februar fingu Eyðbjørg og Eyðstein Simonsen, Birkerød, eina dóttur, ið eitur Lilja. Hon var 52 cm til longdar og vigaði 3200 gr. 20. februar fingu Haidi Blástein og Arne Olsen, Tórshavn, ein son. Hann [...] 14.00 giftast í Betesda, Anna Hvidbro og Johan Berg. Opið hús verður í Skálanum millum kl. 20.00 til umleið kl. 24. Øll eru hjartaliga vælkomin! Hey vit skulu giftast! Leygardagin 15. mars kl.15 giftast [...] verður í HB-húsinum kl. 19. Tað hevði glett okkum um tú/tit, høvdu vilja hildið dagin saman við okkum. Ring á tlf. 319072 / 264854 (Sámal) ella 263816 (Henrietta) í seinasta lagi 23. februar.
møguleiki fyri fýra skjótum stigum til Neistakvinnur. Men tað er sjáldan lætt at spæla móti VB í Vági, og hóast VB-liðið einki stig fekk hetta vikuskiftið, er liðið als ikki so ringt, sum úrtøkan í stigum higartil [...] við enn, og við sigrinum á VB fekk StÍF aftur samband við oddaliðini. Komandi leygardag skal StÍF til Klaksvíkar. Um tað her eydnast Stjørnuni at vinna, kunnu tær rættiliga seta eld í toppin av kappingini
vit verja og lívga familjuna, vil samfelagið mennast og trívast. Familjan spennir vítt, frá barninum til ellisár, ímillum hetta spennið av tíð eru tú og eg ? VIT BYGGJA HETTA LAND. Børnini Framtíð barnanna [...] Tey vildu helst klárað seg sjálv. Men hvønn møguleika hava tey? Verða tey ikki borin og lyft, er ringt hjá teimum at koma fram. Tað er neyðugt at bøta um hesi viðurskifti, so eisini tey kunnu siga ? her [...] Fiskivinnan Tað er neyðugt at standa saman um fiskivinnuna, so nær- og fjarfiskiskapur gevur mest møguligt til: -skip -manning -samfelag. Eisini er neyðugt, at fiskivinnan á landi hevur góðar arbeiðsumstøður, har
stuðlaðu avtaluni. Vit spurdu Jóannes Eidesgaard, nú avtalan er endaliga góðkend, um ynski hansara til formannin í danska javnaðarflokkinum um at geva Føroyum eina góða avtalu, eru gingin á møti? -Tað haldi [...] -Men í hvønn mun hevur tín lutur sum fólkatingsmaður stuðlað undir krøv føroyinga? -Tað er sjálvandi ringt at máta. Men eg ivist ikki í, at hetta hevur hjálpt. Vit síggja eisini nú, at støðan hjá danska j [...] enn hon hjá bæði Vinstra og Konservativa flokkinum. Uppá fyrispurning hvørja støðu hann fer at hava til donsku javnaðarstjórnina nú avtalan er endaliga samtykt sigur Jóannes Eidesgaard seg onga viðmerking
Christiansborg: Í salinum sá Høgni Hoydal út sum hann hevði ringt við at halda sær ikki at flenna, tá Anders Fogh nevndi positivu gongdina í ríkislegasskapinum í røðu síni, tá fólkatingið kom saman fyrstu [...] stjórnin lóggevir ímóti tí, kanst tú ikki siga, at vit hava fult fólkaræði sigur Høgni Hoydal og sipar til at hernaðarlóggávan varð sett í gildi í Føroyum, hóast løgtingið var ímóti tí. Løgmaður vælnøgdur Løgmaður [...] leggja aftrat, at tað er mín sannføring og hendan stjórnin arbeiðir eftir, at tað er heilt og fult upp til føroyingar sjálvar um teir vilja hava fult ræði á landinum. Í sambandi við um føroyingar hava fólaræði
pápin var deyður. Tað var ringt tá í 30-unum at sita einkja við fleiri smádreingjum. Eingin peningahjálp var at fáa av nøkrum slag. Tá Hjørmund bleiv 10 ára gamal, fór hann yvir til Dánjal Johan á Tanganum [...] Tanganum at lossa vøru fyri hann. Tað bleiv eitt gott íkast av tí sindri av pengum, ið hann forvann til húsið í Geilini. Tá hann bleiv 14 ára gamal, fór hann at arbeiða í kolinum. Hann kom skjótt at roynast av
farin afturum, er aftur eitt nýtt føroyskt met sett í sperðlum. Og tað verður eitt met, sum verður ringt at taka. Tað var, tá ið teir báðir sandvíkingarnir, Álvur Thomsen og Osvald Nielsen, flettu eina ær [...] eini ær. Hendan sperðilin fingu teir 6,02 metrar og tað var longsti sperðil nakar vitsti um at siga - til nú, sandvíkingar løgdu sjey sentimetrar afturat metinum. Tók meiri enn tveir tímar Hetta var fyrstu [...] Men tað mátti allar snildir takast í brúk við lunkaðum vatni og sera góðum handalagi og tað gekk til síðst at venda honum. Tað gekk eisini væl at fylla hann. Allar teir fremstu metrarnar, er hann ógvuliga
fingu orðið á Mortan, var tað ein móður strikuspælari, sum vit tosaðu við. Fríggjadagin kom hann til Íslands, og longu sama kvøld var venjingardystur á skránni. Leygardagin vóru tveir dystir leiktir, [...] verið partur av liðnum nakrar dystir, segði Mortan, at tær mundu vera á eini leið. - Tað er kanska ringt at meta um, men í øllum førum eri eg meira positivur nú, enn eg var undan fráferðini. Kanska hevði [...] fyriskipað, har Þór eisini skal taka lut. Væntandi fer leiðslan í felagnum eftir hetta at taka støðu til, hvørt Runavíkingurin skal gerast fyrsti mansleikarin úr Føroyum, sum fer at royna seg í best íslendsku
minni prís til frammanundan so hart raktu alararnar, sum noyðast at drepa allan tann sjúka fiskin ? og í summum førum áðrenn hann annars er tøkuførur. Bøtir um Í Gøtu kundu 30 fólk fara til arbeiðis seinasta [...] tað er ikki bara á Gøtuvík, at ILA-sjúkan ger feigdina um seg í hesum døgum. Støðan er minst líka so ring hjá onkrum øðrum alara, sum tó hevur valt ikki at gera so nógv burtur úr alment. Arbeiðarafeløgini
um, at fólkaskúlin trongir til eina veldiga andlitsupplyfting. Landsstýrið hevur gjørt av at hækka játtanina til fólkaskúlan við 8,1 milliónum krónum, sum í stóran mun fara til lønarhækkingar, at styrkja [...] styrkja leiðslurnar og til byrja frálæruna í enskum fyrr. Harumframt verða 3,6 krónur játtaðar til stuðlar í fólkaskúlanum. Ikki bara ringt Magnus Tausen, formaður Føroya Lærarafelags leggur fyri við at frøast [...] frøast yvir, at játtanin til stuðlar til næmingar við serligum tørvi hækkar, og hann metir hetta vera eitt stórt framstig fyri hesar næmingar, sum hava ilt við at fóta sær einsamallir í einum vanligum skúlaflokki