Óvirðiligt og ósømiligt. Hesi bæði orðini lýsa væl ódámliga glantrileikin, sum vit vóru áskoðarar til í farnu viku, tá Tórshavnar býráð skuldi skipa seg. Tú visti hvørki um tú skuldi gráta ella flenna, tí bæði láturligi og grátiligi sjónleikurin í Havn tóktist ongan enda at fáa. Tað má nærum vera heimsmet, at fýra ymisk samgonguskjøl verða undirskrivað upp á tvey døgn.
Sjónleikurin í farnu viku er ikki hin fyrsti av sínum slagi. Tað tykist nærum vera ein fastur táttur í samband við býráðsval í høvuðstaðnum seinnu árini, at borgarin verður hildin fyri gjøldur av valdu býráðsumboðunum.
Samfelagsfrøðingurin, Jógvan Mørkøre, heldur, at nú er tíðin komin til at saðla um, og at virka fyri at samráðingartilgongdin verður meira skipað í framtíðini.Hann mælir til, at vit ganga burtur frá at býta bý- og bygdarráðini í meir- og minniluta.
Talar fyri semju
?Eftir óskilið í Havn hesaferð má lærdómurin vera, at verandi skipan ella siðvenja dugir snøgt sagt ikki. Tað, sum fór fram, var snøgt sagt ódámligt, og uttan mun um tú gjørdist vinnari ella tapari í politiska spælinum, so má niðurstøðan vera hon, at vit eiga sleppa frá hesum óskilinum, tí hvørki politikararnir ella vit borgarar kunnu liva við hesum.
Samfelagsfrøðingurin, Jógvan Mørkøre, heldur lítið um eftirspælið, sum kommunuvalið í Havn fekk. Hann heldur, at tíðin er komin til eina meira semjusøkjandi politikk, sum skal tryggja at samráðingartilgongdin kemur í fastari karmar. Samfelagsfrøðingurin metir, at vit koma best glantrileikunum til lívs við at ganga burtur frá at býta bý- og bygdarráðini upp í meir- og minnilutar.
?Í summum førum gevur tað snøgt sagt onga meining at býta upp í meir- og minnuluta, og sundurbýtingin er eisini skaðilig fyri demokratiið. Dialogur er avgerandi fyri demokratiið, og við at býta upp í meiri- og minnilutar drepur tú dialogin, og harvið eisini kjarnina í demokratinum. Tað kann ikki vera rætt, at helvtin av borgarunum ikki sleppur til orðanna gjøgnum tey umboð, tey hava valt. Tað er ikki rímiligt fyri demokratiið, heldur Jógvan Mørkøre.
Samfelagsfrøðingurin leggur afturat, at hjá teimum, sum hava latið seg valt, men sum meira ella minni av tilvild enda í andstøðu, er tað lítið hugaligt at vera vald at tala, men uttan at nakar lurtar eftir, meirilutin hevur frammanundan tikið avgerðina.
Hann nevnir møguleikan fyri at hava eina framtíðarskipan, har tann størsti listin altíð fær borgarstjórasessin, og síðan verða nevdarsessirnir býttir eftir sama leisti, sum nevndarsessirnir í løgtinginum verða sundurbýttir.
?Tað er fullkomiliga meiningsleyst, at tú ikki skalt tora at leggja teg at sova eftir eitt býráðsval, tí so er stórur vandi fyri, at tú endan uttanfyri ávirkan. Ein møguleiki er at broyta skipanina við lóg, men tann frægasta loysin hevði verið, um partarnir tóku hvønn annan í eið, og broyttu siðvenjuna, tí heldur hetta óskil fram, missir borgarin fullkomiliga álitið á politikarunum og virðingina fyri demokratinum, vísir Jógvan Mørkøre á.
Positiv rák
Hóast rokið um býráðsmeirlutan í høvuðsstaðnum fekk stóra rúmd í fjølmiðlunum, so heldur Jógvan Mørkøre, at tað sanniliga eisini eru positiv tekin at hóma eftir kommunuvalið seinasta týsdag. Hann vísir á, at til dømis á Tvøroyri, Fuglafirði og í Sundalagnum er ein skilagóð siðvenja við at taka seg upp, sum aðrar kommunur kundu lært av, og vísir til breiðu semjurnar í hesum kommunum, har øll kommunalu umboðini sleppa til orðanna.
?Á Tvøroyri hevur verið at hoyrt, at býráðsvalið hesaferð møguliga var tað seinasta, har tað varð stillað upp flokspolitiskt. Í Sundalagnum og Fuglafirði er tankagongdin við at hava breiðar semjur í býráðnum við at gera um seg, og tað haldi eg er ein ógvulig sunn gongd, heldur Jógvan Mørkøre.
Burtur við flokkunum
?Politisku flokkarnir í Føroyum eru stovnaðir eftir landspolitiskum endamálum og hava sum er einki sum helst við lokalpolitikk at gera. Hvørki loysing/ samband ella høgra/vinstra spurningarnir eru í dag at finna innan lokalpolitikk, og tí er tað ikki rætt, at flokkarnir stilla upp til kommunuval, uttan so, at teir miðvíst brúka flokkin til at menna politikk á hesum øki.
Jógvan Mørkøre er sannførdur um, at vit eiga at hyggja burtur frá at floksuppstilling á kommunuvalum í framtíðini. Hann vísir á, at valuppleggingini hjá flestu valevnunum til kommunuval hava einki samband við stevnuskráirnar hjá politisku flokkarnar, meðan tað hinvegin fyrst og fremst eru persónligu hjartamálini hjá valevnunum, sum valevnini royna at selja seg við.
?Skulu vit hava listar, sum stilla upp til kommunuval. er neyðugt hjá okkum borgarum at vita, hvat listarnir standa fyri. Sum støðan er í løtuni ber bara til at krøkja persónarnar á listunum upp á, hvat teir hava lovað og ikki listarnar, tí eingin veit, hvat listarnir standa fyri, sigur samfelagsfrøðingurin.









