi og hvussu framtíðin sá út tá, kundi ongin vita. Engilskmenn lovaðu ið hvussu er at lata Danmark fáa okkum aftur seinni.

Tað, sum eg meini við at reksa alt hetta upp, tað er, at um tað uppá nakran máta, meðan eingilskmenn vóru her undir krígnum og ongin kendi framtíðina, hevði verið talan um, at Føroyar eftir kríggið skuldu loysa frá Danmark, so haldi eg ikki, at eingilskmenn vóru farnir avstað, ella teir høvdu skunda sær at komið aftur. Teir høvdu gjørt tað av berum gomlum vana.

Tí haldi eg, at tað er satt, tá menn siga, at fólkaatkvøðan í 1946 bert var leiðbeinandi, og danir fyri ikki at missa okkum til NAKRAN ANNAN (Danmark hevði minkað í stødd og virðing fyri sær sjálvum) skundaðu sær at geva okkum heimastýri, so vit sleptu øllum tankum um loysing. Høvuðslond ella móðurlond duga illa at lata landspartar frá sær.

Tit mugu heldur ikki gloyma, at sjómarkið um tað tíðina bert var 5 míl, og russar vóru rættiliga næskir. Eg minnist væl tá í hálvtrýssunum, hvussu allur sjónarringurin millum Stongina og Eystnes var tiltaglaður av russiskum skipum. Aftanfyri Nólsoynna sá tað út, sum var har ein heilur býur. Rættiliga ræðandi, haldi eg.

Hví føroyingar eru so kongatrúgvir er ilt at vita, men fólk vilja tilsýnulátandi hava okkurt at síggja upp til og dyrka, okkurt óuppnáðiligt. Fyrr var tað kongar og aðal, í dag eru tað aðrar stjørnur, so sum sjonleikarar og sangarar.

At prinsar og prinsessir hava so stóran týdning, kunnu vit takka ævintýrunum hjá H. C. Andersen fyri.

Eg haldi, at høvdu loysingarfólk fingið sín vilja í 1946, so høvdu vit í dag dugað væl at tosa enskt, men vit høvdu ikki dugað at tosa føroyskt. Og TAÐ drotningina høvdu vit ikki sæð halaferðina av.