Føroya søga til norðurlendingar

Færingernes land - Historien om den færøske nutids oprindelse eftir Hans Jacob Debes, dr. Phil, kemur út á donskum

 

ÚTGÁVA

Í morgin fríggjadagin gevur granskingarforlagið Multivers í Keypmannahavn út bókina Færingernes land - Historien om den færøske nutids oprindelse eftir Hans Jacob Debes, dr. Phil. Bókin er skrivað á donskum til lesarar í Norðurlondum. Stuðlað útgávuni hava føroyskir og danskir grunnar umframt føroyskt vinnulív. Staðið fyri útgávuni í samráð við høvundin hava søgufrøðingurin Kristian Hvidt, dr. phil, sum í nógv ár var arkivarur í danska fólkatinginum, og Steen A. Cold, skrivstovustjóri. Hesin var sum kunnugt fyrsti stjórin í Norðurlandahúsinum í Føroyum.

Hon er ein lýsing av sjálvsstýris- og sambandseyðkennum í føroyskari mentan og politikki fram til dagin í dag. Umframt lýsir hon rørslur í Europa, serliga í Noregi og Íslandi og sjálvsagt Danmark eisini, sum føroyska lagnan er heft at.

Í bókini, sum er umleið 400 blaðsíður, eru 60 savnsmyndir úr føroyskari søgu, og tekningar, sum Ingálvur av Reyni hevur gjørt. Hetta er fyrsta bókin á øðrum máli enn føroyskum um høvuðstættirnar í føroyskari samfelags- og mentanarmenning, sum kemur út í Norðurlondum síðani bókina eftir Jørgen-Frants Jacobsen, sum kom fyri 70 árum síðani.

Bókin verður seld í øllum Norðurlondum. Hon verður løgd fram á Christiansborg miðskeiðis í hesum mánaðinum. Leygardagin verður framløga av bókini í Norðurlandahúsinum í Havn við móttøku. Útgevarar og Henrik Borberg, stjóri á forlagnum, eru hjástødd.