Ein øðrvísi bók

Vit duga næstan at rokna út, hvat slag av bókum fer at koma út uppundir jól á hvørjum ári. Tað eru fyrst og fremst søguligar og siðsøguligar bøkur, kókibøkur og so bøkur um manna- og kvinnulagnur.
Bókin "Komin er nú onnur øld - ein lýsing av okkara samtíð" eftir Una Arge er øðrvísi enn hinar

Finnbogi Ísakson

Í øðrum londum er tað ikki óvanligt, at sokallaðar debattbøkur koma út sum ískoyti til tað orðaskiftið, sum er í fjølmiðlunum, á Tingi og á fundum. Hjá okkum eru slíkar bøkur sjáldsamar sum lundi á jólanátt, hóast tað hevur komið fyri av og á, at ein slík bók er komin.
Innihaldið í bókini svarar til heitið "Komin er nú onnur øld", sum hevur fleiri týdningar. Fyri tað fyrsta eru vit komin inn í eina nýggja øld og eitt nýtt túsundár, og haraftrat er samfelagsgongdin øðrvísi nú, enn hon var í farnu øld, er boðskapurin hjá høvundinum.
Átta kapitlar eru í bókini, sum telur 175 síður. Lesarin fær best eina fatan av innihaldinum við at kenna yvirheitini á kapitlunum, sum eru:
Føroyar og heimurin.
Føroyar og ríkið.
Føroyar og vinnulívið.
Føroyar og heilsan.
Føroyar og mentanin.
Føroyar og útlendingar.
Føroyar og fjølmiðlarnir.
Føroyar og grundlógin.

Sum tað sæst sveimar høvundurin víða, og kanska halda summi, at onnur evni áttu at verið við. Sjúklingurin heldur uttan iva, at tað mest týðandi er at hava eitt kapittul um heilsuna hjá føroyingum, men kanska heldur lærarin, at ein kjakbók, sum ikki hevur eitt kapittul um skúlan, nyttar einki. Men tað er greitt, at torført er at velja, tí øll viðurskifti kunna ikki verða viðgjørd.
Uni Arge dugir væl at skriva, og hann nýtir gott, men eisini lætt føroyskt mál. Í hesi samtíðarsøgu hevur hann dugað at sett hendingarnar í perspektiv. Hóast vit halda okkum vita, hvat hevur hent í verðini og Føroyum tey seinastu árini, so kann tað væl vera, at vit bara minnast tað sum leysar bitar. Her verða hendingarnar settar í samanhang. Tí er bókin hent at lesa hjá teimum, sum vilja hava eitt samanhangandi yvirlit yvir árini frá 1980 og frameftir. Sumt man eisini vera egnað til skúlabrúks.
Mær tykir, at fyrsti kapittulin, sum kallast "Frá World Trade Center til stórpolitikk í Tinganesi", er tann best skrivaði og gevur okkum eitt gott yvirlit yvir tann broytta heimin eftir álopið, samstundis sum vit fáa eitt samanhangandi yvirlit yvir politisku gongdina við fullveldismálinum á dagsskrá. Kanska greiðir høvundurin tó heldur lítið frá fullveldisskránni og heldur nógv frá meinginunum hjá Jóannes Eidesgaard. Eg ivist eisini í, um tað er rætt, tá hann sigur, at fullveldissamgongan vildi hava eina skipan sum ta íslendsku í 1918. Hetta var upprunaliga tankin, tá samgongan varð skipað eftir valið í 1998, men tá samráðingar vóru við stjórnina lógu føroysku ynskini nærri einum "Frælsum felagsskapi", sum summi lond í Fjareystri hava.
Annar kapittul kallast "Dreymurin um sjálvstøðu og trongdin til tryggleika". Eisini hetta er ein áhugaverdur kapittul, men heldur nógvar uppafturtøkur av tí, sum stóð í 1. kapitli. Høvundurin ger ikki so nógv av at breiða sínar egnu meiningar út, men setir í teimum ymsu kapitlunum ein hóp av spurningum. Og tó - tað skerst neyvan burtur, at mangan liggja svarini í sjálvum spurningunum sum td her (s. 51):
"Hvat verða Føroyar, um vit ikki taka ta ábyrgd, sum aðrar tjóðir hava? Í hjartanum ein stolt tjóð, men í veruleikanum eitt Hetland?
Hesin spurningur má setast, tí hvat er endamálið við at fáa meiri ávirkan í hernaðarmálinum og uttanríkismálum og fremja fleiri yvirtøku? Hvat er endamálið við at staðfesta, at danski staturin ongantíð skal gera seg inn á føroysk sermál aftur? Endamálið má vera, at vit eru á veg onkustaðni. At vit búgva okkum út til at taka við teirri ábyrgd, sum sjálvstøðug lond hava. Vit fyrireika okkum upp á fleiri mátar til sjálvstøðuna. Men ætla vit at gerast sjálvstøðugt land?"
Tað verður ov drúgt at fara ígjøgnum allar kapitlarnar. Tó skal eg nevna kapittul 3 eisini, sum er um vinnulívið. Yvirhøvur ein góð gjøgnumgongd út frá góðum keldum av tí, sum hendi við føroyska vinnulívinum, serliga í áttatiárunum. Tó tykir mær, at Uni Arge, sum so mong onnur ung tey seinastu árini, tykist halda í hesum og øðrum kapitlum, at tíðarrokningin í Føroyum byrjaði við árinum 0 í 1998, og at frammanundan var alt eitt stórt kaos.
Tað er ikki heilt beint. Tað var tann politiski og vinnuligi framburðurin í seksti- og sjeytiárunum, sum gjørdi Føroyar til eitt modernað samfelag. Rætt er tað tó, at tað politiska gávumildni fór út um alt mark í áttatiárunum. Men tá høvundurin gevur ta fatan, at dansurin um gullkálvin var fullmannaður hetta tíggjuáraskeiðið, so er heldur ikki tað heilt beint. Tað vóru hóast alt nøkur fólk, sum róptu varskó.
Av hinum kapitlunum dámar mær best tann um fjølmiðlarnar. Eg haldi, at høvundurin hevur fleiri góðar meiningar um henda týðandi táttin í samfelag okkara.
Sum heild fari eg at siga, at tann, sum hevur áhuga fyri samfelagsviðurskiftunum, eigur at keypa hesa bókina og lesa hann. Keðilig er hon ikki.