Aldarinnar Gongutúrur

Um vikuskiftið verður minnilig tónleikamynd framførd á Meiarínum í Havn. Kend løg eru á skránni, um enn í øðrvísi og nýggjum sniði

Um vikuskiftið fara royndir tónleikarar og sjónleikarar á pall í Havn. Orsøkin er ár 2000. Og eitt hugskot hjá Edvardi Nyholm Debess, sum stuðlaður av Tórshavnar Býráð, nú fremur hugskotið í verki.

Góðar kreftir, útisetar, eru komnir heim at taka lut og hóast talan ikki er um stóra manning, so borgar manningin tó fyri dygd.

Fyrireikararnir siga soleiðis um tónleikamyndina Aldarinnar Gongutúrur.

Aldarinnar gongutúrur ? ein minnilig tóneliamynd av Tórshavn? er verk, sum Edvard Nyholm Debess hevur sett saman av søgu, eldri og yngri tónleiki, frammanundan innspældum innsløgum og øðrum, sum alt á ein fryntligan hátt sigur frá, hvussu lívið í Tórshavn kann hava háttað seg upp gjøgnum øldirnar, frá tí, at fyrsti havnamaðurin kom á staðið og fram til í dag. At siga frá søguni, bæði fyrr og nú, er Páll Danielsen, sjónleikari, fúsur og tónleikurin er fyri tað allarmesta kend løg, útsett av tónleikarunum. Teir eru Leivur Thomsen, guitar; Teitur Lassen, guitar og sang; Trúgvi R. í Brekkunum, slagverk; Edvard Nyholm Debess, bass og sang. Fyri tí tekniska stendur Jónas B. Danielsen.

Mennirnir aftanfyri tiltakið hava í fyrireikingunum lagt stóran dent á allir skuldu hava sín part av tilrættaleggingini av tónleikinum, og tískil kann væntast ein breið og ymisk vifta av kendum løgum, sum hvørt hevur fingið sín dám, men tó enn hevur so nógv av tí upprunaliga eftir, at ein og hvør saktans kann syngja við.

Ein kendur gestur er við í sýningini, men hvør viðkomandi er, ætla upphavsmenninir ikki at avduka áðrenn fyrstu sýning.

Vanligt er at lýsa tónleikatiltøk við at heingja plakatir upp, men i hesum føri er øðrvísi, tí valt er heldur at gera eitt postkort, sum liggur frammi runt í býnum. Frammanfyri á postkortinum er mynd frá seint í 1800-talinum, av Doktaragrund, við Ydun reyðmálaðum. Á baksíðuni er nærri frágreiðing um ?Aldarinnar gongutúr?, sum er gjørdur fyri Tórshavnar Býráð í samband við ár 2000.

?Aldarinnar gongutúrur ? ein minnilig tónleikamynd av Tórshavn ? verður framført á Gamla Meiarínum leygarkvøldið 8. juli kl.21:30

og sunnukvøldið 9 juli kl. 20:00.

Atgongumerki á kr. 75,- fáast á Kunningarstovuni í Havn og møguliga við inngongdina.s, Justin Philbrow, kassagittar og Kári Sverrisson, fiól.


Skráin fyri stevnuna

Skráin fyri fólkatón-leika-r-stevnuna 2000 er henda:


Mánadagin 10. juli kl. 20 í Losjuni í Gøtugjógv:

Shalder Geo, Økusól, Han-us Johansen, Enekk ? aftaná spæla »Taxi«.


Týsdagin 11. juli kl. 15 í Grasagarði í Havn:

Malick Jagne (Gambia), Gigl.

kl. 19-22 á Háskúlanum í Havn:

Trummuskeið við Malick Jagne úr Gambia. Tilmeld. tlf. 441653 og tlf. 442115 (Jón Tyril).


Mikudagin 12. juli kl. 19.30 í Norður-landa-hús-in-um í Havn:

Hanus Johansen, Økusól, Tone--makeriet (Noreg), Ivory (við Malick Jagne, áslátt--ur).


Hósdagin 13. juli kl. 15 í Listaskálanum í Havn:

Barnatiltak við konsert og dansispølum. Sharon Weiss lærir okkum ymsar dansir, vit læra skjaldur og lurta eftir tónleiki. Ókeypis at-gongd.

Kl. 19.30 í Norður-landa-hús-inum í Havn:

Shalder Geo, Enekk, Utla (Noreg).


Fríggjadagin 14. juli kl. 18.15 umborð á »Smyrli« á veg til Suðuroyar:

Tonemakeriet (Noreg), Hanus Johansen, Anders Hag-berg (Svøríki), Kristian Blak og Mikael Blak.

Kl. 20 í Skálavík:

Enekk, Utla (Noreg).

Kl. 21 í Klubbanum á Tvøroyri:

Tonemakeriet (Noreg), Hanus Johansen, Anders Hagberg (Svøríki), Kristian Blak og Mikael Blak.


Leygardagin 15. juli kl. 15-17 í Grasagarði í Havn:

Gigl, Shalder Geo og An-ders Hagberg (Før./Svør-íki).


Sunnudagin 16. juli kl. 16 í Havnar kirkju:

Niels Midjord, Petur Jákup Eliasen, Hans Jacob Hansen og Kári Sverrisson syngja kingosálmar. Anders Hag-berg, Kristian Blak og Mika-el Blak spæla ljóð-før-is-tónleik.


Mánadagin 17. juli kl. 12 ger Norðlýsið ferð út í Hest, har Anders Hagberg spælir solo í Klæmintsgjógv. Vit vera aftur á Havnini áleið kl. 18.